12/27/14

Regin Dahl – tónaskald í útlegd

Regin Dahl 1918-2007. Foto: Hans Christophersen
(Henda greinin stóð á prenti í 'Mentan' í Sosialinum t. 12.12.14. Hon snýr seg um nakað av tí sum eg granskaði í mínum kandidatspesiali í tónleikavísindi á Københavns Universitet).

Tónaskaldið, sangarin og yrkjarin Regin Dahl var føddur í Havn í 1918. Hann vaks upp í einum landi, ið var merkt av tjóðskaparligu rákunum úr Evropa í 19. øld, og av ítøkiligu samfelagsstøðuni, sum var, at politiska yvirræðið lá í Danmark.

Dahl var partur av fyrsta ættarliðnum av føroyskum sangtónaskøldum. Av øðrum týdningarmiklum tónaskøldum frá hesum ættarliðnum finna vit Jógvan Waagstein (1879-1949), Petur Alberg (1885-1940) og Hans Jákup Højgaard (1905-1992). Hóast Dahl er yngri og eisini partvíst brýtur frá hinum tónleikaliga, so tykist hann á mangan hátt drivin av tí sama grundarlagnum.

Sangtónaskøldini og tjóðskaparstrembanin
Sangtónaskøldini komu nevniliga fram í eini tíð við broytingum, m.a. orsakað av skiftinum frá eini í høvuðsheitum munnligari tónleikasiðvenju við kvæðum, kingo o.ø., til eina nýliga innflutta instrumentala siðvenju. Í kjalarvørinum av tjóðskapartilgongdini í seinna helmingi av 18. øld fóru føroyingar undir at yrkja á føroyskum, og í fyrstuni vóru nógv útlendsk løg nýtt, tá yrkingarnar skuldu syngjast. Sangtónaskøldini byrjaðu tó at smíða egin løg til føroysku yrkingarnar. Dahl fekk í stóran mun íblástur frá Jógvani Waagstein, ið hevði týdning fyri hansara tónlistarligu menning. Í ummæli av songbók hjá Waagstein í Dagblaðnum í 1946 lýsir Dahl hvussu nívdur hann er av, at føroyingar eiga so fá løg, og hvussu hetta fær ein at “…liggja langar nætur óvvekraður og bína móti gráum degningi.”

2. veraldarbardagi
2. veraldarbardagi fekk avgerðandi týdning fyri bæði Føroyar og Regin Dahl. Dahl fór niður á Sorø Akademi at lesa á ungum árum, og tá kríggið brast á, endaði hann í óætlaðari útlegd, tí honum barst ikki at sleppa heim til Føroya. Tá kríggið var av, hevði hann grundfest eina tilveru í útlegd í Danmark. Her gjørdist hann partur av innara kjarnanum í tíðarritinum Heretica, sum var slóðandi í donskum bókmentum í eitt árabil. Manningin á Heretica flutti seinni yvir á Gyldendal, har Dahl var settur í starv sum ráðgevi. Hóast hann var búsettur í Danmark og var partur av bókmentaumhvørvinum har, helt hann fast við at yrkja á føroyskum sum útlagin yrkjari í Danmark. Útlegdin gjørdist ein lívlong tilvera í Danmark, og Dahl var eisini málsliga í útlegd, í og við at hann ikki hevði gerandismálið í Føroyum inni at sær, men konstrueraði og dyrkaði ístaðin sítt egna mál. Útlegdin gjørdist eitt høvuðstema í hansara yrkingum.
Eftir kríggið bar ikki til hjá føroyska samfelagnum at venda aftur til politisku støðuna, ið gjørdi seg galdandi undan krígnum, og eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki byrjaði. Samstundis sæst hvussu tjóðskaparliga strembanin frá fyrst í 20. øld var tikin uppaftur í ártíggjunum eftir kríggið. Í 50’unum sóust fyrstu dansifeløgini í Føroyum, og Útvarp Føroya var stovnað í 1957. Útvarpið fekk stóran savnandi týdning fyri føroyska mentan, harundir eisini tónleikamentan. Í 60’unum var harumframt farið undir at innsavna og skjalfesta føroyska fólkamentan.

