Gráa gullið

Nógvar av nýggju plátuútgávunum, ið eg havi dyrkað seinasta árið, hava verið við tilkomnum og eldri tónlistafólkum. Í eini verð, har sokallaði tónleikaídnaðurin mangan starir seg blindan í jagstranini eftir teimum ungu og penu, og har tað sjáldan verður hugt útum tekstligar twentysomething trivialitetir, er tað okkurt beinleiðis frígerandi og upplyftandi í perspektivinum hjá hinum aldrandi tónlistafólkinum.

Kanska hevur hetta okkurt at gera við, hvar eg sjálvur eri staddur í lívinum. Miðskeiðis í fýratiárunum, pápi og smábarnaforeldur í parlagi, ph.d.-lesandi í fulltíðarstarvi og tónleikari afturat. Viðhvørt kennist tað sum, at tíðin røkkur ikki ordiliga til. Musikkurin, ið eg brúki tíð uppá, skal gjarna hava substans og siga mær okkurt, sum eg ikki visti so nógv um áður. Her koma tey eldru tónlistafólkini sanniliga til sín rætt.

Beth Gibbons: Lives Outgrown
Feskasta dømið úr rúgvuni er hin 59 ára gamla Beth Gibbons, ið hevur givið eina frálíka, atmosferiska og melankolska plátu út. Hetta er fyrstu ferð í 22 ár, at vit frætta frá Gibbons solo, tvs. hennara fyrsta útgáva undir egnum navni síðani Out of Season (2002), ið hon skapti saman við Rustin Man/Paul Webb, áður kendur úr legendarisku Talk Talk. Hesuferð er ein annar Talk Talk limur við, Lee Harris, umframt framleiðarin James Ford. Tey flestu kenna helst Beth Gibbons úr trip hop bólkinum Portishead, ið tók øll á bóli afturi í 1990-unum (tey, ið eru nóg gomul til at minnast 90-ini). 

Lives Outgrown snýr seg um elli og at eldast. Um at fara úr einari lívsstøðu í aðra og gerast nóg gamal til at hava sett lív í verðina og síggja onnur lív fara úr verðini. Heitið á plátuni, "úrvaksin lív", sigur tað so væl. At vaksa úr tí, sum var, og inn í okkurt annað. Hetta er eisini ein pláta um skiftisárini, menopausuna, og um ásannanina av, at lívið fer einaferð at halda uppat, og at møguleikarnir fækkast við árunum. Tað, sum einaferð kendist fjart og óendaligt, er brádliga komið nógv nærri og hevur fingið avmáldari skap. 

Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri hesum perspektivinum. Plátan viðger hesi evni í einum originalum og vøkrum musikalskum hami. Beth Gibbons kann ikki lastast fyri at hava uppbrúkt tolið hjá okkum, ið lurta. Langt er millum pláturnar, og allar eru góðar. Hon hevur ongantíð givið eina vánaliga plátu út - hvørki undir egnum navni ella saman við Portishead. Ein krútsterk plátuskrá. Virðing fyri tí.

Paul Simon: Seven Psalms
Í fjør kom 82 ára gamli amerikanski sangskrivarin Paul Simon, áður kendur úr Simon & Garfunkel, við síni fimtandu solo plátu. Hin hugvekjandi, meditativa og róliga sannførandi Seven Psalms. Ein akkustisk ljóðmynd knýtir teir sjey sálmarnar saman, og plátan skal helst hoyrast sum ein samanhangandi svita. Talgilda útgávan undirstrikar hetta við at vera útgivin sum eitt langt samanhangandi track, og á vinyl útgávuni er henda tilgongdin sjálvsøgd.

Simon hevur greitt frá, at hugskotið til plátuna kom til hansara í dreymi, og at hann í einum tíðarbili vaknaði millum kl. hálvgum fýra og fimm hvørja nátt og skrivaði tekstir til verkætlanina. Sálmarnir eru vakrar meditatiónir yvir tað guddómiliga, andaliga og transendenta. Úr einum perspektivi, ið undirstrikar jødiska upphavið hjá Simon, umframt hansara akkumuleraða lívsvísdóm. Ikki hissini.

