Ársins plátur 2021

Við árslok verður tikið samanum tjúgu tær bestu fulllongdarpláturnar, sum altso skulu njótast í fullari longd - frá byrjan til enda. Listin var við at vaksa seg væl longri, men eins og í fjør valdi eg her móti endanum at skera hann niður til 20 útgávur. Hetta vóru tær, sum eg lurtaði mest eftir og var hugtikin av í brátt farna ári. Gerið so væl.

Arooj Aftab: Vulture Prince 
Mín yndis nýggi artistur, nýggi yndis artistur ella bæði.
Pakistanska neo-sufi sangarinnan Arooj Aftab syngur sum ein dreymur, og aftanfyri hana flóta luftkendar, meditativar og einfaldar útsetingar. Tað er ein sterk ró yvir hesari útgávuni. Rein góðska. Sungið verður á urdu, sum er tað, tey tosa í m.a. Pakistan, haðani Arooj Aftab er frá. Sum eg havi lisið meg fram til, er talan um gamlan, persiskan ghazal skaldskap, sum verður borin fram í neo-sufi stíli. Men Arooj Aftab býr í New York, og har er eisini annað gott og modernað í tónlistaligu grýtuni. Hon er tilnevnd Grammys og hevur akkurát signað við Verve. Going places, so segði hon. Framúr.

The Besnard Lakes: The Besnard Lakes Are The Last of The Great Thunderstorm Warnings
Eg havi lurtað trúfast eftir The Besnard Lakes úr Montreal, Kanada í eini fjúrtan ár tilsamans. Sæð tey live á palli, heilsað uppá limir í bólkinum og fingið plátur signeraðar. Eg eigi eisini eina The Besnard Lakes t-skjúrtu, og einaferð í Sirkus var ein kanadiumaður, sum spurdi meg, hví eg var í The Besnard Lakes t-skjúrtu. Jú, eg hevði keypt hana á konsert í Keypmannahavn. Tað kom óvart á hann. Eg veit ikki ordiliga, hví tað gjørdi tað, tí The Besnard Lakes er enn sum áður hágóðsku indie plátusavns rokkur, har Beach Boys-løg hitta shoegaze-framleiðslu í 70-ára progg-hami. The Besnard Lakes Are The Last of The Great Thunderstorm Warnings er longsta plátan hjá bólkinum higartil og væl tað; ein episk dupult LP, ið tilsamans er meira enn ein tíma til longdar inkl. langar ambient-passagur, og tað er ikki eitt minutt ov lítið.

Black Country, New Road: For The First Time
Har hendir okkurt á bretska post punk pallinum í hesum árum. Í 2019 brutu black midi í gjøgnum, og í ár er post punk kollektivið Black Country, New Road komið fram við hesi frálíku debutplátuni (ið forrestin namedroppar black midi í einum sangi). Tað er ein dámligur smidleiki yvir muskuløsu og orkumiklu riffunum, sum manningin og kvinningin í BCNR manar fram, og tað gevur tónleikinum eina eyka dimensión. Umframt leiðir sangarin tankarnar aftur til Slint og útgávuna Spiderland (1991), sum ikki er at kimsa at. Ein góð debut.

black midi: Cavalcade
Apropos black midi, so komu teir við uppfylgjaranum til debutplátuna Schlagenheim (2019) í ár. Onkrar broytingar eru gjørdar, annar gittarleikarin fór burturúr, og í hansara stað komu ein saksofonleikari og ein keyboardleikari. Um fyrra (og frálíka) útgávan legði seg tættari at post punk, fer Cavalcade uppaftur longur út í okkurt slag av treytaleysum experimentaltónleiki við drøgum úr free jazzi, noise tónleiki, avantgarde, math rokki og post punki (upphavið fornoktar seg ikki). Byrjunarlagið og fyrsta staklagið 'John L' leggur fullkomiliga treytaleyst frá landi, men á hesi útgávuni koma mildari og lyriskari løtur eisini til sjóndar. Enn sum áður eitt hitt mest áhugaverda gittarbaseraða orkestrið, sum finst har úti. Takk, black midi.

