11/30/15

Í Navni Kærleikans

U2 live í Dublin. Mynd: Solveig H. Olsen.
(Ummælið stóð á prenti í Sosialinum frí. 27. nov. 2015).

Konsertummæli
U2: Innocence + Experience Tour
3Arena í Dublin, Írlandi mán. 23/11 og týs. 24/11.

Orðatakið “Leingi er tað, ið væl skal vera” hóskar seg til konsertirnar hjá U2 í Dublin í vikuni. Eftir 9 mánaðir “on the road” við Innocence + Experience vóru U2 loksins komnir heim, og var tað fyrstu ferð í fimm ár, at teir spældu í heimbýnum. Hetta gav sanniliga afturljóð úr salinum, og tað gjørdist ein euforisk og upplyftandi heimkoma.

Tað hevur annars verið ein drúgvur og ójavnur vegur fram á mál. Nýggjasta U2 plátan Songs of Innocence varð útgivin í samstarvi við Apple umvegis iTunes. Tað gav at bíta tá útgávan sníkti seg inná snildfonir hjá fólki um allan heim. U2 hava fingið nógvar ábreiðslur fyri hetta stuntið, ið vekir øll tey skeivu hugasambondini í eini tíð við vaksandi eftiransing og minkandi talgildum privatlívi. 

Hesum hendingum á baki var Bono fyri einum álvarsligum súkkluóhappi í desember í fjør, har hann var illa skaddur í øðrum arminum. Hann varð lagdur undir skurð og kom skjótt fyri seg, men tað er ivasamt hvørt hann nakrantíð fer at spæla gittar aftur. Hann tekur skemtiliga til, at hinir í bólkinum fara neyvan at sakna gittarspælið. Havandi hesi viðurskifti í huga, er tað ótrúligt at síggja henda 55 ára gamla mann á palli aftur, og tiltikna tenorrøddin er framvegis ein av heimsins bestu.
 Mynd: Solveig H. Olsen.
Aftur á slóð
Songs of Innocence er tematiskt hin mest persónliga og heimliga útgávan, ið U2 hava latið úr hondum. Bono heldur fyri, at plátan snýr seg um “first journeys” - fyrsta kærleikan, fyrstu barndómsvinirnar, fyrstu konsertirnar o.s.fr. Tær fyrstu ferðirnar, ið hava lyndi til at rita seg fastar í sinnið. Gøturnar í Dublin vóru karmur um hetta tíðarskeiðið, og tí er býurin ein nærum fullkomin karmur um eina U2 konsert á aktuellu túringini.

Í samband við konsertirnar, vitjaðu vit býin í nakrar dagar, og tað treyt ikki uppá U2 søgur. Áðrenn fyrstu konsertina fóru vit av tilvild inn á hugnaligu familjuriknu pubbina Peter’s Pub í miðbýnum, og tað vísti seg, at U2 høvdu verið á gátt tveir dagar frammanundan. Fryntligi barrvørðurin greiddi frá, at U2 vóru fastir gestir á ungum árum og hava javnan vitjað síðani. 
Hýruvognsførarin, ið koyrdi okkum á fyrru konsertina, hevði ongantíð verið á U2 konsert, men kundi tó erpa sær av at hava hoyrt blaðungu U2 royna seg sum gøtutónleikarar á Dandelion Market í sein-70’unum. Eg spurdi henda føraran, hvat írar hugsa um U2 í dag. Hann lýsti tað við prosentum og segði, at eini 50% í hvussu so er dáma partar av tónleikinum, men at eini 60% halda at Bono er ov breiðkjaftaður. Hann legði tó áherðslu á, at hesar báðar hugsanir ikki útiloka hvørja aðra, men eru tvær síður av somu søk.
Mynd: Solveig H. Olsen.
Hava vit brúk fyri U2 í 2015?
Eg mælti tað ikki hart á hýruvognstúrinum, men meira yvirskipað hevði eg hug at spyrja, hvørt tað er brúk fyri U2 longur. Tað eru hóast alt 35 ár síðani fyrsta U2 plátan kom út, og skjótt hava teir verið til í samfull 40 ár. Í teirri stóru myndini er hetta ikki nakað drúgvt tíðarskeið, men innan rock o.a. populertónleik er tað long tíð. Er tað brúk fyri hesum slagnum av heimskendum “old school” rockbólkum, ið spæla stórfingnan ikoniskan tónleik við stórum hugsjónum? Er tað viðkomandi í eini tíð við talgildari sundurpetting og ótálmaðari einstaklingadyrkan? 

Um konsertirnar í 3Arena skulu takast sum ábendingar, so má svarið verða eitt gellandi ja! U2 eru enn sum áður ein treiskliga treytaleys rødd, ið framvegis vil smíða tað vakra og góða burturúr sorg og trega, ið framvegis mótmælir órætti og skeivleikum og framvegis sparkar reyv. Hóast allir limirnir eru farnir um tey fimmti, rocka teir ígjøgnum sum á fyrsta degi. Í roynd og veru tykjast teir óðari og drivnari nú enn áður. Teir munnu hava tikið orðini hjá Dylan Thomas til sín: “Do not go gentle into that good night, Old age should burn and rave at close of day; Rage, rage against the dying of the light.”
The Edge. Mynd: Solveig H. Olsen.
Hjartanemandi hi-tech
Í mun til tær seinastu heimstúringarnar, ið vóru uttandura stadion túringar, er Innocence + Experience ein innandura arena túring, tvs. at í hesum førinum vóru “bert” 14.000 fólk á hvørjari konsert. Hetta gav serstakar og - eftir U2 standardi - intimar karmar.

