2/23/19

Doom viðmæli

Í gjár kom nýggj pláta frá navnframa svenska doom bólkinum Candlemass á marknaðin. Hetta er fyrsta Candlemass útgávan við originala sangaranum Johan Längqvist í 33 ár, og legendan Tony Iommi úr Black Sabbath leikar gestasolo á einum lagi. Av hesum og øðrum áðum - einamest tí at mær dámar væl gott doom - havi eg valt at viðmæla nakrar úrvaldar klassikarar innan sonevndan dómadagsmálm - doom metal. Hetta seigliga, seina og dapra slagið av málmi, ið setti ferðina niður, tá aðrar undirsjangrur gjørdust alsamt skjótari (thrash, death, black v.fl.). Talan er ikki um ein komplettan lista, men um nakrar úrvaldar plátur, ið mær dámar væl. 


Black Sabbath: Master of Reality (1971)
Í grundini eru allar tær fyrstu seks pláturnar hjá Black Sabbath úr Birmingham, Onglandi verdar at viðmæla, tí tær eru hollur partur av grundarlagnum innan málm yvirhøvur. Skal ein einstøk útgáva veljast burturúr, so má valið kortini fella á triðju útgávuna Master of Reality, ið er ein rættur urtekstur innan dómadagsmálm. Riffini eru tung, sein og undirgangskend, framleiðslan er atmosferisk og sannførandi, og sangskrivingin er krútsterk úr enda í annan. Bæði doom, stoner og sludge metal kunnu slóðast aftur til hesa útgávuna. Eitt satt meistaraverk.


Trouble: Psalm 9 (1984)
Farið verður kronologiskt til verka, og onnur útgávan á listanum er debutplátan hjá Trouble úr Chicago, USA. Trouble teljast millum slóðandi nøvnini, ið veruliga settu doom á breddan miðskeiðis í 80-unum. Psalm 9 er debutútgávan hjá Trouble, og sigast má at teir leggja sterkt frá landi, tí hetta er ein fantastiska góð og sannførandi útgáva frá einum stak hugtakandi bólki. Eitt áhugavert við Trouble er, at limirnir eru kristnir og tekstirnir eru hareftir. Tónleikurin hevur tó eisini ein dapran kant. Henda útgávan rokkar og er á tremur við feitum riffum.


Candlemass: Doomicus Epicus Metallus (1986)
Áðurnevndu Candlemass úr Svøríki hoyra eisini til doom bylgjuna miðskeiðis í 80-unum. Debut útgávan Epicus Doomicus Metallicus frá 1986 leggur í grundini navn til sjangruna - heitið á plátuni er ein "klosturlatínsk" útgáva av Epic Doom Metal. Candlemass eru eisini garantar fyri júst hesum slagnum av doom, ja í grundini er her talan um weird doom av tí teatralska slagnum. Vokalarnir hjá Johan Längqvist geva úttrykkinum ein operatiskan og "skeivan" kant, ið klæðir teimum væl. Stutt eftir útgávuna fór Längqvist tíverri úr bólkinum, men nú - 33 ár eftir debutútgávuna - er hann aftur plátuaktuellur við Candlemass. Hurrá!


Saint Vitus: Born Too Late (1986)
Hóast hesin listin inniheldur fleiri útgávur og bólkar, ið svørja til klassiskt doom, so eru Saint Vitus kanska tað mest retro navnið av øllum. Hugsjónarliga hevur bólkurin nógv í felag við punk rørsluna í USA, men tónleikurin er old school klassiskt 70-ara doom. Hugt verður aftureftir uttan at himprast, og tað endurspeglast í heitinum á triðju plátuni hjá bólkinum, Born Too Late. Saint Vitus vóru úr Los Angeles, og henda plátan er frá 1986. Hetta var tíðin, tá hard/glam rock bólkar sum Mötley Crue og Guns N' Roses brutu í gjøgnum. Mitt í rokanum kemur so hetta totalt idiosynkratiska doom navnið við sínum treytaleyst afturlítandi tónleiki.  "This album is like Black Sabbath on Quaaludes and wearing lead suits underwater." segði ummælarin hjá Allmusic.com, og tað er nokkso spot on. Frálík útgáva.


