The Smile dyrka jass

Jaja, tað býðir einum ímóti at óbeinleiðis promovera Spott og Fy, men hesin playlistin er for intrissantur til at lata vera. Hetta er partur av nýggja paradigminum, at bólkar og artistar fríðka um sítt "brand" við at gera playlistar við ymiskum intrissantum musikki. Tað skapar "listener engagement", og hvat man annars kann tveita um seg við slagorðum úr dystopisku hondbókini hjá Ek og co.

The Smile er nýggi bólkurin hjá Thom Yorke, Jonny Greenwood og Tom Skinner. Skinner er so absolutt tann minst "kendi" av teimum trimum. Hann hevur kanska mest eyðmerkt seg sum trummuleikari í spennandi ensku kvartettini Sons of Kemet, hvørs Your Queen Is A Reptile pláta 2018 var millum mínar favorittar tað árið

Her hevur hann gjørt ein playlista við jassi, ið honum dámar. Leggi serliga til merkis, at byrjað verður við 'Aase's Death' hjá Duke Ellington. Ja, í grundini er tað "hjá Edvard Grieg", sjálvandi, men í útseting hjá Ellington við orkestri. Ellington gjørdi sína egnu jass tulking av allari Peer Gynt svituni hjá Grieg. Tað var illa dámt tá í tíðini, at ein svartur amerikanari setti primitivar swing rútmur til nakað so heilagt norðurlendskt sum Grieg. Men ikki minni góður tónleikur fyri tað. Sons of Kemet arbeiða somuleiðis við, skulu vit siga, postkolonialum perspektivum í jasstónleiki. Spennandi er. 
 
The Smile eru kanska ikki so innarlaga í akkurát tí diskursinum, men teir gera spennandi musikk fyri tað. Sumt av tí ljóðar sum Radiohead í gomlum døgum, bara leysari og fríari. Nógv akkustisk ljóðføri, strúkarar, blásarar, floytur o.a. og so guddómliga røddin á honum sjálvum Yorke og góð groove fyri rest. Debutplátan hjá teimum A Light For Attracting Attention kemur út nú fríggjadagin 13. mai. Gleði meg eitt sindur, tí tað eg havi hoyrt av henni higartil hevur verið gott.

Comments