Hvussu ljóða Føroyar?

(Fyri 10 árum síðani kundi verkið Føroyar 5.2. - Hvussu ljóða Føroyar? upplivast í Norðurlandahúsinum. Eg var spurdur um at skriva eina grein um mína uppliving av verkinum/installatiónini. Greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting í juli 2013. Orka hava forrestin nýggja plátu í umbúna, All At Once, ið verður útgivin 29. september. Í bóklinginum til Føroyar 5.2 — What do the Faroe Islands sound like fæst annars meira at vita um verkið. Eg hevði tað fragd, at skriva tekstin til bóklingin.).

Havi verið og upplivað verkið Føroyar 5.2. — Hvussu ljóða Føroyar? tríggjar ferðir, og tað hevur hugtikið nógv hvørja ferð. Fyrstu ferð var til frumsýningina í Öström í september í fjør, og aðru og triðju ferð vóru í Norðurlandahúsinum nú í juli mánaði.

Verkið er sett saman av trimum pørtum: fyrst ein stutt introduktiónsvideo, har teir báðir listamennirnir Jens L. Thomsen og Uni Árting greiða frá hvussu verkið hongur saman. Síðani er ein dokumentarvideo, har vit umvegis hondhildin videotól fylgja teimum báðum út á ymsu oyggjarnar og niðan á fjall, har ymsu mátistøðirnar eru plaseraðar, og vit síggja teir spæla uppá Føroyar við sleggjum, steinum o.ø. Til síðst verður sjálvt verkið sýnt og spælt umvegis skíggjar, hátalarar og subwoofarar. 

Ole Wich skrivaði herfyri ummæli av Føroyar 5.2. á blogginum hjá sær Faroensis (http://faeroensis.blogspot.dk/2013/07/reviewich-orka-froyar-52-et-fornemt.html), har ein kritikkur var, at dokumentarfilms-parturin í miðjuni fyllir ov nógv, og ikki er neyðugur í mun til verkið sjálvt. Til hetta havi eg hug at viðmerkja, at eitt gjøgnumgangandi eyðkenni í Føroyar 5.2 nettupp er teir mongu og sterku kontrastirnir, ið taka seg upp í spenninginum millum ymsu økini, sum verkið ger sær dælt av. Talan er um eitt samspæl millum tónleik og jarðfrøði, og meira yvirornað millum list og vísind, eins og millum installatiónslist og populertónleik, avantgarde og atkomuligheit, verk og prosess o.m.a. 

Persónliga meti eg at fleiri av hesum kontrastunum nettupp undirstrikast við at hava dokumentarvideo partin við. Reint ljódliga er dokumentarvideoin eyðkend av einum klæntrasligum videotóls ljóði við nógvum vindi og við videotóls mikrofonini sum einastu staðfesting av at teir báðir slága við sleyggjum og øðrum. Visuelt fylgja vit teimum báðum Jens L. Thomsen og Una Árting á ferð kring landið. Vit vera v.ø.o. verandi á yvirflatuni. 

Tá vit so í surround sound og við skíggjum úr øllum ættum og uppi undir loftinum vera tikin við inn í sjálvt verkið, hoyra vit ljóðini av sleggjum o.ø. aftaná tey eru farin gjøgnum grót og fjall og eru upptikin á mátistøðunum. Vit hoyra tilevnaðu, samplaðu og komponeraðu ljóðmyndina, ið teir hava fingið burturúr upptøkunum, og hetta er ein øgiliga sterk uppliving. Tað kennist eitt sindur sum at standa inni í einum fjalli, ella sum at standa innaní Føroyum (!)

Ein orsøk til at hetta er so sterkt, er nettupp tí at ein hevur sæð dokumentarvideo partin beint áðrenn. Visuelt brýtir verkið eisini frá dokumentarvideoini, í og við at vit flyta okkum frá at síggja ein film á einum veggi til at síggja komandi og farandi videobitar á øllum fimm veggunum. So hvørt renna ymsu ljóð- og videokeldurnar saman í eitt komponerað samljóð, og tann kenslan er ótrúlig. Sum áður nevnt havi eg sæð tað tríggjar ferðir, og nakkahárini hava reist seg hvørja ferð. Tað er altíð stuttligt at verða fyri nýggjum upplivingum, ið ein ikki reiðiliga fær sett orð á. Hóast ein roynir, m.a. her. 

