Í Gøtu ein (leygar)dag

Hanus Mikael, 3 ár, t.v. trínur dansin til Ævintýraferðina saman við vinmanninum Villiam. Fittir eru teir! Mynd: Arianna Carotta.
 Framhald av hesi greinini.

Fitta myndin omanfyri var at sjá á Portalinum í morgun, og so fekk eg hug at skriva nakrar reglur og savna nakrar myndir frá okkara leygardegi á G! Festival. Eldri sonurin hjá okkum, Hanus Mikael, dyrkar Ævintýraferðina, og tað var ikki sørt stuttligt at síggja hansara reaktión uppá Ævintýraferðina live.

Feðgar á festival.
Undirritaði fekk tað mesta av hósdegnum við á G!, men fríggjadagurin stóð í familjurnar tekini, og vit vóru heima um dagin og fóru gongutúr nærhendis Mannafellsdali um nátturatíð. Leygardag á middegi koyrdu vit til Syðrugøtu, hóast veðurforsøgnin sá eitt sindur ivasom út. Veðrið batnaði tó út á dagin, og seinnapart og út á kvøldið vóru enntá sólglottar í Syðrugøtu.

Komin! Altíð hugaligt at hava fjølskylduna við sær innar í Töting.

Eins og hósdag høvdu vit aftur eina off-venue konsert við Høgna leygardag - hesuferð í Tøting.
Mynd: Steen Ove Toft.
Eftir lokin ørindi í Tøting, har Hogni trio hevði eina framførslu fyri sponsorum, gekk leiðin oman á spæliplássið, har ongin minni enn Ævintýraferðin hevði konsert við vokalbólkinum Sway afturat sær. Hetta gjørdist ein sera hugnalig løta saman við børnunum.

Ævintýraferðin feat. Sway borðreiddi við Grækaris Græshøvd, Bob tann feiti rúmdargrísurin, Flenn og øðrum framúr slagarum fyri børn og vaksin.

Hestarnir skulu líka observerast á veg oman á sandin.

Aftaná Ævintýraferðina lokkaði sandurin við saltfiski og øðrum góðum, og vit fingu eisini í okkara part. Meðan vit ótu kom Petur Asbjørn frá FM1 og gjørdi eitt prát við meg og Høgna, ið høvdu sett okkum við uttandura borðini uppi yvir sandinum at fáa okkum ein bita saman við familjunum. 

Sandurin var eisini karmur um eina frálíka og vælupplagda konsert frá Teiti og co. Akkustiskt klaver, blásaratrio og Benjamin Petersen á gestagittar. Ein deilig løta, sum tó var notin uppá treytirnar hjá Hanusi Mikael, ið reikaði lystiliga runt á Sandinum. Men tað riggaði eisini fínt, tí ljóðið var eisini gott heilt har afturi.

Hon er føgur og fín, og her stendur hon við yngsta alvanum til Teitur konsert á Sandinum <3
 

Tey fáa sær ein svingom til Teitur'sa tónar.

Eftir lokna Teitur konsert spákaði eg mær yvir í Fjósið, har paneltiltakið Vinylmania var á skrá. Inni í Fjósinum hitti eg Bjørn Hentze Bech, ið eisini skuldi vera við í panelinum, og eftir stuttari løtu vóru bæði Meinhard Jensen og John Dam eisini uppmøttir. Sum rosinan í pylsuendanum kom Sissal Kampmann, vertur og moderator fyri tiltakinum, smílandi innum hurðina, og so var klárt at fara í gongd.

Panelprát um vinyl - tólvtumma og sjeytumma og alt har í millum.

Fyrst presenteraðu vit okkum uppá skift - allir høvdu góðar søgur og anekdotur at borðreiða við, og eitt spennandi úrval av plátum og stakplátum var sýnt fram fyri áhoyrarunum, sum gamaní ikki vóru so nógvir í tali, men sum lótu sera væl at prátinum aftaná. Hetta tiltakið snúði seg meira um kvalitet enn kvantitet.

Meinhard greiðir frá.

Suðuroyingurin Bjørn Hentze Bech prógvaði enn einaferð síni sjáldsama góðu frásagnarevni og ditto humoristiska sans.

