1/21/15

Plátuhandlar í París #1

Dagsins fongur.
 Í morgin er ein vika síðan vit fluttu til París. Vit skulu búgva her á Cité Internationale Universaire de Paris í tríggjar mánaðir. Solveig tekur eitt semestur her og eg eri farin við í arbeiðsørindum.

Í dag gjørdi eg av at seta hol á plátuhandilsvitjanir. Sambært Pitchfork er París forkelaður við plátuhandlum, men eg fór á rannsóknarferð við støði í einum øðrum lista yvir plátuhandlar, ið Time Out Paris hevur sett saman. Valdi mær tvinni støð í fyrsta umfari: Plus de Bruit og Exodisc. Talan var um sjarmerandi støð í báðum førum (eg hevði heilt erligt ikki væntað annað), og eg fór eisini til hús aftur við fongi. Synd at siga at Tórshavn er forkelaður við plátuhandlum, men heimkomin síggi eg tey gleðiligu tíðindi á Facebook, at Tutl handilin á Káta Horninum er farin at selja útlendskt vinyl afturat tí føroyska. Viva la vinyl!

Eg valdi mær áðurnevndu handlar úr rúgvuni, tí teir sóu út sum handlar við úrvali innan alt møguligt. Reint logistiskt var tað eisini ein heppin avgerð, tí eg kundi faktiskt taka eina metro við fáum stoppum millum handlarnar báðar.
 Vit búgva sum áður nevnt á CIUP, og nærmasta tok stopp her er Cité Universitaire. Tað er faktiskt ikki ein metro støð, men ein tokstøð, har regionalu RER tokini steðga. Tó er skjótt og ómakaleyst samband við metro støðir, og allur býurin er so at siga knýttur upp í hetta umfatandi metro, tram og tok netverkið.

Fyrsti handilin á skránnið var Plus de Bruit á Rue de la Rouchefoucauld 35 í 9. arrondissement. Eg tók metroina til Auber støðina, og gekk síðani í ein norðan. Tað tók eini 10-15 minuttir at ganga, og so lá hann har.
Plátu og teknisrøðsbúðin Plus de Bruit.
Eg fór innar, og eigarin Jean Paul beyð góðan dag. Eg tað sama, men so steðgaði samrøðan eisini. Eg dugi lítið og einki franskt, og var heldur ikki komin fyri práta, men fyri at crate dig'a. Tá eg hevði verið inni eina løtu, komu stammkundar á gátt, og teir prátaðu dúgliga við eigaran. Onkur hevði hund við. Heimligt! Úrvalið er eklektiskt og forvitnisligt, og ikki minst; bíligt! Pláturnar lógu runt rokna um 10 euro í kostnaði. Tað er altso heilt ok. Tað tyktist ikki sum at alt var líka gott sum var at finna, men hinvegin var eisini nógv sum eg ikki kendi. Fyri prísin var tað ikki at kimsa at. Eg leitaði nokkso leingi, og fongur vísti seg at verða í "soul-funk-disco" sektiónini, har eg fann tvinnar útgávur:
Dupult LP'in East Memphis Music - The Hits from The Stax Era stóð aftast í kassanum, og er eitt satt gullnám av klassiskum soul og funk stakplátum frá Stax tíðini. Otis Redding, Al Green, Aretha Franklin, Wilson Pickett, Booker T. & The MGs, The Staple Singers o.a. Heilt fantastisk savnspláta, og niðast stendur "Special limited edition, for radio & airplay only, not for sale or transfer", og tað verður tað ikki minni forkunnugt av. Havi altíð ynskt mær eitt breitt úrval av Stax klassikarum á einari og somu LP útgávu, so hetta var akkurát fyri. Bílig og, at síggja til, í góðum standi eisini (royndarspælingar mugu bíða til vit koma heim aftur til Føroya).
Í somu sektión fann eg Warm Leatherette (1980) hjá Grace Jones. Tað er relativt stutt síðan eg byrjaði at dyrka Grace, men leingi er tað, ið væl skal vera. Warm Leatherette er ein av klassisku 80'ara disco útgávunum hjá henni.

Hugdi eisini gjøgnum rock, metal o.a. sektiónirnar, men beit ikki reiðiliga merki í nakað fyrrenn eg kom til sjey tumma stakpláturnar. Tað er jú ein heil vísund fyri seg innan vinyl dyrking. 7 tumma singlur. Seven inch, so segði hann. Hesar smáu stakpláturnar, ið innihalda eittans sang á hvørjari síðu. Har var eisini nógv forkunnugt, og eg fann mær nøkur samlaraobjektir:
Hendan var somikið stuttlig at eg mátti hava hana. Ennio Morricone gjørdi soundtrack til Dino de Laurentiis filmin Orca. Leiddi tankarnar á okkara egna Orka.