The Lord is my engineer
The Lord is my record producer
The Lord is the music I hear
Deep in the valley, elusive

-Paul Simon, 'The Sacred Harp' (Seven Psalms, 2023)

Bob Dylan: Shadow Kingdom 
Hevur ein sagt A, má ein helst eisini siga B. Ein annar jødiskur meistari úr amerikonsku sangsiðvenjuni er 83 ára gamli Bob Dylan, ið er betri enn tey flestu, tá tað kemur til at skriva (og framføra) góðar sangir. Í fjør kom hann við síni fjørutindu plátuútgávu í egnum navni. Fjøruti plátuútgávur útgivnar yvir sjey áratíggju. Tølini tala fyri seg, og innihaldsliga er eingin yvir ella við síðunar av Dylan.

Shadow Kingdom kom fyrst út sum s/h filmur undir krúnukreppuni og varð síðani útgivin sum pláta. Her er talan um nýtulkingar av sangum Dylans frá 60-unum og 70-unum, og maðurin tulkar úrvaldu sangirnar við teirri tyngd, ið bert fæst við ellini. Hóast eksistentiellu tyngdina er tónleikurin merktur av lættleika. Ljóðmyndin lík teirri, sum vit frøddust almikið yvir á meistaraverkinum Rough And Rowdy Ways (2020). Hesuferð uttan trummur og við fitt av harmoniku afturat. Góðkent.

Annika Hoydal: Í Hoydølum: Leysir endar 
Annika Hoydal er skrappari enn tey flestu. Hon er drotningin í føroyskum tónleiki og hevur sum 78 ára gomul verið virkin á tónleikapallinum í meira enn eina hálva øld. Í fjør kom hon við mikið hugvekjandi plátuútgávuni Í Hoydølum: Leysir endar, har tikið verður samanum ymiskt áður óútgivið úr drúgvu lívsleiðini sum tónlistafólk og framførandi tulkari av skaldskapi úr ovastu skuffu.

Eins og hjá áðurnevnda Paul Simon er talan um eina gjøgnumført akkustiska útgávu, ið hevur sín heilt egna dám. Minnist eisini við virðing aftur á eina konsert, ið Annika Hoydal og kjarnin í bólkinum, ið leikar á hesi plátuni, hevði á loftinum í Sirkus fyri eini tveimum árum síðani. Tann konsertin verður seint gloymd, og lukkutíð finst hesin tónleikurin nú eisini á plátu.

John Cale: Mercy 
Í januar í fjør lat John Cale nýggja plátu úr hondum, Mercy at navni. Cale er í dag 82 ár, og hugurin at tekkjast áhoyraranum er ikki øktur við árunum. Eitt undantak var hin frálíka kamarpoppútgávan Paris 1919, ið kom út fyri 51 árum síðani (1973). Áðrenn tað hevði Cale longu smíðað sítt navn fast sum ein, ið bygdi brýr millum minimalismu/avantgarde og rokktónleik sum fiólleikari, komponistur og medstovnari í The Velvet Underground, ið er og verður eitt definitivt rokknavn úr 20. øld. 

Á Mercy er hann í fleiri førum í duett við yngri og hippum kreftum sum Laurel Halo, Actress, Weyes Blood og Animal Collective, ið øll munnu fegnast um at hava "features" á nýggjastu John Cale plátuni. Tað er so modernað, hetta at hava "features". Í aðrar mátar er John Cale floytandi líkaglaður við, hvat er modernað og ei. Alt, sum hann hevur havt ein fingur við í, ljóðar av, at tey involveraðu gjørdu júst tað, sum tey høvdu hug til at gera. Hvørki meir ella minni. 80 ár av listaligari frígering. Hattin av fyri tí.