Dania O. Tausen: gonguteigatúnatos
Tað er altíð gleðiligt, tá spennandi nýggjar røddir leggjast afturat føroyskum tónleiki, og tað er kenslan í hesum føri. Seinasta árið ella tvey, hevur Dania O. Tausen manifesterað seg á føroyska listapallinum. Bæði tónleikaliga og skaldsliga er hon ein rødd, sum er verd at lurta eftir. gonguteigatúnatos er ein sniðfundig útgáva við eins nógvari fynd sum í sjálvum heitinum. Debutútgávum so vant peikar hon kanska í nokkso ymsar ættir, men tað er ok, tí Dania hevur sítt egna ting koyrandi. Saman við framleiðaranum, gittarleikaranum og systkinabarninum Benjamin Djurhuus hevur hon funnið okkurt - eitt úttrykk, ein stíl ella eina tilgongd - ið brýtur frá tí, sum hini gera. Vit gleða okkum til meira.

Deafheaven: Infinite Granite
Hipstaraligar røddir vilja kolldøma hesa útgávuna, men eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er nakað fjas. Ja, tað passar, at Deafheaven hava so gott sum droppað black metal elementini í teirra tónleiki, og í hesum er ein ávísur missur, men tað, sum er komið í staðin, ger meg kortini glaðan, tí tað minnir meg á, hví eg byrjaði at lurta eftir shoegaze og post rokki í tíðini kring aldarskiftið. Um The Smiths, Slowdive og Explosions In The Sky jammaðu saman í einum verðinsklassa upptøkuhøli, so hevði tað kanska ljóðað nøkunlunda sum her. Hetta er v.ø.o. sera væl úr hondum greitt, umframt at Infinite Granite ljóðar fantastiska væl. Altso, sum í at ljóðgóðska og alt hatta har er til UG, og tað er ein frægd at leggja oyru til (kudos til Justin Meldal-Johnsen fyri upptøkuavrikið). Er hon líka góð sum Sunbather? Ongin kjansur. New Bermuda? Ivasamt. Ordinary Corrupt Human Love? Betri. Góð uppá sínar egnu premissur? Heilt avgjørt.

Det Ferösche Compagnie: Operation Valentine
Eg var so mikið blástur um koll av site-specific leikverkinum Operation Valentine, sum DFC setti upp í Sjónleikarhúsinum í 2015, at eg skrivaði eitt longri, hugleiðandi ummæli í Sosialinum. Leikverkið viðgjørdi nógv av tí, sum eg hevði gingið og hugsað um, og sum eg bæði áðrenn og aftaná havi arbeitt við í samband við bókina hjá mær um Regin Dahl og føroysku tjóðina. Í hesi søguni spælir Seinni Veraldarbardagi ein heilt serligan leiklut, og tað gjørdi hesin heimsbardagi í so mongum ymiskum, fyri tað mesta, tragiskum viðurskiftum. Nú hevur Jens L. Thomsen, tónaskald og framleiðari, gjørt eina ljóðkollasju burturúr leikverkinum, har hann hevur sett ljóðsniðgeving, found sound/readymades og upptøkur frá leikverkinum saman í eina soniska útgávu av Operation Valentine. Sera spennandi at kunna lurta eftir á LP plátu - og eg eri slett ikki liðugur við hetta. Framhald fylgir...

Feu! Chatterton: Palais d'argile
Parísiska kvintettin Feu! Chatterton er uppkallað eftir enska yrkjaranum Thomas Chatterton (1752-1770) og legði ljóð til várið og summarið 2021 við frálíkt tølandi, og ikki so lítið sannførandi, plátuni Palais d'argile. Fransktmæltur Chanson íblástur rokkur kryddaður við klassiskari rokk instrumentering a la Serge Gainsbourg anno Histoire De Melody Nelson (1971) og modernaðum elektroniskum klangum a la Radiohead anno In Rainbows (2007). Við egnum twist uppá tað heila. Vert at tjekka út.