Lagt var frá landi við eini hegnisligari rock’n’roll útgávu av “The Miracle (of Joey Ramone)” av Songs of Innocence. Ein sangur um fyrstu Ramones konsertina, ið kveikti teir ungu U2. Óinnballaða rock’n’roll ágrýtnið helt fram við løgum av debutplátuni Boy frá 1980. Bono kunngjørdi bólkin sum “We’re a band from the north side of Dublin”. Hetta hevur hann sagt á øllum konsertunum á I+E túringini, men hesu ferð gav tað afturljóð úr salinum, og fólk tóktust errin av at taka ímóti heimskendu rockstjørnunum á heimavølli.

U2 hevur altíð verið frammarlaga innan innovativa pallseting, og aktuella túringin er einki undantak. Ein stórur skíggi spældi ein avgerðandi leiklut sum konsertin leið. Tó ikki sum bakteppi handan bólkin, men sum ein stórur tvørskurður, ið fór gjøgnum miðjuna av høllini og vísti grafikk og filmsbrot til báðar síður. Hetta merkti, at allir áskoðarar ikki sóu skíggjan líka væl, men tað merkti eisini, at showið bleiv hópin meira dynamiskt og livandi. 

Í løtum vóru limirnir inni í sjálvum skíggjanum. Tað var teatralskt, hátøkniligt og bergtakandi, og uppfinnsama pallsetingin var til fulnar nýtt at siga frá inniligum og rørandi søgum úr barna- og ungdómsárunum hjá serliga Bono. Sangir sum “Iris (Hold Me Close)”, “Song For Someone”, “Cedarwood Road” og “Raised by Wolves” av nýggju plátuni fóru beint í hjartað, og tað var ikki frítt, at ein hevði hug at fella eitt tár.
Menn standa inni í skíggjanum og spæla. Mynd: Solveig H. Olsen.
Andaligt og aktivistiskt
Konsertin var býtt í tveir partar – fyrst “Innocence” og síðani “Experience” – við eini “intermission” í miðjuni. Hetta undirstrikaði tað teatralska og tvørlistarliga aspektið í framførsluni. Fyrra helvtin var hin mest sjálvbiografiska, og seinna helvtin var meira alfevnd og politisk. Sum frá leið løgdust tey klassisku U2 hittini afturat, og huglagið í høllini lyfti seg av álvara uppfrá. Var tað gott áðrenn, ja so gjørdist tað alsamt meiri euforiskt. Fólk fóru á føtur, lyftu armar í loft og sungu við av heilum hjarta. 

Ikki sørt møtikent, og tað andaliga ella trúðarliga hevur altíð spælt ein miðsavnandi leiklut hjá U2. Ikki sum nakað, ið verður kroyst omanyvir fólk, men tað er har fyri tey, ið vilja hoyra tað. Tilsipingarnar til eitt nú Nelson Mandela og Martin Luther King tala eisini greitt: her ganga tað andaliga og tað aktivistiska hond í hond. Aktuella flóttastøðan var m.a. tikin upp til viðgerðar, og tað var ikki sørt hugfangandi og sigandi at hoyra hina áður so postmodernaðu oduna “Zooropa” endurtulkaða úr sjónarhorninum hjá einum flótta, ið leitar eftir einum heimi her á fold.
Ein vøkur løta á "E" pallinum. Mynd: Solveig H. Olsen.
Svarini gjørdust spurningar
Tað kann vera, at limirnir í U2 eru hugsjónarliga drivnir, men tað var ikki nøkur innantóm prædika, ið var boðað av pallinum. Bono hevur í seinastuni tosað um, hvussu heimurin var meira svart/hvítur tá hann var yngri, og hvussu tað var lættari at hava tey “røttu” svarini tá. Við árunum er tað sum, at teir ístaðin leggja seg eftir at seta røttu spurningarnar, og onkrir meginspurningar gjørdust miðsavnandi á konsertunum. 

Tá “Zooropa” gleið yvir í “Where The Streets Have No Name” lat Bono ein spurning standa eftir: “Hvat vilja tit hava? Eitt Evropa, ið letur síni landamørk og sítt hjarta aftur? Ella eitt Evropa, ið letur sítt hjarta upp fyri miskunn?” Tað kendist sum, at niðurlagið í tiltikna eyðkennislagnum “Pride (In The Name of Love)” tók samanum: “What more in the name of love?” Hvat meir í navni kærleikans? Lykilin er at finna í seinnu helvt av setninginum: lívið er fløkjasligt, og vit snáva og særast á leiðini, men tað ræður um at gera tað alt í navni kærleikans.

Tøkk fái U2 og tøkk fái Dublin! Hesa ógloymandi tónleikaferð fara vit at goyma okkum í hjartanum.
Menn takka fyri seg. Mynd: Solveig H. Olsen.

No comments:

Post a Comment