10/17/11

Sunleif og Teitur í Norðurlandahúsinum

Grafikkur: Marianna Mørkøre
Vóru á forkunnugari konsert í NLH í gjár. Á skránni vóru verk eftir Teit Lassen og Sunleif Rasmussen.

Lagt var frá landi við frumframførslu av "Jordpigernes Drøm" hjá Sunleifi Rasmussen - orð eftir William Heinesen - fyri kór (DR Pigekoret), tubular bells og klokkuspæl. Henda framførsla royndist væl. "Surround kórið" hevði eina góða effekt; meginparturin av kórgentunum stóðu á pallinum, men so stóðu nakrar og sungu á balkongunum úti í síðuni, eins og nakrar sungu aftanfyri áhoyrararnar. Ein var so at siga umringaður av einum havi av røddum.

Eg minnist at ein líknandi "surround" effekt var nýtt, tá Oceanic Days symfoniin hjá Sunleifi var frumframførd í 2000. Tað er rættiliga upplagt at gera sær dælt av ljódligu dimensjónunum í konsertsalinum á henda hátt, tí so er tað ikki einans vanliga "tú sær tað tú hoyrir" stereo myndin, ið verður bjóða fram. Er henda surround nýtslan ordiligt framd, so stendur hon sterk og serstøk eftir í minninum. Tað gjørdi hon eisini hesaferð.
Upplestur úr "Tornið við heimsins enda". © Anna Maria Dam Ziska, Röddin.fo
Nýtslan av tubular bells var eisini eitt gott ískoyti. Ótrúligt sum hesar klokkurnar hava ein ófrættakendan dám yvir sær. Fór at hugsa um Cantus in Memoriam Benjamin Britten hjá Arvo Pärt og sjálvandi "Tubular Bells" hjá Mike Oldfield. Ikki tí at kompositorisku snildirnar vóru serliga líkar, men tí at ein kendi aftur klokkurnar klang.
Hjá Pärt er talan um harmasong til minnis um enska tónaskaldið Benjamin Britten, meðan lagið hjá Oldfield var nýtt sum temalag í tiltikna horror filminum The Exorcist. Tubular bells tykjast sostatt at vera knýttar at tí dapra og beinleiðis óunniliga í populera tilvitinum.

Í programminum fyri konsertina sigur Sunleif soleiðis um verkið: "Lagnan, ið altíð er til staðar í tekstunum hjá Heinesen, gjørdist fyri mær sera nærverandi í øllum sínum ræðuleika, tá eg mitt í skapanartilgongdini hoyrdi tíðindini um sorgarleikin á Utøya uttanfyri Oslo. Valið av Tubular Bells og klokkuspølum sum fylgispæl til kór og solistar, tykist vera ein ávarðing, tí Tubular Bells eru at samanbera við kirkjuklokkur. Verkið er tí ognað teimum ungu sakleysu offrunum fyri ræðuligu hendingini á Utøya".
Kórið syngur. © Anna Maria Dam Ziska, Röddin.fo
Nú hoyrdi eg verkið fyri fyrstu og higartil einastu ferð, so eg fekk ikki reiðiliga tak á bygnaði o.ø. í verkinum, annað enn at byrja var við upplestri úr "Tornið við heimsins enda", og at sangur og tónleikur síðani tóku yvir. Ætli tó at hoyra verkið aftur, tá høvið einaferð býðst, um tað so verður á konsert ella í innspældum líki. Higartil kann eg siga, at mær dámdi væl at vera eitt sindur vilstur í ljóðhavinum, ið fevndi okkum áhoyrarar.

Eftir hesa framførslu kom Teitur á pall, og sang nøkur av sínum løgum saman við DR Pigekoret. Síðani sang Teitur nøkur løg einsamallur, og hevði sjálvur fylgispælið á klaveri. Eftir hetta solo interlude kom kórið Tarira á pall, og framførdi nýskrivaða verk Teitur'sar Nice Mans Anger, við orðum úr skaldsøguni Freedom eftir amerikanska rithøvundan Jonathan Frantzen.