Floating Points, Pharoah Sanders & The London Symphony Orchestra: Promises

Eitt glæsiligt samstarv millum elektroniska tónleikaran Floating Points úr Bretlandi, amerikanska free jazz saksofonistin og legenduna Pharoah Sanders og strúkararnar úr The London Symphony Orchestra. Floating Points hevur lagt tónleikin til rættis rundanum eitt rættiliga einfalt sjey tóna motiv við støði í elektroniskum ljóðum og klangum, og síðani eru strúkarar lagdir afturat. Sanders og saksofonin fáa frítt spæl sum "røddin" í hesum universinum - sum var hann sangari ella opera solistur í eini symfoni ella okkurt - og hetta fungerar heilt ótrúliga væl. Ein huglagsrík og meditativ ferð gjøgnum elektroniskt, jass og klassiskt - umframt alt tað, sum ikki kann lýsast við einføldum sjangruheitum. Ein av ársins bestu útgávum.

Godspeed You! Black Emperor: G_d’s Pee AT STATE’S END
Tað er deiligt at liva í einari verð, har GY!BE aftur eru eitt virkið orkestur. Hetta er teirra fjórða pláta, síðani tey komu saman aftur í 2012 og nummar sjey tilsamans. Lat ongan iva vera: tað finnast post-rokk orkestur, og so finst GY!BE. Tey eru snøgt sagt í flokki fyri seg, og ongin veitir "soundtrackið til undirgangin" sum hetta orkestrið. Á G_d’s Pee AT STATE’S END finna vit aftur hugtakandi samansetingina av found sound ljóðkollasjum og máttmiklum instrumentalum tónsetingum. Við javnvág millum ræðu- og vakurleika. Tað er forrestin Jace Lasek úr omanfyri umrøddu The Besnard Lakes, ið hevur framleitt og upptikið hesa plátuna. Tey fara seriøst til verka har yviri í Montreal, Kanada. Ongin ivi um tað.

Iron Maiden: Senjutsu
Havi sagt tað fyrr, og tað tolir endurtøku: at hoyra nýtt frá Iron Maiden er sum at frætta frá einum gomlum vini. Senjutsu er japanskt og merkir "taktikkur og strategi". Ein konseptpláta um kríggj úr japanskum sjónarhorni er uml. so Iron Maiden-sligt sum tað kannn vera. Í aðrar mátar er hetta ein ræðuliga long Iron Maiden pláta við hópin av proggi og jammi, í stíl við The Book of Souls (2015) og tað mesta av tí, sum bólkurin hevur fingist við her í 21. øld. Og eg dyrki tað. Tí spæligleðin og orkan fornokta seg ikki, og tað er dámligt, at Iron Maiden, sum ein av heimsins størstu málmbólkum, hyggja frameftir og gera tingini øðrvísi í dag enn í gomlum døgum.

Joe & The Shitboys: The Reson For Hardcore Vibes Again
Í sambandi við debutplátuna hjá Shitboys frá 2019 skrivaði eg, at teir "stjólu yvirskriftir á ársins Iceland Airwaves". Síðani tá hava teir fingið uppmerksemi víða hvar, kanska serliga í Stórabretlandi, har teir hava havt markanta framgongd. Tíverri leggur pandemiin forðingar á vegnum, og tað er forbanna irriterandi, tí tað vildi verið stuttligt at sæð J&TSB í fullum altjóða flogi. Heili tríggjar ferðir í ár hava teir verið spældir í tónleikasendingini hjá punk gubbanum mikla, Iggy Pop á BBC Radio 6, og tað er eitt herðaklapp, sum vil nakað. Fyrstu ferðina vóru tað løg av debutini The Reson For Hardcore Vibes (2019), og aðru og triðju ferð við løgum av uppfylgjaranum The Reson For Hardcore Vibes Again. Aftur hesuferð er tað 10 løg á 10 minuttir, útgivið á sjeytummastakplátu. Gjøgnumført, presist, effektivt og komprimerað. Punkur, sum riggar.

