10/31/09

The Horrors

Í fyrra blogginum skrivaði eg um konsertina við Muse og upphitingarnavninum The Horrors. Umrøddi m.a lagið, ið The Horrors endaðu sína framførslu við. Lagið vísti seg at vera "Sea Within A Sea", og tað er eisini endalag á teirra nýggju plátu Primary Colours. Ein frálík pláta. Prodjúsari er Geoff Barrow úr Portishead, umframt at video snillingurin Chris Cunningham eisini hevur verið við sum prodjúsari. Gleði meg til konsertina í Vega í næstum.

"Sea Within A Sea" var fyrsta staklagið, ið var útgivið í sambandi við nýggju plátuna. Eg veit ikki hvør tað er, ið hevur leikstjórna videolagið, men mær dámar tað væl. Ger so væl.

No comments:

Post a Comment