Scott Walker

Scott Walker (1943-2019). Ein av teimum, hvørs plátuskrá stendur  eftir sum ein tølandi og loyndarfullur varði. Í 60-unum gjørdist hann víðagitin sum poppidol við bólkinum The Walker Brothers, men hann var skjótur at fara sín egna veg. Sum áratíggjuni gingu gjørdist hann virdur sum gátuføri, eksentriski og hulni avantgarde sangarin Scott Walker.

Tað var ikki ofta, at Scott Walker gav eina plátu út – í meðal kom ein út hvørt tígginda ár - men í tónleikaheiminum var tað ein stórhending, hvørja ferð Walker lat frætta frá sær. Tað er ikki nøkur serlig orsøk til at júst hesar pláturnar vóru tær fyrstu, ið komu í savnið hjá undirritaða. Viðhvørt stendur tú bara við røttu plátuni í hondini hina røttu stundina, og so er at smekka til.

Scott 4 (1969)
Funnin í eini plátubúð í Bergen, ið bert seldi second hand. Plátan tekur samanum glæsiligu sekstiárini hjá Walker, ið tá royndi seg sum verulig poppstjørna - fyrst við the Walker Brothers, síðani solo - og tað komu nakrar avbera góðar plátur burturúr. Scott, Scott 2, Scott 3 og Scott 4 eru pengarnar verdar. Scott 4 er hámarkið fyri hetta tíðarskeiðið.

Climate of Hunter (1984)
Funnin í einum av plátubúðunum á Gl. Kongevej, Kph. Útgávan kom eftir 10 ára plátutøgn og var tað einasta, ið Scott Walker lat frætta frá sær í 80-unum. Hon ber dám av umrødda tíggjuáraskeiði, men gevur eisini greiðar ábendingar um, at maðurin hevur veitrað definitivt farvæl til meginstreymin, poppin og tað ótolandi uppmerksemisjagstranina. Leiðin gongur inneftir og úteftir - í avantgarduna - og tað er avbera vakurt at leggja oyru til.

Tilt (1995).
Somuleiðis funnin í plátubúð á Gl. Kongevej. Tekur fetið fult út í hina glitrandi myrku avgrundina, har skyggjandi endurspeglingar møta tær í miðari luft. Sinematisk, ágangandi og dissonant. “Indescribably barren and unutterably bleak, Tilt is the wind that buffets the gothic cathedrals of everyone's favorite nightmares”, sambært Allmusic.com. Walker segði einaferð, at hann ynskti at gera tónleik, ið var ein ljódlig útgáva av gotisku horror sci-fi listini hjá HR Giger. "A sort of glossy black and grey sound with occasional flashes of white.” Tilt setti veruliga gongd á hesa strembanina, ið helt fram á The Drift (2006) og Bish Bosch (2012).

Bish Bosch (2012)
Funnin í Lucky Records í Reykjavík. The Drift (2006) er kanska besta Scott Walker plátan. Jarðisk og holdslig (har er bókstaviliga kjøt percussion á onkrum lagi). Havi tó eisini miklan tokka til Bish Bosch, ið hevur eitt ófrættakent vektloysi og opinleika yvir sær. Sera fá bassljóðføri eru við, nógv luft í útsetingum (desideraði fretljóð í onktum sangi…) og nógv absurdisk element. Alt verður tikið eitt fet longur út eftir trølsligt óunniliga avantgarde ásanum, og plátan stendur sostatt sum eitt treytaleyst punktum í eini frammanundan treytaleysari solo plátuskrá.



Í heimildarfilminum Scott Walker: 30 Century Man verður farið afturum søguna um dragandi og dugnaliga sangaran og tónaskaldið, ið var virkin í tónleiki í heili 50 ár. Mangan helt hann seg handan leiktjøldini, men filmurin lýsir, hvussu stóra ávirkan hann hevur havt á aðrar kendar tónleikarar. David Bowie, Radiohead, Jarvis Cocker, Brian Eno, Damon Albarn, Marc Almond, Sting, Johnny Marr o.m.o. geva seg til kennar sum svornir Scott Walker fjepparar. Filmurin varð gjørdur um sama mundið, sum Walker innspældi plátuna "The Drift" frá 2006. Vit sleppa sostatt við í upptøkuhølið, og vit fáa brellbitar frá allari yrkisleiðini.

Walker Brothers eru eisini verdir at eiga inni. The Sun Ain’t Gonna Shine Anymore, Images, No Regrets, Nite Flights v.fl.

Comments