Kontrasturin millum dokumentarvideo partin og sjálvt verkið varpar eisini eitt rættiliga fyndugt ljós á aldargamla og afturvendandi spurningin um verk vs. prosess. Altso um eitt listaverk er at fata sum eitt sjálvstøðugt úttrykk, ið klárar seg uttan frágreiðingar og uttan nærri greiningar av prosessini, ella um prosessin er týdningarmikil partur av heildini, ja kanska enntá tað týdningarmiklasta? 

Skal ikki nokta fyri at tað kundi verið áhugavert at upplivað verkið soleiðis sum Wich ímyndar sær tað: uttan dokumentarpartin, men eg meti tó at savnaða úttrykkið hevði mist ov nógv uttan, í og við at kontrastirnir ikki høvdu verið líka ógvusligir og undirstrikaðir. Enn sum áður er konseptið kring Orka sterkt, og hóast Føroyar 5.2 á mangan hátt brýtur fullkomiliga upp úr nýggjum, er verkið eisini í tráð við tað, ið Orka áður hava latið úr hondum.

Bóklingurin til Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?
Á báðum útgávunum hjá bólkinum higartil — Livandi Oyða (Tutl, 2007) og Óró (Tutl, 2011) — var eitt ávíst stað, ein “location”, nýtt sum karmur kring upptøkurnar. Á Livandi Oyða var tað bóndafjósið Innan Glyvur og á Óró var tað Saltfiskasølan í Havn. Í báðum førum fóru limirnir innar í hølini við mikrofonum og upptøkuútgerð, og skapaðu okkurt burturúr ongum. Eingi frammanundan outlinaði hugskot vóru tikin við; tað, ið var fest á band defineraði endaliga úrslitið. 

Ein líknandi tilgongd er nýtt hesuferð, og sigast kann at location hesuferð er ekspanderað til at fevna um allar Føroyar. Spælt verður snøgt sagt uppá Føroyar! Sum eg skrivaði í umrøðu av Óró, so haldi eg at hetta háttalagið hongur nógv saman við navninum á bólkinum; “Orka”, energi, ið verður til í samspæli millum luttakandi tónleikararnar, men tó ikki er tengd at nøkrum statiskt galdandi frymili. Konseptið er plastiskt og í áhaldandi broyting, og fevnir eisini um skiftandi manningina í bólkinum. 

Hóast manningin er fyri broytingum, so er tó lítil ivi er um, at Jens er snúningsásurin í Orka. Heilin. Uttan hann var einki Orka. Men áhaldandi broytingin og bólksins modus operandi, eru talandi dømi um hvussu sterkt konseptið er, ið Jens hevur borið í heim. At Orka er eitt konsept verður einans undirstrika av at Jens nú saman við Una hevur vaksið um konseptið til eisini at fevna um sameiningina av installatiónslist, tónleiki og vísindaligum data, ið er Føroyar 5.2. 

Legg afturat, at Orka eisini hevur ein kurator leiklut á ársins G! Festivali, og bjóðar fram spennandi amerikansku og ensku nøvnini LV feat. Okmalumkoolkat og MRC Riddims undir yvirskriftini “Orka presents”, og tú hevur at gera við ein bólk/listamann/konsept, ið er í støðugari menning. Spennandi er at fylgja við. 

Til triðju sýningina møtti eg Føroyavininum og The Faroe Islands Podcast vertinum Matthew Workman úti í forhøllini í Norðurlandahúsinum, og vit fylgdust innar í hølið, har verkið var sýnt. Aftaná var hann mikið bergtikin, og viðmerkti m.a. at hetta átti at verið sýnt í MOMA í New York. Eg eri so sára samdur. Føroyar 5.2 hevur uppiborið at sleppa út í heim at vera sýnt fram víða hvar.

Í bóklinginum til Føroyar 5.2 — What do the Faroe Islands sound like fæst meira at vita um verkið. Eg hevði tað fragd, at skriva tekstin til bóklingin.

Plakatin til Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?

Comments