Eitt rættiliga skemtiligt verk, ið royndist væl í sjálvum sær, men av onkrari orsøk verið eg raktur av akuttum tærnakrympi hvørja ferð eg hoyri eitt føroyskt kór syngja enskan tekst. Tað er okkurt við tjúkku, tungu accentini, ið barasta ikki "klikkar". Tað hevur ein kiksaðan dám yvir sær, ið eg havi ringt við at rysta av mær. Tó var verkið í sjálvum sær áhugavert.
Teitur á palli saman við DR Pigekoret. © Anna Maria Dam Ziska, Röddin.fo
Sama við næsta og seinasta verkinum á skránni hetta kvøldið; Weekdays, ið konsertin bar heiti eftir. Eisini eitt spildurnýtt verk - ella ein "ræðuliga langur sangur", sum Teitur skemtiliga og óhátíðarliga tók til - eftir sjálvt sama Teit Lassen. Eitt verk, ið hevur sjey satsir, ein til hvønn dag í vikuni. Fyri hvønn sats var ein s/h mynd eftir Marionnu Mørkøre, ið hevur staðið fyri tí grafiska í sambandi við Weekdays, at síggja á stórskíggjanum handan pallin. Hetta var einfalt, og riggaði væl.

Sum heild bar tónleikaliga innihaldið í Weekdays brá av skiftum millum droymandi harmoniskar klangir og eitt ávíst rútmiskt repetetivt/endurtakandi element. Mítt fyrsta inntryk var at verkið sum so er eitt framhald av tí, ið Teitur hevur fingist við seinnu árini. Instrumenteringin var ikki heilt ólík teirri á The Singer frá 2009, og lagasmíðið var í trá við tað, ið Teitur hevur fingist við seinnu árini. Tó gekk alt fyri seg á einum størri skala;  tilfarið var strekt longur út í tíð, pláss var fyri meira "abstraktum" løtum, og røddirnar vóru spjaddar út í fleiri ljóðføri. Tarira og DR Pigekoret áttu sínar løtur, eins og strúkarar, klaver, harpa, klokkuspæl, vibrafon o.s.fr.
DR Pigekoret á balkongini, syngja við í Weekdays. © Anna Maria Dam Ziska, Röddin.fo
Í onkrum løtum fekk tónleikurin meg at hugsa um amerikanska tónaskaldið Steve Reich. Eg veit ikki um hetta er tí at Teitur hevur heinta sær íblástur higani, ella tí at hetta ber til at siga um so at siga allan nýskrivaðan tónleik, ið spælir sær við klassiska instrumentering, er tonalt funderaður og inniheldur eitt minimum av rútmiskari repetitión. Nøkur eyðkenni hjá Steve Reich og minimalismuni annars eru nettupp konsonantir harmoniir, stabilur pulsur og endurtøka av einstøkum frasum/motivum/figurum. Í Weekdays vóru eitt nú dagaheitini sungin endurtakandi upp til fleiri ferðir, og tóktist hetta at peika beina leið aftur til Reich.

Stílurin lá onkrastaðni á markinum millum einfalda og greiða sangskriving við ávísum popp elementum - soleiðis sum vit kenna tað frá Teiti - og meira flótandi nýklassiskar tendensir. Tó ikki meir enn at tað sum heild bar væl til at fylgja við í sum oftast akkordiska og íoyrafallandi tónleikinum.
Ein avgerðandi munur var sjálvandi tann, at røddin hjá Teiti ikki var við, so hóast ein kendist við heilt nógv, var ítøkiligi ljódligi samleikin, røddin, ið vit eru vorðin von við, tikin úr. Hetta riggaði heilt væl, so skjótt ein gjørdi sær greitt, at tað var hetta, ið hent var.
Tarira syngur sætta satsin "Saturday" úr Weekdays. © Anna Maria Dam Ziska, Röddin.fo
Teitur er eitt mikið spennandi tónaskald, ið hevur ment seg nógv gjøgnum árini. Hann tykist drivin, og hóast hann á summum økjum telist millum okkara mest fullfíggjaðu tónleikarar, stendur hann ikki í stað, men fer leitandi víðari og leggur nýggjar tættir afturat sínum úttrykki. Spennandi er at fylgja við gongdini.

Alt í alt ein væleydnað og forvitnislig konsert við nýggjum tilfari frá tveimum av okkara áhugaverdu tónaheilum. Tit, ið hava atgongumerki til konsertina í DR Koncerthuset í Keypmannahavn 3 novembur kunnu byrja at gleða tykkum.

Sí annars fleiri myndir her

No comments:

Post a Comment