Anohni and the Johnsons: My Back Was A Bridge For You To Cross
Nú vit eru á New York leiðini við John Cale, er upplagt at fara víðari til eitt annað navn haðani, nevniliga ensktfødda sangaran, sangskrivaran og listafólkið ANOHNI, ið kom aftur í aftur við fimtu Anohni and the Johnsons plátuni í fjør. Anohni and the Johnsons, áður Anthony and the Johnsons, lótu nakrar framúrskarandi plátur úr hondum árini 2000-2010, og My Back Was A Bridge For You To Cross smæðist ikki burtur í rúgvuni. 

Ein ómetaliga sterk og innbjóðandi uppliving, eisini hóast evnini í støðum eru ógvuliga skurrandi, órógvandi og prinsippiell. 'Scapegoat' er t.d. ein ræðandi intens ljóðmynd av tí forfylging, morði og kúgan, ið transpersónar eru fyri mangastaðni. Á plátuhúsanum sæst portrettmynd av LGBTQ aktivistinum Marsha P. Johnson, ið bólkurin eitur eftir. Anohni er 52 ár og telist sostatt millum yngru tónleikararnar á hesum listanum (50+ er niðara mark fyri at sleppa við). Tað broytir tó ikki uppá, at hetta var ein av bestu útgávunum í 2023.

Depeche Mode: Memento Mori
Í fjør komu ensku elektronisku slóðararnir Depeche Mode við síni fimtandi útgávu. Memento Mori at navni, og tað er nú ikki hissini, tá bólkurin í fyrraárið misti triðja limin, Andy Fletcher (1961-2022). Teir javnaldrandi Dave Gahan og Martin Gore (báðir 62 ár) hava fingið bæði eitt og annað at hugsa um viðvíkjandi lívi og deyða, og tað merkist á plátuni. 

Summi siga, at hetta er tann besta hjá teimum síðani Ultra (1997), og tað er kanska ikki heilt av leið. Ein álvari er yvir Memento Mori, og tað klæðir teimum væl. Áðurnevndi James Ford (Beth Gibbons, Pet Shop Boys v.fl.) hevur framleitt, og so havi eg hug at nevna ljóðblandaran og forritaran Marta Salogni, ið man eiga sín lut í, at plátan ljóðar so væl og gjøgnumført, sum hon ger.

Pet Shop Boys: Nonetheless
Eins og við Simon og Dylan omanfyri, eru vit aftur í einum rættiligum A til B scenario. Tí hevur ein sagt Depeche Mode er tað nokkso nærliggjandi at siga Pet Shop Boys. Tó at PSB debuteraðu á plátu nøkur ár seinni enn DM og taldu í grundini DM millum sínar fyrimyndir, tá teir fóru undir at gera egnan tónleik tíðliga í áttatiárunum. Teir báðir Neil Tennant og Chris Lowe eru vorðnir ávikavist 69 og 64 ár, og enn er hugurin til stramt tónsettan elektroniskan synth popp ósvitaligur. 

Nonetheless er eitt heilt fantastiska Pet Shop Boys-sligt heiti, og plátan er eisini fantastiska Pet Shop Boys-slig. Næstan sum ein pastisja yvir Pet Shop Boys í áttatiárunum og nítiárunum. Alt er væl frágingið, og áðurnevndi James Ford (Beth Gibbons, Depeche Mode) situr enn einaferð í framleiðarastólinum. Ford hevur evnini at fáa tað besta burturúr aldrandi tónleikarum. Tað er væl og virðiliga prógvað við Ford framleiddu útgávunum á hesum listanum.

Peter Gabriel: I/O
Vit vera verandi í Onglandi. 74 ára gamli progg popp meistarin Peter Gabriel fór undir eina ikki hissini proggutta verkætlan í 2023: eitt staklag varð útgivið fyri hvønn fullmána so hvørt sum vit nærkaðust fulllongdarútgávuni I/O, ið varð útgivin 1. desember 2023. I/O er eyðsæð eitt orðaspæl uppá "input/output", og so sjálvandi Io, ið er triðstørsti mánin hjá gongustjørnini Jupiter. 

