Eldhugaðu Europe

Europe á SF 2023. Mynd: Álvur Haraldsen.

(Ummælið stóð á prenti í Sosialinum fríggjadagin 11. august 2023).

Svensku popp metal kongarnir úr Europe komu, sóu og sigraðu á ársins Summarfestivali, og tað var ein fragd at uppliva henda fræga bólk aftur á føroyskari grund. Konsertin skrivaði seg sostatt inn í røðina av konsertum, har aldrandi rokknøvn koma higar í topptunaðari útgávu og veita áhoyrarunum eina ógloymandi uppliving.

Av undanfarnum konsertum av tílíkum slagi kunnu nevnast fyrra konsertin hjá Europe á G! 2005, Scorpions á SF 2007, Twisted Sister á SF 2014 og Toto á SF í 2017. Og nú eisini Europe á SF 2023. Fyrra vitjanin hjá Europe var sum sagt á G! fyri 18 árum síðani.

“Down by the beach”, sum ein vælupplagdur Joey Tempest orðaði tað av pallinum á Vágsbøi. Hann legði afturat, at fleiri av áhoyrarunum hetta kvøldið í Klaksvík vóru ikki føddir í 2005, og rætt er tað. Vit vóru tó eisini ein stór fólkamongd, ið nú kann erpa sær av at hava verið til báðar konsertirnar. Sigast má, at Europe hava fingið fatur í føroyingum, tí hetta er aðru ferð, at teir spæla fyri ovurstórari áhoyrarafjøld við mongum túsundatals áhoyrarum.

70-ini sum grundstøði
Tað er kanska ikki so løgið, at Europe raka plett millum føroyingar, tí í grundini er tað rættiliga líkatil, sum bólkurin hevur fingist við øll hesi 40 árini, síðani hann varð stovnaður. Teir fimm limirnir hava snøgt sagt ein lívlangan kærleika til tann harða rokkin, ið ljómaði í 70-unum, tá bólkar sum Deep Purple, Rainbow, UFO, Thin Lizzy, Whitesnake v.fl. gjørdu seg galdandi, og hesin tónleikur hevur eisini tokka millum føroyingar.

Blaðungu limirnir í Europe, upprunaliga kallaðu teir seg Force, plagdu at ferðast við tokinum inn til Stokkhólm, har teir hoyrdu áðurnevndu bólkar live. Limirnir settu sær tíðliga fyri at gera sín egna variant av hesum tónleiki, og tað hava teir hildið seg til líka síðani. Tá hin somuleiðis svenski gittarfresarin Yngwie Malmsteen gjørdi vart við seg við verkætlanini Rising Force, valdu teir at broyta navn, og hugskotið til Europe kom frá Deep Purple live plátuni Made in Europe (1976).

Upp á tindar, gjøgnum dalar
Tá Europe av álvara byrjaðu at gera vart við seg, vórðu 80-ini væl og virðiliga farin í gongd, og brátt komu ivasom mótafyribrigdi sum spandex buksur, permanentað hár og keyboard trompetljóð upp í leikin. Kortini eydnaðist tónlistaliga missiónin hjá Europe, og líka síðani hevur bólkurin spent seg út millum harðan rokk og melodiøsan popp. Sigast kann, at sangarin Joey Tempest umboðar tevið fyri popphittum, meðan gittarleikarin John Norum umboðar tað meira harða og treytaleysa.

Við triðju útgávuni The Final Countdown (1986) gjørdust Europe fyrimyndir hjá tannáringum og ungdómum, og Joey Tempest og co. gjørdust fast innivist á idol plakatum í tannáringakømrum víða hvar. Teir fingu kritikk fyri hetta úr hard rock baklandinum, tí hildið var, at teir vóru vorðnir ov bleytir. Tó er vert at hava í huga, at hetta við tí poppinum er eitt serligt fyribrigdi í svenskum populertónleiki. Eingin dugir sum sviar at taka eyðkenni úr einari ávísari sjangru - hvørt tað so er metal, r’n’b, reggae ella okkurt fjórða - og sameina hesi eyðkenni við melodiøsan meginstreym og dygdargóða popp sangskriving. Hetta hava onnur nøvn gjørt bæði fyri og eftir Europe, eitt nú ABBA, Roxette, Ace of Base, Max Martin v.fl.

