Millum skil og óskil

"...there is in the life of a collector a dialectial tension between the poles of disorder and order." -Walter Benjamin.

Myndina omanfyri tók eg í dag. Onkuntíð er gott at flyta eitt sindur um í plátusavninum, og viðhvørt skulu pláturnar av hyllini og út á gólvið at liggja eina løtu. Á henda hátt kanst tú síggja og fata vavið í savninum. Totalitetin í tí. Hetta riggar serliga væl leygardagar, og ongantíð betur enn tá tín yndistónleikari vísir seg eisini at vera tín yndisrithøvundur.

Myndin er av Bob Dylan plátunum í savninum. 30 í tali, og tað gongur sum kunnugt upp í 6, so tað var akkurát fyri at leggja tær í ein fýrkant. Í roynd og veru eru tær 33 í tali, tí nakrar av teimum elstu eigi eg tvinni eintøk av, eitt í mono og eitt í stereo (The Freewheelin' Bob Dylan, Highway 61 Revisited og Blonde on Blonde). Tað vil so vera.

Hetta er ikki eitt fullkomið Bob Dylan savn, tí maðurin hevur sum kunnugt útgivið 37 studioplátur, umframt alt hitt. 27 studioplátur eru á myndini, so har resta 10 í enn, og eisini er onkur savnspláta og livepláta komin uppí hópin millum ár og dag. Tað er gott at vita, at har restar nakað í enn. Onki er so keðiligt sum at koma á mál. Sum savnari snýr tað seg líka nógv um prosessina sum úrslitið (tak meg ikki í tí, men rokni við at hetta eisini ger seg galdandi hjá Bob sum listafólki).

Eg havi t.d. ongantíð keypt nakra Dylan plátu á netinum og havi sjáldan gjørt mær dælt av bokssettum. Við The Original Mono Recordings sum greiðum undantaki, men hana fekk eg í gávu. Tað var dagur í viku! Tað besta er at fara í handlar at leita og finna. Húsarnir á myndini omanfyri innihalda eina stóra og kompleksa mongd av minnum, og tað er at fegnast um.

Nú tá tað frættist, at Bob hevur fingið Nobelprísin fyri bókmentir, fór eg í holt við at lurta. Onkur raðfylgja skuldi finnast, og tað bleiv til kronologiskt aftureftir. Tvs. byrjað var við plátuni ovast til høgru og endað verður við plátuni niðast til vinstru. Eri í løtuni staddur miðskeiðis í gospel tíðarskeiðnum, tvs. Saved frá 1980. Tað var árið, tá eg var føddur og tað finnast tvær ekstremt góðar bootlegs frá Massey Hall í Toronto í 1980.

Gospel trilogiin telur Slow Train Coming (1979), Saved (1980) og Shot of Love (1981). Um onkur hevði kravt meg eftir einum yndis Bob tíðarskeiði, so hevði eg kanska valt gospel tíðarskeiðið. Tað er lovsangstónleikur, ið eg ikki fái vaml av, líkamikið hvussu nógv eg lurti.

Tillukku Bob.

Comments