3/5/10

Stylo

Triðja Gorillaz plátan kemur í næstum. Fyrsta staklagið "Stylo" lovar í øllum førum frá góðum. Tað er eingin garantur fyri at øll plátan er góð, men tað er tað sum tað er. Gott lag. Deiliga frekt groove við ikki alt ov høgum tempo. BPM (beats per minute) er um tey 100, ella har á leið. Eitt sindur Kraftwerk líknandi vibe. Og so hava teir fingið góða gamla Bobby Womack at syngja á lagnum. Tað er eitt sindur av einum fongi. Mos Def rappar eisini. Alt í alt eitt fínt popp lag.

Wiki veit soleiðis at siga um samstarvið millum Womack og Gorillaz;
Bobby Womack knew nothing about Gorillaz and was initially unsure about the collaboration, however, his daughter liked Gorillaz and convinced him to do it. Womack was told to sing whatever was on his mind during the recording of "Stylo". "I was in there for an hour going crazy about love and politics, getting it off my chest", said Womack. After an hour of recording, Womack, a diabetic, started to pass out. He was sat down and given a banana, before waking up minutes later.

Stuttlig søga. At ljóða til fekk hann fýrt tað av sum hann hevði uppá hjarta;


 ...og lat okkum so, meðan vit eru so gott í gongd, eisini leggja leiðina framvið einum Bobby Womack klassikara; "Across 110th Street". Lagið var upprunaliga við í filminum av sama navni (1972), og fekk eitt sindur av eini renæssansu í Jackie Brown (1997) hjá Quentin Tarantino.

No comments:

Post a Comment