Gittarleikarin John Norum. Mynd: Álvur Haraldsen.
Niðurtúrur í nítiárunum
Hetta við meginstreyms poppinum og tilveruni sum tannáringaidol gjørdist ov nógv fyri gittarleikaran John Norum, ið fór burturúr bólkinum eftir The Final Countdown plátuna og kom ikki uppí aftur fyrrenn um aldarskiftið. Restin av bólkinum upplivdi eisini ein rættiligan niðurtúr. Eftir at hava manifesterað seg dyggiliga á heimsins popptindum síðst í áttatiárunum, vóru 90-ini bólkinum óblíð, tá grunge og alternativur rokkur sópaðu alt, sum æt hair metal, popp metal og glam metal av borðinum. Hetta endurspeglaðist eisini í virkseminum hjá bólkinum. Tá fimta útgávan Prisoners in Paradise (1992) floppaði valdu limirnir at fara hvør til sítt.

Nýggj byrjan í nýggju øldini

Tað skuldi okkurt serstakt til at fáa bólkin í gongd aftur, og høvið vísti seg nýggjársaftan 1999-2000, tá Europe vóru bodnir at spæla ‘The Final Countdown’ beint áðrenn midnátt. Jamen sjálvandi. Eftir hetta kom seriøst prát um eitt comeback í lag, og í 2004 kom sætta plátan frá bólkinum, hin gittarbaseraða og ráa Start From The Dark (2004), har keyboard og synthesizer ljóðini úr 80-unum vóru goymd av vegnum.

Árið eftir spældu teir hina famøsu konsertina á Gøtusandi, har heili seks av sangunum vóru av áðurnevndu plátu, og stórhittið ‘Carrie’, ið finst í herligari synthesizer undirdíktari útgávu á The Final Countdown (1986), var framført spartanskt av Joey Tempest einsamøllum við kassagittara. Tann konsertin skrivaði seg í søgubøkurnar sum ein av heilt góðu festivalkonsertunum her heima, og Europe hava í grundini hildið seg koyrandi líka síðani. Plátuútgávurnar eru komnar við jøvnum millumbilum líka til 2017, tá hin frálíka rock plátan Walk The Earth varð útgivin.
T.v. bassleikarin John Leven. T.h. forsangarin Joey Tempest. Mynd: Álvur Haraldsen.
Europe á Vágsbøi

Tað var eisini við júst heitislagnum haðani, ‘Walk The Earth’, at bólkurin legði frá landi á Vágsbøi farna vikuskifti. Eitt seigt og rockut lag, ið vekir hugbindingar aftur til áðurnevndu 70’ini. Best umboðaðu pláturnar á konsertini vóru annars The Final Countdown (1986) við fimm løgum, Out of This World (1988) við fýra løgum og Wings of Tomorrow (1984) við trimum løgum. Hetta eru eisini at meta sum klassisku útgávurnar hjá bólkinum, ið løgdu lunnar undir tað, ið teir hava avrikað síðani. Harafturat høvdu pláturnar, ið bólkurin hevur givið út frá 2006 til 2017, fingið eitt lag við í part. Sum heild riggaði settlistin væl, vit fingu øll tey kendastu løgini við á vegnum, umframt at vit fingu eitt hampiliga gott úrval av brellbitum úr plátuskránni annars.

Joey Tempest í serflokki

Lítil ivi er um, at Joey Tempest imponeraði á hesi konsertini. Tempest, hvørs kristna navn er Rolf Magnus Joakim Larsson, var væl upplagdur og væl syngjandi. Maðurin fyllir seksti fyrsta dagin, hann átti pallin, meðan bólkurin framførdi, og hann meistraði kynstrið at miðla sína gleði yvir tónleikin. Tempest er í so máta ímyndin av áðurnevnda eldhuganum fyri melodiøsum og væl spældum hard rokki, ið framvegis drívur verkið.

Røddin hjá einum 59 ára gomlum er sjálvsagt ikki tann sama sum hjá einum tannáringi - Tempest var bert 19 ár, tá Europe lótu sjálvtitlaðu debutplátuna úr hondum í 1983 - men maðurin hevur dugað at viðlíkahildið og tillagað sína rødd upp í gjøgnum árini. Klangurin er vorðin eitt sindur myrkari, og røddin hevur fingið meira brodd og tað, sum á enskum rópast “grit”. Tað riggar væl. Í dag minnir Tempest eitt sindur um ein eldri Robert Plant, ella ein David Coverdale á einum góðum degi. Ein hálvgum operatiskur dámur er yvir fraseringunum og vibratoini, uttan at tað koppar yvir í pastisju ella nakað. Tískil var tað sera hugaligt at uppliva ein sangara, ið var so væl fyri live.
Europe á SF 2023. Mynd: Álvur Haraldsen.
Sterkt kollektivt avrik

