Frá monument til ambient

Kongaminnið. Mynd: Knút H. Eysturstein.
Eg luttók í paneli á LISA ráðstevnuni "Listapolitikkur í Føroyum" í Sjónleikarhúsinum leygardagin 29. okt. Kjakevnið var "List í almenna rúminum" og hinir panellutakarnir vóru Meduna Dalsgaard, arkitektur og Hansina Iversen, listakvinna. Hetta var mítt upplegg til kjakið:

Monument: ein obeliskur, standmynd ella bygningur, ið verður reist til minnis um ein persón, eina hending, ella til tess at hátíðarhalda eitthvørt. Úr latíni: “monumentum”, úr monére - at minna á, áminna - at ráða, ráðgeva.

Ambient: úr latíni, “ambiens”og “ambire” = “at ganga runt um”.
Sprotar tú “ambient” fært tú umhvørvis-, umfevnandi, sum ringir seg um, sum liggur kring um.

Hví hugsi eg um monumentir í sambandi við evnið “List í almenna rúminum”? Jú, nú er tað so, at vit búgva beint við Gripsheygg, og hava tískil frítt útsýni niðan á Kongaminnið. Í 2011 var ráðstevnan “Millum Kongaminnið og Kitsch”, og hon snúði seg júst um “list í almenna rúminum”. Kongaminnið stendur framvegis á sama heyggi, har tað hevur staðið síðani 1882 sum eitt monument. Til áminningar. Um fyrstu donsku kongavitjan í Føroyum. Tað er so tað sum tað er, men formurin - obeliskurin - er klassiskur, fornur, og stavar frá gamla Egyptalandi. Tað er tíðarleyst og hugtakandi onkursvegna.

Hví hugsi eg um “ambient” í hesum samanhangi? Tá eg hugsi um list í almenna rúminum, so hugsi eg gjarna um okkurt materielt og visuelt - helst okkurt, ið hevur við myndlistina at gera. Okkurt, ið tolir veður og vind, sum tú kanst høgga úr einum steini. Standmyndir og tílíkt. Mítt fakøki er tónleikurin, ella orðað eitt sindur breiðari: tað auditiva. Ljóð. Hvørji ørindi hevur ljóð í listini í almenna rúminum? Akustikkur hevur eitt greitt funktionelt brúk í t.d. arkitekturi, har tú kanst definera og betra um akkustikkin í einum høli ella dempa óljóð frá trafikki í einum ávísum almennum rúmi við at gera neyðugu tillagingarnar. Men tankin um at leggja ljóð afturat - at avspæla ella elva til ljóð - til tess at skapa ella leggja afturat einum almennum rúmi, er rættiliga óroyndur.

Tá eg hugsi “tónleikur í almenna rúminum”, so eru verk hjá enska tónleikaranum og listamanninum Brian Eno eitt tað fyrsta, ið rennur mær í huga. Hóast hugtakið “ambient” sum áður nevnt hevur fornan uppruna, kenna vit tað best frá Brian Eno, sum í 1978 útgav plátuna Music For Airports við undirheitinum Ambient 1. Í húsatekstinum til plátuna lýsir Eno ambient tónleik sum “umhvørvistónleik” og “tónleik, ið hýsir nógvum ymsum lurtihættum, - tónleikur, ið kann ignorerast og sum eisini kann vera áhugaverdur.” Endamálið við ambient tónleiki er at elva til eina kenslu av kvirru ella ró, at veita rúm at hugsa í. Tað var týdningarmikið fyri Eno at differentiera henda tónleik frá tí muzak og dósa- og elevatortónleiki, ið onnur høvdu framleitt frammanundan. Ørindini við ambient tónleiki vóru stutt sagt listaligari og meira hákonseptuell enn so.

Íblásturin til Music for Airports kom eftir at Eno var fastur á Köln-Bonn flogvøllinum í Týsklandi miðskeiðis í 70’unum. Ætlanin við Music For Airports var, at tað skuldi spælast sum eitt framhaldandi loop á einum flogvølli. Hetta hendi eitt skifti í 1980, tá róligu og ambientu bandloopini á Music For Airports vóru installeraði í einum terminali á LaGuardia flogvøllinum í New York. Ambient hevur síðani 70’ini spjatt seg til at vera nýtt sum hugtak innan alsamt fleiri listagreinir, innan estetikk og so smátt innan ymisk ástøði eisini.

Fyri at venda aftur til Kongaminnið og tað monumentala, so meti eg, at júst hetta hevur eyðkent nógva list í almennum rúmum í Føroyum. Talan er mangan um standmyndir, ið eru ítøkiligar og monumentalar og hava við fortíðarminni at gera. Ein feril av tí folkloristiska hongur uppi við, ja ofta er fitt av folkloristikki vavt uppí - sagnir, tað siðbundna, siðir og serstakir persónar av søguligum týdningi, helst navngivnir menn og ónavngivnar, naknar kvinnur.

Tankin handan slíkar standmyndir tykist vera eitt ynski um at styrkja um fatanina av fólki og landi - av tí sum vit hava til felags, av tjóðini, av tjóðskaparliga og etniska felagsskapinum og tess uppruna í tí premodernaða. Eisini hóast hesin uppruni er konstrueraður og verður tvíhildin um í seinmodernitetinum. Monumentir og standmyndir hava mangan ein greiðan tjóðskaparligan dám, og hetta er ein arvur frá nationalismuni, ið tók seg upp í 18. og 19. øld. Ofta hongur ein rættiliga tungur tjóðskaparligur súmbolikkur uppi í standmyndum. 



Í hesum samanhangi er tað ikki sørt, at ein kundi hugsað sær nýhugsan og meira pláss fyri tí ambienta. Minni monumentalt, meira abstrakt. Minni áminning og tungan súmbolikk. Meira av tí ambienta, umfevnandi og objektleysa. Meira av ljóðlist, ljóðinstallatiónum og ljóðfyribrigdum í almenna rúminum, og hetta fevnir ikki bert um ljóð, men eisini um t.d. ljós, ljóslist, ljósinstallatiónir o.s.fr.

Hóast eg tosi vegna tónleikin mugu míni ørindi helst skiljast breiðari enn bara sum umboðandi tónleikin og tað auditiva. Grundleggjandi snýr hetta seg um ein ambientan hugburð, har vit duga at síggja list í almenna rúminum sum nakað umfevnandi. Hesin hugsunarháttur kann brúkast sum ein lopfjøl til at síggja listaverkið í veruligum samspæli við tess umhvørvi. At listaverkið er umhvørvið og øvugt, at umhvørvið er listaverkið.
Plátuhúsin til Brian Eno: Ambient 1 - Music for Airports (1978).

Comments