7/3/13

Link Wray

Link Wray (1929-2005).
Í februar mánaði hevði eg eini ørindi úti á Christianshavn, og á vegnum heim bar eg eygað við Christians Kirkjuna. Ikki hana í Klaksvík, men hana úti á Christianshavn. Har eru tvinnar kirkjur á Christianshavn: Vor Frelsers Kirke á Sankt Annæ Gade á veg út móti Christiania, og so Christians Kirkjan á Strandgade. Sama Strandgade hevur Norðurbryggjuna í hinum endanum.

Í tí eg bar eyga við Christians Kirkjuna fór eg at hugsa um eitt, ið eg havi hugsað um fleiri ferðir áður: Link Wray er jarðaður har.

"Link Wray?" hugsar tú kanska.

Ja, Link Wray. Mæti amerikanski rock'n'roll gittarleikarin, ið uppfann power akkordina (e.k.s. barré akkordin), prikaði hol í gittar forsterkaran til tess at mana fram distortion, og var millum allarfyrstu rock tónleikarar at brúka noise/óljóð sum integreraðan part av sínum tónlistarliga úttrykki.

Link Wray, ið flest allir gittarleikarar við virðing fyri sær sjálvum síggja sum eina legendu. Link Wray, ið innspældi legendariska lagið 'Rumble', ið er ein hornasteinur í rock, rock'n'roll, rockabilly, psychobilly, heavy, metal, thrash, you name it...
Ein savnspláta við the early stuff hjá Link.
Hevur tú sæð Pulp Fiction? So hevur tú hoyrt 'Rumble'. Lagið er at hoyra í bakgrundini, tá Mia og Vincent eru úti og fáa sær ein bita á Jack Rabbit Slim's. Meðan tey sita og práta í "bilborðinum".
Hevur tú sæð kula gittar heimildarfilmin It Might Get Loud, har Jimmy Page, The Edge og Jack White práta og nørda gittarar? So hevur tú sæð brotið har tann elsti og mætasti av teimum trimum, Jimmy Page, leggur sína sjey tumma stakplátu av 'Rumble' undir nálina, og transformerast til ein kátan, stórsmílandi smádrong, í somu stund sum hann hoyrir tónarnar úr gittaranum hjá Link.

Link Wray var ikki bara ein fasinerandi gittarleikari, hann var eisini ein fasinerandi persónur. Hálvur indiánari (í dag er tað helst rættari at siga 'innføddur amerikanari') av Shawnee fólkinum. Hesin parturin av hansara uppruna hevði týdning fyri hann, og hann tosaði heilt fitt um tað í framførslum og samrøðum. Hann var annars ein rokkari í leðurjakka og sólbrillum. Ein klassiskur mystiskur reikara figurur, ið spældi skitnan el-gittar. Fyrr í tíðini hevði hann kanska havt revolvarabelti ístaðin fyri gittara.

Sum ungur fór hann í herin, og endaði í Korea krígnum. Har var hann skaddur somikið ógvusliga, at hann misti annað lungað. Læknarnir søgdu at hann fór ikki at kunna syngja meir orsaka av skaðanum, so hann hugsavnaði seg ístaðin um gittarleik og -ljóð: um at arbeiða við gittaranum sum primerum framberingaramboði. Kanska var tað av hesi orsøk, at hann megnaði at mana fram eitt so eyðkent og tiltikið gittarljóð.
Savnsplátan Jack The Ripper, ið eg havi standandi í savninum.
Link Wray giftist við danskari kvinnu í 80'unum, og tey bæði fluttu til Keypmannahavnar. Link búði á Christianshavn inntil hann andaðist í 2005. Soleiðis endaði hesin mystiski, hugtakandi og næstan arketypiski rock'n'roll figururin sínar dagar í Keypmannahavn. Hann var jarðaður í kryptini í Christianskirkjuni.

Tað leiðir okkum so aftur til dagin í februar, tá eg bar eygað við Christians kirkjuna, og fór at hugsa um Link, ið liggur grivin har. Eg gjørdi av at vita um eg slapp innar í kryptina, og so var. Eg fór innar, fann steinin við áskriftini um Link, og stóð har eina løtu og segði einki.

Øll, ið hava fingist við el-gittar og distortion pedalir skylda hesum manninum heilt nógv. Ella rættari; hava honum nógv fyri at takka. Kanska var okkurt poetiskt í at eg valdi at takka hesum tónleikara, ið fekk so nógv burturúr noise og distortion, við at lata tøgnina tala.
Á grøvini hjá Fred Lincoln 'Link' Wray. Foto: Knút H. Eysturstein (blómurnar stóðu har frammanundan).
"He is the king; if it hadn't been for Link Wray and 'Rumble', I would have never picked up a guitar." -Pete Townsend, The Who.




No comments:

Post a Comment