Regin Dahl sum fólkatónleikari?
Tónleikaliga talað var Dahl gjørdur viðkomandi av føroyskum lesandi í Mentanargrunni Studentafelagsins í Keypmannahavn. Hesi tóku stig til umfatandi upptøkur, ið vóru gjørdar í Wifoss Studio á Frederiksberg yvir fimtan dagar frá 1971 til 1977. Upptøkurnar eru ráar og ólidnar, og bera fyrst og fremst brá av skjalfesting. Hetta at skjalfesta fólkatónleik var eitt av eyðkennunum í teirri folk revival, ið var ein grundarsteinur undir fólkatónleikabylgjuni, ið spratt í USA í 60’unum, við nøvnum sum eitt nú Pete Seeger, Woody Guthrie, Bob Dylan v.fl. Hóast vit mangan seta 60’ini í samband við ungdómsuppreistur og eina avnoktan av tí gamla, so var folk rørslan í stóran mun merkt av eini dyrkan av ruralum virðum, har mong nettupp ynsktu at fara aftur til tað gamla og bygdaliga. Líknandi tendensir síggjast millum føroysk lesandi í umhvørvinum kring Mentanargrunnin síðst í 60’unum og fyrst í 70’unum. Í 1971 útgav grunnurin sjálvnevndu LP’ina hjá Harkaliðnum, har bólkurin tulkar úrvald kvæði, vísur, Waagstein sangir o.a. sum grundtilfar í einum modernaðum fólkatónleikaligum úttrykki, við íblástri frá folk bylgjuni úr 60’unum. Henda og aðrar útgávur frá tíðini kunnu fatast sum ein føroyskur parallellur til rákið í USA og aðrastaðni. Fyrsta Dahl útgávan á Mentanargrunninum var Lukkurímur og fagnaðarljóð frá 1972, síðani Barnarímur í ‘74, og 4 vísur – úr veitslugávuni í ‘76.
Bokssettið Atlantsløg (Tutl, 2005) inniheldur savnaðu Dahl upptøkurnar á 25 fløgum. Sámal Blak teknaði, Niels Arge Galán setti upp.
Diasporiska tónaskaldið Dahl
Í kanningini av sangtónaskaldinum Dahl sæst, at kvæðasiðvenjan og tjóðskaparliga sjálvsfatanin mynda hugsjónarliga upphavsstøðið fyri hansara virki sum tónaskald. Dahl nýtti ikki nótar í sínari kompositión, og hansara verk var fyrst og fremst skjalfest umvegis tær umfatandi upptøkurnar. Sostatt er hann eyðkendur av einari dupultari støðu, har hann bæði peikar aftur á eina munnliga siðvenju, og samstundis peikar á eina nútíðar tøkniliga treytaða siðvenju, har útbreiðslan av tónleikinum fer fram umvegis útvarp og LP útgávur.
Reint tónlistarliga er Regin Dahl torførur at seta í bás, tí hann nýtir eitt breitt úrval av tónlistarligum úttrykkum í sínum listabúna. Tó kann staðfestast, at hann sum áður nevnt verður fataður og móttikin í einum fólkatónleikaligum samanhangi millum føroysk lesandi í Keypmannahavn. Sostatt kann sigast, at tjóðskapartilgongdin í ártíggjunum aftaná 2. veraldarbardaga saman við ungdómsuppreistrinum í 60’unum skapa møguleikarnar fyri, at Regin Dahl verður “uppdagaður” sum tónaskald og sangari í útlegd. Hesin diasporiski fólkasangarin, ið heldur fast við sítt móðursmál og syngur sangir úr einum mistum heimi, verður hervið enduruppdagaður og peikar við sínum úttrykki aftur til okkurt upprunaligt, ið er vert at varðveita.
Tað er ymiskt hvussu fólk hava tikið ímóti hesum úttrykki í Føroyum, og mær tykir at eitt slag av “kognitivum dissonansi” tekur seg upp millum føroyingar við skúlaðari tónleikabakgrund, tá tey hoyra Regin Dahl. Hetta kann m.a. hava sítt upphav í, at Dahl hevur verið í útlegd frá tónleikalívinum í Føroyum. Hann hevur ongantíð verið partur av nakrari kórsiðvenju ella líknandi. Úr hesi útlegdini syngur hann elegiskar sangir um eitt ófáiligt fortíðar Føroyar, ið stendur sum týðiligur mótsetningur til gerandisliga samfelagslívið í Føroyum. Umfatandi talið av yrkingum, ið Dahl hevur sett tónar til, stavar í stóran mun frá fyrra helmingi av 20. øld. Vit eru von við at hoyra hesar yrkingar sungnar av t.d. kórum ella vandum solistum. Tá er tað greitt øðrvísi at hoyra frítt fabulerandi troubadourin Dahl sita við klaverið og syngja yrkingarnar, púra leysur av allari gerandissiðvenju.

Tað tjóðskaparliga og hvat so?
Regin Dahl var millum fyrstu sangtónaskøld í Føroyum, og ein drívmegi hjá honum var at gera føroysk løg til føroyskar yrkingar, við støði í eini tjóðskaparligari sjálvsfatan. Kortini er tað umráðandi at leggja áherðslu á, at tað at tvíhalda um eina fatan av Regin Dahl út frá tí tjóðskaparliga ikki veitir eina betri fatan av honum sum tónaskaldi. Tað er heldur í útlegdini og í diaspora samleikanum, at boð uppá viðkomandi lýsingar kunnu finnast.
Tó má eisini staðfestast, at føroysk tjóðskaparstremban í 20. øld hevur havt stóran týdning fyri tónaskaldið Regin Dahl. Tjóðskaparstrembanin í tíðini kring undanfarna aldarskiftið legði lunnar undir tær umstøður, ið høvdu við sær, at hann fór undir at smíða løg. Uppafturtøkan av tjóðarskaparstrembanini í ártíggjunum aftaná kríggið skapaði síðani umstøðurnar fyri, at Dahl var “uppdagaður” í einum fólkatónleikaligum samanhangi í Keypmannahavn fyrst í 70’unum. Í teim eftirfylgjandi ártíggjunum hava vit sæð royndir at etablera Regin Dahl sum eitt slag av undangongumanni fyri føroyskar fólkasangarar. Hetta var endaliga staðfest við útgávuni av umfatandi bokssettinum Atlantsløg frá 2005, hvørs áskrift m.a. lýsir Dahl sum “okkara stóri troubadourur”.
Greinin í Sosialinum

No comments:

Post a Comment