Ræðuligt
 sum eg haldi "Nálareygað" í Kvørnini er eitt meiningsleyst konsept. Hví
 skulu nøkur fólk sita og tyggja og tanla tilvildarlig stakløg uppá 
handa mátan? Okkurt av løgunum í sendingini hesa vikuna er tað allar 
fyrsta, sum eg havi hoyrt til viðkomandi bólk. Eg havi nóg illa havt 
stundir at sodna tað, sum eg júst havi hoyrt, tá eg beint aftaná skal 
hoyra uppá onkrar hálvtugdar hugleiðingar um stíl, framleiðslu, miks 
o.a. Frá fólkum, sum eyðsýniliga ikki fáast við hesi fakøki til dagligt,
 og sum gera tað við støði í EINUM lagi. Tað er perspektivloysi av allar
 fúlasta slag. 
Serliga
 spell verður tað, tá KVF samstundis ger so forsvinnandi lítið burturúr 
at kunna Føroya fólk um nýggjan føroyskan tónleik. Tann einasta 
regluliga viðgerðin sum finst, er faktiskt í Kvørnini. Tað er púra 
absurd. Ein sending sum Kvørnin burdi komið síðst í "føðiketuni". 
Etablerið for ólukkan fyrst nakrar líkinda viðkomandi tónleikasendingar í
 sjónvarpi og útvarpi. Takið stig til poddvarp og "crossover" tilfar 
millum ymsu miðlarpallarnar. Skapið ein reellan tónleikaligan plattform,
 har føroyskur tónleikur og føroyski lurtarin kunnu hittast. Gev 
lurtarum ein kjans at seta seg inn í tónleikin. Lyft tónleikin upp, far 
inn í og afturum tónleikin og fortel tær góðu søgurnar. Gev okkum øllum 
møguleikan at liva okkum inn í tónleikin sjálvi. Fyrst tá er tað 
relevant at koma við ummælissendingum.
Sum
 nú er, er Kvørnin tann einasta regluliga viðgerðin av nýggjum føroyskum
 tónleiki, har alt skal dømast antin norður og niður ella sleppa inn í 
illa defineraða og idiotiska "nálareygað" hitan. Hetta er ein vanvirðing
 av føroyskum tónleiki, og hon hevur staðið á nú í næstan fimm ár 
(fyrsta "Nálareygað" var í luftini í sept. 2015). Enn er hugskotið líka 
vánaligt og ódefinerað. Tað vísir eina ófatiliga líkasælu og uppaftur 
størri ómegd.

Comments
Post a Comment