Pentagram: Day of Reckoning (1987)
Pentagram úr USA hoyra uppí tann Sabbath dyrkandi partin av dómadagsmálmi, og saman við Candlemass, Saint Vitus og Trouble mynda teir dómadagsmálmsrákið frá miðskeiðis í 80-unum. Á Day of Reckoning frá 1987 leggja Pentagram seg tætt uppat Sabbath í bæði teksti og gittarljóði. Somikið nógv, at sumt ljóðar sera nógv av Sabbath, enntá eru einstøk brot í teksti og lagi sum eru identisk við brot úr Sabbath sangum. Tað kann ein so fyrihalda seg til. Sjálvur haldi eg at henda Sabbath dyrkanin er dyrkingarverd í sjálvum sær. Tað er ein sjarma við bólkinum og ikki nakað negativt. Forsangarin Bobby Liebling hevur havt eina rokmikla lívsøgu, ið m.a. verður umrødd í heimildarfilminum Last Days Here (2011).


Cathedral: Forest of Equilibrium (1991)
Undanfarnu fýra útgávurnar á hesum listanum eru amerikanskar og svenskar. Við Black Sabbath hevur Bretland kortini krav uppá doom upprunan, og í 90-unum klokka bretar so dyggiliga inn aftur á doom talvuna við eini bylgju av nýggjum bólkum. Ein hin mest týðandi útgávan í hesum høpi er debutplátan hjá Cathedral úr Coventry. Forest of Equilibrium er ein fantastiska hugtung, seiglig og døpur útgáva, og ein doom klassikari. Plátan hevur eitt mórut og myrkt ljóð, ið stuðlar undir yvirskipaða úttrykkið. Sangarin Lee Dorian var upprunaliga við í Napalm Death og hevur seinni sungið við somuleiðis frálíku doom trioini With The Dead.


My Dying Bride: Songs of Darkness, Words of Light (2004)
Vit vera verandi í Bretlandi. My Dying Bride eru umboð fyri eitt serstakt slag av gotiskum, romantiskum og depressivum (well, duh) dómadagsmálmi. Eitthvørt uber bretskt er yvir bólkinum og tónleikinum. My Dying Bride byrjaðu at spæla saman í 90-unum, men á hesi útgávuni frá 2004 rennur alt saman í eina hægri eind. Onkrar av eldru útgávunum hava t.d. í so cheesy keyboard ljóð og ov klæntrasligt heildarljóð. Á Songs of Darkness, Words of Light er "production value" tó í topp. Gittarljóðið er framúr, løgini eru góð, atmosferisku keyboardljóðini hjá tangentleikaranum Sarah Stanton raka plett og sangarin Aaron Stainthorpe er púrasta í essinum. Vónleyst vakurt.


Yob: Clearing The Path to Ascend (2014)
Trioin Yob úr Eugene, Oregon á amerikansku vesturstrondini umboðar eitt serstakt og egið slag av kosmiskum doom. Tað klæðir teimum mikið væl. Tónleikurin er tungur, vællljóðandi og langtandi. Yob hava sítt egna og gjøgnumarbeidda sound. Ilt er at taka dagir ímillum hvør besta Yob plátan er. Nýggjasta útgávan Our Raw Heart (2018) er t.d. mikið bergtakandi, men eg velji kortini Clearing The Path To Ascend frá 2014. Henda plátan inniheldur fýra løg, ið hvør sær eru millum ellivu og nítjan minuttir til longdar. Sostatt eru vit yviri í tí episka, ja næstan progutta, men kortini við einum tungum og jarðbundnum doom stevi. Framúr.


Sleep: The Sciences (2018)
Hvørt henda plátan frá í fjør fer at fáa klassikara støðu, ja tað má tíðin vísa. Doom puristar halda óivað at hetta er meira stoner enn doom, men stoner doom er eisini eitt ting. Eitt er so vist og satt: The Sciences var fyrsta Sleep plátan í knapt tjúgu ár, og hon var helst ársins comeback. Seigt, tungt og groovy sum ber ólukkan. Framúrskarandi gittarleikur frá Matt Pike, frálíkir/skemtiligir tekstir, vokalur og bassur frá Al Cisneros og orkumikil trummuleikur frá Jason Roeder, ið allatíðina trýstir tónleikin frameftir, hóast stevið er tungt og seigt sum fyrsta dagin. Heilt ólukksáliga kølin útgáva frá einum sum frá líður legendariskum bólki.

Bonus:
Candlemass: The Door To Doom (2019)
Útkomin í gjár, men stakløgini boða frá góðum, og plátan skal sjálvandi tjekkast væl og virðiliga út. Á playlistanum niðanfyri er 'Astorolus - The Great Octopus' við Tony Iommi gestasolo viðheftur.



No comments:

Post a Comment