I/O var fyrsta Gabriel studioplátan í 21 ár við nýggjum tilfari. Sangskrivingarliga ber ikki til at ákæra Peter Gabriel fyri at enduruppfinna djúpa tallerkin, men tað ber kanska til at tosa um eina ávísa hvessing av einum sangskrivingarhandverki. Tónleikararnir eru gamlir kenningar í Gabriel regi: Tony Levin, David Rhodes, Manu Katché, Brian Eno v.fl., og innspælt verður í Real World Studios. Hetta er alt slík nøvn, ið ein hevur rent seg í áður á ymsum fløgu- og plátuhúsum, um ein hevur havt minsta áhugan fyri væl gjørdum populertónleiki.

Eitt sindur stuttligt, at onkur tímir at fara í holt við eina gjølla og eitt sindur fløkta progg verkætlan sum hesa í eini talgildari verð, sum er um at drukna í komprimeraðum skjótleika og ditto yvirflatu. Men Peter Gabriel hevur prógvað sítt og ger hetta nokk mest, tí hann hevur hug til tað.

PJ Harvey: I Inside The Old Year Dying 
Enski sangarin, sangskrivarin og tónleikarin PJ Harvey læt sína tíggjundu soloplátu úr hondum í fjør. PJ Harvey hevur eini meistarlig evni at dekonstruera sítt egna úttrykk og seta tað saman av nýggjum aftur fyri hvørja plátuútgávu. Har eru nøkur rættilig meistaraverk í plátuskránni. Persónligu favorittarnir munnu vera Rid of Me (1993), ið Steve Albini, sáli, framleiddi, og ikki at gloyma Is This Desire? (1998), Stories From The City, Stories From The Sea (2000) og Let England Shake (2011). 

I Inside The Old Year Dying stendur sterk í hesum høpi og bjóðar uppá ein darrandi dapurleika av slíkum slag, sum eg ikki haldi meg hava hoyrt áður í plátuskránni. Eg viðmælti forrestin hesa útgávuna í Mentanarmagasininum hjá Frihedsbrevet afturi í desember, tá eg var gestur saman við Jens L. Thomsen og Onnu Katrin Egilstrøð. Viðmælið stendur sanniliga við her seks mánaðir seinni.

Slowdive: everything is alive
Ein av ársins plátum í fjør. everything is alive er fimta plátan hjá virda og vælumtókta bretska shoegaze bólkinum Slowdive, og onnur útgávan síðani bólkurin gjørdi reunion á plátu í 2017. Manningin og kvinningin í bólkinum er øll um 53 ára aldur, og enn borga tey fyri langtandi og sorgblíðum shoegaze av allarbesta slag. Høvuðsverkið er framvegis hin 30 ára gamla Souvlaki (1993), men nýggja tilfarið stendur kortini eldru útgávunum mát. everything is alive er kryddað við pulserandi elektronikki, og sangskrivingin er líka dragandi, einføld og gjøgnumførd sum fyrsta dagin. Slowdive eldast við stíli. Takk fyri tað.

The Smile: Wall of Eyes
Havi eitt sindur hug at enda har, sum eg byrjaði. Um Beth Gibbons solo er ein hugtakandi síðuverkætlan hjá Portishead, eru The Smile ein líka hugtakandi ditto hjá Radiohead. Ergo.

Tað eru nú liðin átta ár síðani seinastu Radiohead plátuna, og The Smile hava síðstu árini givið heili tvær plátur út. Tann seinna, Wall of Eyes, er uppaftur betri enn tann fyrra. Har tann fyrra var ein røð av sjálvstøðugum skeringum, er henda nýggja meira flótandi og organiskt samanhangandi. Framúr pláta og eitt gott boð uppá eina av ársins bestu útgávum. Og ja, Thom Yorke og Jonny Greenwood eru ávikavist 55 og 52 til aldurs. Trummuleikarin Tom Skinner er "bara" 44 ár og sleppur kortini uppí part her. Sig so ikki tað.

Comments