Vit sótu við havið

‘Vit sótu við havið’ er fimta og seinasta staklag av komandi fjórðu plátuni hjá mær, Hjartasláttur, ið kemur út á plátufelagnum Tutl seinni í heyst. Hetta er ein av nýggjaru sangunum, ið vóru skrivaðir til komandi plátuna, og eg eigi sjálvur orð og lag.

Heitið er ein heilsan til sangin ‘Sitting By The Sea’, ið eg hevði við á míni aðru soloplátu, The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009). Teksturin til ‘Vit sótu við havið’ lýsir ymiskar upplivingar og fatanir av havinum, ið er ein áhaldandi hjávera í tilveruni í einum lítlum oyggjasamfelagi úti í Norðuratlantshavi. Á hesum oyggjunum hava øll rímiliga ómakaleysa atgongd til sjóvarmálan, og nógvastaðni sæst út á opið hav, har hitt ævigt tølandi fyribrigdið, sjónarringurin, mangan manifesterar seg - uttan tá toka og mjørki leggjast um oyggjarnar. 

Fátt kann birta í forvitni og langtan sum ein sjónligur sjónarringur. Havið er jú fornt og endaleyst og ein kelda til mýtologiskar frásagnir um allan heim. Havið kann vera stilt og tignarligt, men tað kann eisini vera ein uppruni til ótamda illveðursøði. Harðveðursdagar og -nætur kennist tað sum, at himmal og hav gerast eitt, sjónarringurin hvørvur í rokanum, og tú villist í stórbærum kosmiskum kreftum. Á døgum við blikalogn verður tú hinvegin tikin av eini kvirru, ið er so gomul sum alheimurin sjálvur. 

Tað er vert at hava í huga her í okkara seinmodernaðu tilveru. Minst til at hyggja út av og á, og vita um tú sært sjónarringin.

Tónleikarar:
Knút Háberg Eysturstein: sang, akustiskan gittar, elektriskan gittar
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizer
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur
Jón Festirstein: violin, viola

Lag: Knút Háberg Eysturstein.
Orð: Knút Háberg Eysturstein.
Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.
Co-framleiðari: Benjamin Petersen.
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Knút Háberg Eysturstein legði strúkarar til rættis.

Upptøkur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Benjamin Petersen, Rúm 43, Hoydalar.
Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Rúm 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.
Mynd: Bruno Mikael Eysturstein.
Sniðgeving: Uni Árting.

Comments