Fólkaræði er eingin sjálvfylgja

Røðan, ið eg helt til mótmælistiltak hjá Unga Tjóðveldi á Speakers Corner, uttanfyri Løgtingið 31.03.10. Upprunaliga var ætlanin at taka gittaran við og spæla ein sang, men eg fekk onkursvegna sagt ja til at halda røðu eisini. Byrjaði at skriva røðuna og tá ein typt nøs setti stoppara fyri gittara og sangi, so bleiv tað bara til røðu. Hví ikki tað. Les endiliga! Eg vil fegin hoyra tínar viðmerkingar. Tað ber til at viðmerkja niðast.

Fólkaræði er eingin sjálvfylgja. Eitt væl fungerandi fólkaræði er so slett eingin sjálvfylgja.

Kanska er tað skeivt, at vit samanbera okkum við londini rundanum okkum. Norðanlond. Skandinavia. Hesi londini eru millum fremstu og best fungerandi fólkaræði í heiminum. Fólk fara á val, og tey eru so heppin at fáa okkurt, sum líkist tí, tey bóðu um, á valinum. So nøkunlunda, í øllum førum.

Hyggja vit longur út í heim, so er einki sum helst sjálvsagt í hesum. At liva í einum fólkaræði, sum riggar, er teimum fáu unt. Fyri meginpartin av heimsins íbúgvum eru mutur, svik, dráp og kríggj partur av gerandisdegnum. Tí tað at byggja land hevur við sær ógvusligar og áhaldandi rembingar. Konflikt. Ósemju.

Í okkara grannalondum duga tey tó at lata vápnini liggja og halda ósemjurnar verbalar. Orðadrátt. Debat. Kjak. Diskurs. Og tey duga rættiliga væl at hava eina politiska skipan, har tú so nøkunlunda veitst, hvat tú fært. Har tú kanst hava eitt ávíst álit á parlamentarisku umstøðunum.

Ein kann spyrja, um tað er skeivt at ynskja sær hesi tingini í Føroyum? Eru vit nóg, ja, framkomin til tess? Er tað utopiskt at tosa um eitt væl fungerandi fólkaræði í Føroyum? Eina politiska skipan, ið vit kunnu hava álit á?

Jamen, tað er bara at hyggja rundanum seg. Hygg at samfelagnum! Hygg at fólkunum rundanum teg. Hygg at teimum, sum hvønn dag fara upp og til arbeiðis og í skúla, og nýta síni evni til at framleiða tað, sum liggur teimum á hjarta. Hygg at vinnulívinum, hygg at blómandi mentanini, hygg at øllum tí, sum vit avrika. Hvønn dag!

Hetta samfelagið sigur mær somikið, at tað ER uppá sítt pláss at vilja eina konsekventa og málrættaða politiska leiðslu. Hvørki meir ella minni. Og ja, ein týðandi partur í hesum er sjálvandi, at vit vilja standa á egnum beinum og taka stýringina í egnum landi.

Eg eri troyttur av at yppa øksl yvir føroyskan politikk. Ella rættari; yvir mangulin uppá føroyskan politikk. Eg eri troyttur av at hyggja til fánýtis eftir felags stevi, felags málum og felags visiónum, og alt ov sjálvdan fáa eyga á eina kós, ið verður stungin út í kortið fyri alt samfelagið.

Eg eri ikki áhugaður í at standa her og vera í parti við nøkrum ávísum flokki ella ungmannafelagi, tí tað at føra konsekventan og málrættaðan politikk fyri alt landið er ein avbjóðing, sum allir teir politisku flokkarnir í Føroyum standa yvirfyri, uttan undantak.

Eg eri lesandi og eg búgvi í Danmark. Keypmannahavn. So eg eri stereotypan uppá hesar irriterandi ungdómarnar, sum fáa sær útbúgving uttanlands og síðani koma heim at vitja og halda seg vera.

Ah ja. Tað lættasta er at tiga og lata sum einki, men tað kemur ein bara ongan veg við. Og tað er ein alt ov útbreiddur óvani í Føroyum. Vit siga sum minst og lata standa til og eru um at ganga av verðini av innistongdum frustratiónum.
Lat vera við tí! Tak lut í kjakinum og finn útav, hvat tú heldur.

Herfyri varð sagt, at føroyskur ungdómur er politiskt líkasælur. Eg haldi ikki, at tað er so løgið, at ein ávis líkasæla ger um seg, tá stevið er so óstøðugt, sum tað er í føroyskum politikki. Tá tað ber so illa til at fáa eyga á ein málrættaðan og hugfangandi politikk, ið førir til annað og meir enn ypta øksl og nakkaskriðju en masse.

Tað er einki løgið í, at fólk hava lyndi at gerast politiskt líkasæl, tá førdi politikkurin sjáldan ella ongantíð endurspeglar teir menningarmøguleikar, ið búgva í fólkinum!

Okkara fólkavaldu hava eina ábyrgd at vísa í verki, at politikkur kann vera konsekventur, og at tað ber til at føra politikk við greiðum málum fyri framman.

Tíðin er komin til at halda uppat við at vingla fyri vág og vind, og bólturin liggur hjá tykkum, sum sita á tingi og í landsstýri. Megna tit ikki at spæla hann víðari, so mugu aðrar virkisfúsar kreftir sleppa framat.

Okkara samfelag stendur í blóma, og tað kann blóma enn meir. Men tað krevur eitt fólkaræði, sum riggar.

Politikkarar, sum tora at hugsa visionert.

Eina politiska leiðslu, ið vit kunnu hava álit á, og eina politiska skipan, har tað er samsvar millum tað, sum vit velja, og tað, sum vit fáa.

Takk fyri.

Comments