Meðan Bjørn greiðir frá havi eg tikið mínar úrvaldu stakplátur fram. John Dam inspiserar úrvalið saman við mær. Sjálvur hevði hann eitt bulmikið úrval av dýrgripum við sær, inkl. elstu lakkplátur, ið eru komnar út í Føroyum. Nærlagt og nørdut. Mynd: Meinhard Jensen.

Panelprátið vardi ein knappan tíma, og vit komu víða um. Tað bleiv flent og hugleitt í allar endar og kantar, og móti endanum kom Sissal við niðurstøðuni: hetta eigur at gerast ein røð av útvarpssendingum, og tað eri eg púra samdur í. Aftaná panelprátið beyð eg fjølskylduni farvæl, tí nú var tað vorðið seint og synirnir skuldu í song. Eg var tó verandi í Gøtu og upplivdi nakrar konsertir afturat.

Soundcloud sensatiónin RSP manifesterar seg á Spæliplássinum. Proppfult av fólki og nógv lív í.

Tað fyrsta, sum eg hoyrdi saman við mongum øðrum, var Soundcloud sensatiónin RSP á Spæliplássinum. Her var proppfult av fólki og nógv lív í. Øll sungu og rappaðu afturvið og dugdu bersøgnu og opinskáraðu tekstirnar uttanat. RSP leggja ikki tekstligu fingarnar í millum, men rappa um alt tað, sum onnur kanska kundu hugsa sær at goymt burtur. 

Stuttligt at uppliva hvussu eitt slíkt ektað og heimligt undirgrundsfyribrigdi kemur brúsandi upp til yvirflatan. Tað er neyvan ov nógv sagt, at RSP veruliga manifesteraðu seg fyri almenninginum til hesa konsertina. Í øllum førum mundu tað verða mong av teimum eldru, ið fingu eyguni og oyruni upp fyri bólkinum hetta kvøldið.

Máttug og vøkur Eivør konsert á Sandinum. Serstakliga flott ljóðmynd, ið tey fýra á pallinum borgaðu fyri - umframt teir báðir á ljóð og ljós í teltinum.

Síðani var tað Eivør á Sandinum, og tað hava vit roynt mangar ferðir fyrr, men orsaka av korona var hetta fyrstu ferð, at vit fingu høvið at hoyra frálíku elektronisku popp løgini av Segl (2020), ið ljómaðu so fagurliga í kvøldarluftini. Og so fingu vit eisini eldri nýklassikarar sum 'Salt' og 'Í Tokuni', umframt ein darrandi og stórslignan 'Falling Free' sum endalag (upprunaliga av plátuni Room, ið longu hevur tíggju ár á baki).

Tað var nú vorðið kaldari, og undirritaði hevði tørv á A. at tøma bløruna, B. rinda møðina, og C. sita niðri eina løtu. Leiðin gekk niðan í Tøting, har øll ørindini vóru ornaði. Her spældu Kóboykex eina midnáttarbonuskonsert, og hóast ljóðroyndin var heldur kaotisk, ljóðaði tað óføra væl undir konsertini. Einasta minus var, at Heiðrikkur fekk kovboyhattin hjá sær stjolnan, og tað er nú ringur stílur at stjala ein ljósabláan kovboyhatt, tí slíkir hanga altso ikki á trøunum.

Feministiska og macho dekonstruerandi kovboykontri hjá Kóvboykeks riggar altso stak væl - við ella uttan kovboyhatt!
Høvi vóru eisini at práta við fólk og fáa sær ein gibbernakkara ella tveir í góðum selskapi, og tímarnir gingu stútt. Brátt var klokkan vorðin nógv, og eg tímdi ikki meir. Tá ein hevur smábørn sovandi heima, er hugurin ikki tann sami til náttarlevnað. Leitaði mær tí yvir í bussskýlið í Syðrugøtu og tók bussin til Havnar. Tað var ein av hesum her smáu bláu Bygdaleiðir bussunum.

Í bussinum yvirhoyrdi eg eitt dúgligt kjak millum tey frammanfyri um, hvør av Indiana Jones filmunum er tann besti at hyggja eftir, tá tú ert komin heim úr býnum og hevur keypt pitsa heim við. Haldi ikki har var nakar greiður vinnari, men fýrarin, Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull, fekk óvæntað góð skoðsmál. Allar súður eru ikki syftar enn. Takk fyri hesuferð.

Comments