Restin av bólkinum gjørdi eisini sítt. Eitt gjøgnumført kollektivt avrik, ið bar boð í bý um, at bólkurin hevur spælt nógv live síðstu mongu árini og er í góðum formi. John Norum átti fleiri episkar gittarsoloir, og so fingu vit eisini nakrar ektaðar synthesizer solo’ir frá Mic Michaeli, sum vóru vit stødd afturi í teimum ljóslivandi áttatiárunum. Bassurin hjá John Levén veitti neyðugu tyngdina, og trummurnar hjá norskt-svenska Ian Haugland veittu framburð og fastleika.

Musikalskt liggur bólkurin á teimum nýggjaru útgávunum eisini tættari uppat tí, sum Led Zeppelin, Deep Purple, Whitesnake, Rainbow v.fl. spældu á sinni. Eitt tyngri stev er at hóma í løgunum av hesum plátunum, og tað klæðir bólkinum væl. Tó er alt enn sum áður avrikað við dygdargóðum melodiskum tevi, og framleiðslan er eisini modernað “rock radio” stílað, hóast 70-ára rokkurin er ein týdningarmikil klangbotnur.

Í dag hava 80-ini havt fleiri revivals við m.a. Netflix røðini Stranger Things, og 80-ára synthesizarnir, ið vóru eitt aðaleyðkenni á plátum sum The Final Countdown (1986) og Out of This World (1988) áttu sítt pláss á konsertini. Synthesizarnir verða her í 21. øld suppleraðir við Hammond B3 urgu, Mellotron o.ø. tangentljóðførum, ið leiða tankarnar aftur til áðurnevndu 70-ini og rokktónleikin frá teirri tíðini. Onkursvegna riggar hetta serstakliga væl, og tangentleikarin Mic Michaeli veitti eisini frálíka kórrødd, ið stuðlaði væl undir forsangaran Joey Tempest.

Leikandi og dyrkingarvert
At bólkurin eisini hevur eina leikandi tilgongd til tónleikin, fingu vit sjón fyri søgn fyri í stórhittinum ‘Superstitious’, upprunaliga av Out Of This World (1988), hvørs breakdown innihelt eitt stak undirhaldandi medley, har Joey Tempest leiddi okkum gjøgnum bæði ‘With Or Without You’ hjá U2 og ‘No Woman No Cry’ hjá Bob Marley. Sum upphiting til ‘Open Your Heart’ (av somu plátu) sang hann eitt brot úr ‘Knockin’ On Heaven’s Door’ hjá Bob Dylan/Guns’n’Roses og hevði sjálvur kassagittarundirspælið. Tað var eisini hesa løtuna, at hugleitt var um konsertina “down by the beach”. Ein viðmerking, ið hann kom við fleiri ferðir, var “halt kjaft this is good!”

Kann ikki siga annað enn, at eg eri samdur. Sum proverbialu rosinuna í pylsuendanum fingu vit sjálvandi superhittið ‘The Final Countdown’, har vit øll tóku leiðina út í rúmdina og stevndu móti Venus!
Í stuttum dyrkaði eg konsertina við Europe á Vágsbøi, eins og eg dyrkaði konsertina hjá teimum á Gøtusandi fyri 18 árum síðani. Teir fimm í Europe hava sum so ongantíð fingist við annað enn tónleikin. Hetta var tað, sum teir settu sær fyri á ungum árum, og hetta er tað, sum teir framvegis gera, nú árini leggjast afturat, og tíðin gongur sína gongd. Eitt element av trúfesti er í hesum, og tað mundu vit verða mong, ið fegnaðust um hetta kvøldið í Klaksvík. Og so eru sangirnir haldførir og hava prógvað seg í longdini. Leingi livi Europe.
'Carrie' av The Final Countdown (1986) verður framførdur. Egin mynd.
'Stormwind' av Wings of Tomorrow (1983) verður framførdur. Egin mynd.
Myrkrið hevur lagt seg, og spæligleðin er eyðsýnd. Egin mynd.

Comments

  1. Popkitch 80 ara skrell

    ReplyDelete
    Replies
    1. Hey Øssur :) Tú burdi givið Europe ein kjans. Tit hava meira í felag enn so.

      Delete

Post a Comment