7/10/09

Sonovox - tað var gamalt, fyrr

Her er ein hugtakandi gomul upptøka, ið vísur hvussu "Sonovox" fungeraði. "Og hvat er so ein Sonovox fyri nakað?" hugsar tú? Jú, tað var eitt ljóðføri sum kom áðrenn Talk box og Vocoder. Hesi eru øll ljóðføri, har skap og frekvensur í ljóðinum verður framelvt við munninum og stemmubondunum, meðan sjálvur klangurin í ljóðinum verður framelvdur við einum ljóðføri. T.d gittara (Talk box verður nýtt til hetta, sí t.d "It's My Life" hjá Bon Jovi) ella synthesizer (Vocoder verður nýttur í hesum høpi, sí t.d "Autobahn" hjá Kraftwerk).

Sonovox kom áðrenn hesi ljóðførini og var uppfunni afturi í 30'unum. Í mun til Talk Box og Vocoder, har ein mikrofon í báðum førum verður nýtt til at syngja ljóðskapini inn í, nýtti Sonovox ístaðin nakrar lítlar hátalarar, ið vóru settir ímóti hálsinum á tí, ið syngja skuldi.
Í hesi video upptøkuni, ið altso er frá 30'unum einafer, sæst hvussu sangarin gevur ljóðinum skap, meðan ymsir blásarar veita klangin:



Hugtakandi er tað, tað má sigast. Eitt sindur fæst at vita um Sonovox á wikipedia síðuni um Talk Box. Har eru so eisini leinkjur til ymiskt annað viðkomandi, ið er minst líka áhugavert.

Rætt skal vera rætt; eg fann hesa videoina inni á blogginum hjá danska progg/popp bólkinum Oh No Ono. Áhugaverdur bólkur. Havi ikki hoyrt nýggju plátuna, tó. Men tað verður fyrsta dagin ella har á leið. Sonovox er í øllum førum kul, tað er vist.

1 comment:

  1. Hehe..kul! Eitt lítið sindur freaky, tá man sær tað í hasum svart/hvíta "naiva" umhvørvinum frá 30'unum..

    (jaja, eg veit væl at verðin ikki VAR svørt og hvít, men allíkavæl..;) )

    ReplyDelete