Little Simz: Sometimes I Might Be Introvert

Eitt gott boð uppá ársins rappútgávu. Little Simz hevur imponerað síðani vit sóu hana hita upp og gesta hjá Gorillaz í Royal Arena, Kph, veturin 2019. Um fyrru útgávuna GREY Area frá 2019 skrivaði eg, at hon innihelt "orkumikið og uppreistrarhugað rapp við organiskari framleiðslu". Sama er galdandi á hesi nýggju plátuni, men har tann undanfarna var rættiliga spartansk, er henda meira stórfingin og sinematisk við hópin av retro soul tilsipingum. Tað klæðir henni ómetaliga væl, og Little Simz - SIMBI millum vinir (sum Sometimes I Might Be Introvert er eitt akronym fyri) - rappar hvassari enn nakrantíð. Hattin av.

Panopticon: ...And Again Into the Light
Besta black metal útgávan, sum eg havi hoyrt í ár. Panopticon er ein amerikonsk einsmansverkætlan hjá tónleikaranum Austin Lunn, ið er búsitandi í Minnesota í USA. Tónleikaliga er talan um eina samanseting av svartmálmi og fólkatónleiki úr Appalachia fjøllunum. Tað er altíð áhugavert at hoyra slík regional stílbrigdi innan amerikanskt black metal (onnur dømi eru Wayfarer úr Colorado og Wolves At The Throne Room úr Washington State). Hvat huglagi viðvíkur, kundi okkurt bent á, at tunglyndi og stríð og strev býr undir hesi útgávuni. Í plátuhúsanum takkar Lunn síni familju, ið hevur "hálað hann út úr myrkrinum, aftur og aftur". Heitið bendir á, at hann er komin úr myrkrinum og út aftur í ljósið. Eg ynski honum alt tað besta í tí nýggja árinum og takki fyri hesa episku útgávuna. Plátan er 71 minuttir til longdar, og tað ganga 10 minuttir, áðrenn blastbeats eru at hoyra. Men gev tol, tí tað loysir seg. Stórsligið, vakurt og melankolskt. Akkurát fyri.

Robert Plant, Alison Krauss: Raise The Roof
Robert Plant, Alison Krauss og T Bone Burnett avrikaðu hina framúrskarandi plátuna Raising Sand frá 2007. Ein varði innan modernað folk/country/americana, og ein av bestu útgávunum frá 00'unum. Tá eitt slíkt vala lið savnast aftur eftir fjúrtan ár, ja, so ræður um lurta. Og tað er við gleði, at ein aftur vitjar í hesum tónalandslagi. Tað er heilt ófatiligt, sum tey bæði Plant og Krauss syngja og klinga væl saman, og Burnett stýrir skútuni fyrimyndarliga við at framleiða og skapa røttu karmarnar. Øll, sum eru við, eru úrmælingar, og eins og á undanfarnu útgávuni er talan um tulkingar úr amerikanska sangskattinum. Gull.

