Á gáttini til helheim

Black Sabbath. Geezer Butler t.v. og Ozzy Osbourne t.h. Foto: Jacob Dinesen.
(Greinin stóð í Sosialinum fríggjadagin 1. juli 2016).

Farna vikuskiftið var Copenhell festivalurin hildin á sjeynda sinni, tá túsundtals málmsfjepparar savnaðust úti á Refshaleøen í Keypmannahavn til tríggjar dagar við málmi og hørðum rokki. Ovast á plakatini stóðu aldrandi ensku tungmálmsslóðararnir Black Sabbath. Undirritaði var á festivalinum fyri fyrstu ferð.

Síðani byrjanina í 2010 er talið av festivalluttakarum vaksið støðugt, og ársins festivalur setti met við 20.000 vitjandi. Hóast stóra vitjanartalið er økið somikið væl samansett, at skjótt og ómakaleyst er at finna runt. Nógvir føroyingar høvdu leita sær á ársins Copenhell, og tað sást aftur á festivalplássinum. Tú rendi teg javnan í føroyingar, prátið gekk lystiliga og kendist tað í løtum sum ein svartklødd málmsútgáva av eini føroyskari stevnu ella tónleikafestivali. Sjarmerandi onkursvegna.
King Diamond. Foto: Jacob Dinesen.
Tungmálmsestetikkur
Visuelt og retoriskt gera fólkini handan Copenhell sær væl og virðiliga dælt av eyðkenda tungmálmsestetikkinum, har myrkur og óndskapur ráa fyri borgum. Navnið “Copenhell” er sjálvandi umskriving av enska “Copenhagen”, og teir tríggir pallarnir eita eisini eftir ymsum variantum av helviti, t.e. deyðsríkinum. Høvuðspallurin eftir fornnorrøna “Helviti”, næststørsti pallurin eftir grikska “Hades” og minsti pallurin eftir “Pandæmonium” úr Paradise Lost hjá John Milton. Á festivaløkinum stendur ein svørt “kirkja” við umvendum krossum, og bussarnir, ið koyra millum økið og Christianshavn Metro eru sjálvandi nummar “666”.

Slíkt orðaval og súmbolikkur tykist kanska ógvusligt fyri tey óinnvígdu, men her skal undirstrikast við feitari (svartari) striku, at alt fer fram við einum skálkabrosi. Uppreistur og provokatión hava frá byrjan verið inngrógvin partur av tungmálmsmentanini, og serliga er tað spíðsborgarliga og stovureina penheitin, ið stendur fyri skotum. Tungmálmsestetikkurin við tess eldi, jarni og myrkri fellur eisini væl inn í umstøðurnar úti á Refshaleøen, ið er eitt gamalt ídnaðarøki við stórum verksmiðjubygningum o.ø. Hetta hóskar stak væl sum karmur til ein málmfestival. Fyrireikararnir hava hugsað um heildina, og í so máta er tað ein frægd fyri bæði eygu og oyru at vera á Copenhell.
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

Mótrák til flower power
Hvagani stavar so hesin málmsáhugin fyri óndskapi og myrkri? Í bókini Heavy Metal: The Music and Its Culture (1991) vísir sosiologurin Deena Weinstein á, at ein felagsnevnari fyri nøvnini, ið av fyrstan tíð vóru sett í samband við tungmálm - Led Zeppelin, Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep, Judas Priest, Motörhead, Iron Maiden, Dio v.fl. - er stigvísa ella vaksandi áherðslan á tað myrku og døpru síðuna av tilveruni. Har 60’ini vóru eyðkend av blomsturbørnum, hippie dreymum og fríum kærleika, gjørdist tungmálmsrákið eitt dømi um tað øvugta: fokus á kærleika var skift út við fokus á óndskap. Tað er ikki av leið at siga, at óndskapur verður settur í talu í tungmálminum. Tað svarta, tað myrka, tað dapra, tað ófrættakenda, tað ókenda, ja tað ónda fær størri rásarúm - bæði tekstliga, tónleikaliga og visuelt. 