U2 hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta, so tá eg komi fram á kult memorabilia fái eg illa latið vera. Her er tað 'Mysterious Ways' á 7-tumma.

U2: 'The Fly'. Millum bestu rock sangir nakrantíð. Nú eisini á 7-tumma stakplátu.

U2: 'Get On Your Boots'. Ikki í sama klassa sum 'The Fly', men hvat tá.
Nú var ein góð løta farin, eg gjørdi meg lidnan í Plus de Bruit og beyð Jean Paul farvæl. "Au revoir". Nøgdur við fongin. Gott og bíligt, ikki minst! Spákaði mær oman til metrostøðina St. George á linju 12. Lítla løtu seinni var eg á Jules Joffrin støðini í 18. arrondissement. Eitt hanagleiv hagani lá handilin Exodisc:
Plátubúðin Exodisc á rue du Mont-Cenis nr. 70.
Eitt miðaldrandi par rekur handilin, og tey virka snøgt sagt hamrandi kul. Úrvalið er suverent, feitur tónleikur var allatíðina spældur meðan eg var har (eg gav mær góða tíð), tey royktu inni og snakkaðu non-stopp við kundarnar, ið komu og fóru. Góð vibe! Her var straks eitt sindur dýrari enn í Plus de bruit, men úrvalið var eisini spot on. Eg endaði sum ikki einaferð í soul-funk o.a. sektiónini, og her fann eg eina útgávu, ið eg havi leitað eftir leingi:
Yellow Moon hjá Neville Brothers er ein serlig ein. Art Neville var sum kunnugt við í legendariska New Orleans funk bólkinum The Meters áðrenn hann og beiggjarnir stovnaðu Neville Brothers. Henda útgávan er produsera av Daniel Lanois, so hon hevur tað besta av tí amerikanska sett saman við tað besta av tí atmosferiska. Tað var Jón (Tyril), ið vísti mær Neville Brothers á sinni. Og Jens (L. Thomsen) lænti mær fløguna, tá vit gingu í student.

Eg leitaði nokkso leingi afturat, og fann eisini sera nógv gott. Tó mátti okkurt veljast burturúr rúgvuni, og eg endaði við at runda dagsins vinyl-rannsókn av við tveimum blues útgávum, ið eg leingi havi havt gott eyga á:

King of The Delta Blues Singers er ein endurútgáva av teirri Columbia Records plátuni frá 1961, ið gjørdi Robert Johnson kendan í 60'unum. Johnson sang sínar sangir inn í 30'unum, men doyði stutt eftir, og var hálvavegna gloymdur í næstan tredivu ár. Henda útgávan var við til at gera hann kendan, og gittaristar báðumegin atlantshav fóru at dyrka hann sum tónlistarligan ættfaðir. King of The Delta Blues Singers er snøgt sagt ein av bestu blues útgávunum nakrantíð. So er tað sagt.

Seinna útgávan stendur lítið aftanfyri: tveir eru teir blues menn, ið eita Johnson, og ilt er at taka dagar ímillum hvør teirra er meira rúnarbindandi at lurta eftir. Blind Willie Johnson, tað er hann sjálvur við Áðrenn Elvis temalagnum ('Dark Was The Night, Cold Was The Ground' eitur tað). Hann hevur íblást meg á heilt serligan hátt, og tað havi eg bloggað um áður.

Eftir henda væleydnaða túr var ikki annað í at gera enn at leita sær heimaftur. Eg viltist eitt sindur á heimferðini, men ikki meir enn at tað bilaði. Tað kunnu vit koma nærri inn á eina aðru ferð.

Nú eg hyggi aftur á dagsins fong, er eitt ávíst tema gjøgnumgangandi: hetta er góðskutónleikur úr teirri diasporisku svørtu siðvenjuni í USA. Afrikanskt-amerikanskur tónleikur. Blind Willie Johnson, Robert Johnson, Stax, Neville Brothers og Grace Jones. Umframt sjey-tumma ráritetir. Um Harrin vil og tað viðrar verður framhald av "Plátuhandlar í París" røðini. Hoyrast!

No comments:

Post a Comment