Umhvørvið spælir eisini inn. Black Sabbath koma t.d. úr enska ídnaðarbýnum Birmingham, og í søguni um Sabbath verður av og á víst á hvussu hesin býurin er gráur og dapur, og at framtíðarútlitini hjá nøkrum ungum dreingjum av arbeiðarastætt vóru einki serligt síðst í 60’unum. Har var ikki nógv flower power at hóma. Við ídnaðarupprunanum hjá Black Sabbath í huga kendist tað ikki sørt rámandi at teir vóru høvuðsnavn á ársins Copenhell, ið nettupp gongur fyri seg í einum gomlum ídnaðarøki. Segði nakar hægri eind?
Hades pallurin aftaná afturlatingartíð. Úlvurin til høgru er eitt stórt eyðkennismerki hjá Copenhell. Foto: Jacob Dinesen.
Hósdagur
Her verður ikki tikið samanum alt, ið undirritaði hoyrdi, men eitt sindur skal sigast um tað besta. Hósdag vóru tað Alice Cooper og With The Dead, ið skaraðu framúr. Alice Cooper framførdi við fullmannaðum og ómetaliga væl spælandi rokkbólki afturat sær. Konsertin var orkumikil, teatralsk, undirhaldandi og rørandi. Tað var mikið stuttligt at hoyra klassiskar Cooper sangir sum ‘No More Mr. Nice Guy’, ’Poison’, ‘Feed My Frankenstein’ og ‘School’s Out’ í live útgávu.

Ein partur av konsertini var halgaður til Keith Moon (The Who), Jimi Hendrix, David Bowie og Lemmy Kilmister (Motörhead) við at spæla sangir hjá teimum í raðfylgju: ‘Pinball Wizard’, ‘Fire’, ‘Suffragette City’ og ‘Ace of Spades’. Hesin sekvensur kundi lættliga verið ein grunnur gimmick í hondunum hjá øðrum, men hjá Alice og co. kendist tað heldur rørandi og hjartaligt, fyri ikki at siga frálíka væl spælt. Hesir fýra falnu rokkarar vóru allir nøkunlunda javnaldrandi við Cooper, hvørs kristna navn er Vincent Damon Furnier, og var tað tí uppá sítt pláss, at teir fingu eina heiðran við á vegnum. 

Av nýggjari nøvnum var tað serliga dómadagsmálmbólkurin With The Dead, ið hugtók. Bólkurin var stovnaður í fjør, men telur fýra garvaðar rottur innan bretskan dómadagsmálm við drúgvari fortíð í bólkum sum Cathedral og Electric Wizard. With The Dead spæla treytaleyst harðan dómadagsmálm uttan nakað dikkedar. Spikafeitt!
Alice Cooper og gittarleikarin Nita Strauss undir liðini. Í bakgrundini bassleikarin Chuck Garric. Foto: Jacob Dinesen.
Fríggjadagur
Fríggjadag vóru tað serliga Megadeth, King Diamond og Abbath, ið skaraðu framúr. Har aðrir bólkar gjørdu nógv burturúr pallshowi, vóru Megadeth eitt sindur meira spartanskir. Teir møttu upp, spældu eina góða konsert og fóru avstað aftur. Har koyrdu gamaní filmbrot á bakteppinum, og Dave Mustaine hevði onkra viðmerking millum sangirnar. T.d. var ein sangur av høvuðsverkinum Rust In Peace (1990) ognaður fyrrverandi trummuleikaranum Nick Menza, ið andaðist fyri kortum. Annars var hetta, so segði hann, bara góður musikkur, og so var ikki meira hóvasták gjørt burturúr.

Vóru Megadeth relativt spartanskir, var King Diamond konsertin seinni á kvøldinum ein venjing í tí stórbært teatralska. Í so máta tók King Diamond, Kim Bendix Petersen (!) millum vinir, táttin upp frá fyrimyndini Alice Cooper. Her var aftur talan um eina stórt uppsetta teatralska konsert, ið m.a. innihelt eina framførslu av allari Abigail plátuni frá 1987. King Diamond er eitt kult fyribrigdi, og øllum dámar ikki líka væl snjøllu falsettrøddina, men konsertin sannførdi um, at har er meir at fara eftir enn bara kultvirði og lótir.

Tá liðið var út á teir myrku tímarnar var tíðin búgvin til eina megnar svartmálmskonsert, og hana fingu vit í ovurmát frá norska Abbath, fyrrverandi sangara í Immortal. Nú er hann farin solo og hevur savnað sær eitt all-stars toymi av grummum corpsepaintaðum kúllum. Teir spældu eitt satt frontalálop av orkumiklum svartmálmi kryddað við einum sindri av góðum gamaldags hardrokki. Í roynd og veru ein upplyftandi, nærum ekstatisk uppliving. Paradoksalt men satt.
Abbath, svartmálmur úr Noregi. Foto: Jacob Dinesen.
Black Sabbath
Leygardag var ymiskt á skránni, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at undirritaði hevði halgað sær henda dagin, sabbatin (!), til ársins absolutta høvuðsnavn. Spenningurin var øgiligur undan konsertini. Hvussu mundu hesir aldrandi tungmálmsslóðarar fara at standa seg? Eisini havandi í huga, at hetta also var síðsta Sabbath konsertin nakrantíð í Danmark. Aktuella konsertferðin eitur heilt einfalt “The End”, tí heilsan hjá gittarleikaranum Tony Iommi er farin at bila somikið nógv, at læknarnir fráráða honum at fara á fleiri drúgvar konsertferðir. 

Einhvør ivi var dyggiliga gjørdur til skammar, tí Sabbath spældu eina framúrskarandi góða og vælljóðandi konsert, har teir prógvaðu sína støðu sum tungmálmsslóðarar uttan líka. Ein sonn fragd at síggja Ozzy Osbourne í monumentala leiklutinum sum “The Prince of Darkness”: sannførandi frontfigurur og sangari í einum av heimsins bestu málmbólkum, og ikki sum mutlandi knarrivætti í hasi ønskriligu reality sjónvarpssendingini á sinni. Ein sonn fragd at síggja Tony Iommi, ein av mínum yndisgittarleikarum yvirhøvur, spæla eyðkent riff omaná eyðkent riff og fýra soloir av, ið rørdu innastu hjartastreingir. Tá fólk ikki sungu við reglum hjá Ozzy, sungu tey afturvið riffum og soloum hjá Tony. Tað sigur ikki so lítið. Eisini ein sonn fragd at síggja introverta og groovandi Geezer Butler leggja dyggan bassbotn. Saknur var í trummuleikaranum Bill Ward, ið ikki er við longur vegna svikaliga heilsu og sáttmálaósemju, men dugnaligi avloysarin Tommy Clufetos tók uppgávuna í størsta álvara og livdi seg inn í leiklutin.

Sabbath hava havt fleiri tíðarskeið og sangarar, men einki er at siga til, at fyrsta tíðarskeiðið við Ozzy er "urteksturin" hjá bæði Sabbath og málmi sum heild. Fyrstu seks Sabbath pláturnar eru essentiellar í so máta. Tær eru Black Sabbath, Paranoid, Master of Reality, Vol. 4, Sabbath Bloody Sabbath og Sabotage, allar innspældar og útgivnar árini 1970-1975. Á konsertini spældu teir einans sangir av teimum fyrstu fýra, umframt eittans lag av sjeyndu plátuni Technical Ecstasy (1976). Tað kendist sanniliga sum fóru teir aftur til røturnar og aftur til Birmingham. Hálvanannan tíma vardi henda máttmikla og livandi løta, og teir kundu sagtans spælt dupult so leingi. Tað er ikki ov nógv sagt, at menn steðgaðu á toppinum. Eitt virðiligt og inniligt farvæl. Tøkk fái Copenhell fyri hesuferð, og tøkk fái Black Sabbath fyri at vísa okkum hvar tungmálmsskápið skal standa!
Biergarten bjóðar tungmálmsdiskarar, tungmálmsfelagssang og gott tungmálmslag! Foto: Jacob Dinesen.
Sí fleiri Copenhell myndir hjá Jacob Dinesen her.

Sí fleiri tankar om Tony og Sabbath her.
Greinin sum hon sær út á prenti.

Comments