SG Lewis: times
SG Lewis er ein ungur, bretskur framleiðari og tónleikari, ið ríður á disco revival bylgjuni við síni debutútgávu times. Nile Rodgers hevur verið honum ein dyggur lærumeistari (plátan æt upprunaliga good times, men var seinni stytt til tað knapt so Chic-tilsipandi times), og Rodgers telist eisini millum gestatónleikararnar á plátuni. Hetta er stringentur og upplyftandi dansigólvsstílaður house/disco tónleikur, sum er væl frágingin í allar endar og kantar. Í samrøðum hevur Lewis víst á, at tað var serliga bókin Love Saves The Day - A History of American Dance Music Culture hjá Tim Lawrence, ið veitti honum íblástur til disco dyrkanina. Tað skilji eg væl, tí sjálvur havi eg fingið bæði íblástur og ríkandi perspektiv burturúr teirri bókini, m.a. tá eg gjørdi sendingar um disco. Lewis fór so langt sum at gera samrøður við ljóðsniðgevan Alex Rosner, ið veitti sound systems til navnframar 70-ára New York klubbar sum The Loft og The Gallery. Hugleiðingarnar hjá Rosner hoyrast av og á gjøgnum plátuna, og tað gevur henni eina eyka dimensión. Dámligt.

Silk Sonic: An Evening With Silk Sonic
Tað er eitthvørt við samansetingini av Bruno Mars og Anderson.Paak, sum er eminent. Teir komplimentera hvør annan væl í hesi verkætlanini, sum í aðrar mátar er ekstremt afturlítandi og retro (fyri ikki at siga "retromanisk"). Tað regnar við tilsipingum til "Philly Soul", Isaac Hayes, Barry White, Marvin Gaye, Stevie Wonder o.s.fr., men alt verður gjørt við einum glitri í eyganum og við spæligleði, orku og yvirskoti. K
ompletta audiovisuella dyrkanin av 70-ára estetikkinum kann ikki annað enn smitta av á ein. Tú verður í góðum lag av hesum tónleikinum og tikin við á ferð. Tá so sjálvur Bootsy Collins er frásøgumaður, ja, so kann ein akkurát tað sama yvirgeva seg.

Starflyer 59: Vanity
Ein gamal kenningur, sum eg havi fylgt í nógv ár. Alternativi rokk/indie/shoegaze/dream popp bólkurin Starflyer 59 úr Kalifornia, USA hevur skjótt tretivu ár á baki, og sangskrivarin Jason Martin, hevur øll árini verið bólkaleiðari og primus motor. Hann skrivar rørandi og sorgblíðar sangir, sum eru eygleiðingar úr hansara lívi sum lastbilasjafførur og undirgrundstónleikari, og fleiri plettskot eru í diskografiini hjá bólkinum, ið tilsamans telur sekstan studioplátur. Hin meistarliga Gold (1995) slapp uppí part, tá Pitchfork gjørdi ein lista við 50 teimum bestu shoegaze plátunum nakrantíð, og tað var væl uppiborið. Tað eru serliga SF59 útgávurnar frá 90-unum og fyrru helvt av 00-unum, sum standa sum klassikarar. Miðskeiðis í 00-unum hoppaði bólkurin á post-punk revival bylgjuna, og júst hesin kapittul í SF59 sagaini er ikki líka sannførandi sum hinir, spyrt tú meg. Tó, so er onkur dygdargóð útgáva komin gjøgnum árini, og Vanity er tann sterkasta í langa tíð. Hon tekur í grundini samanum øll tíðarskeiðini hjá bólkinum. Eitt ruddiligt og á sín hátt spartanskt univers, sum kortini hevur væl av reverb og sostatt sipar aftur til góðar gamlar shoegaze dygdir. Ja takk.
P.S. Søgan um Starflyer 59 er eisini søgan um plátufelagið Tooth & Nail Records. Tann søgan verður søgd í hesum fína dokumentarinum.

Teitur: Cazador de Ostras
Eins og Jason Martin úr Starflyer 59, hevur Teitur tikið tað langa hálið. Men har Martin hevur eitt day job sum lastbilasjafførur, er Teitur farin all in sum fulltíðar sangari, sangskrivari og tónaskald. Mær dámar væl búningina, sum fer fram í diskografiini hjá Teiti. Tað er inspirerandi, at hann ikki stendur í stað, men áhaldandi flytur seg fram á leið. Í staðin fyri at blíva við at pressa singer/songwriter sitrónina frá 00'unum, koma nýggj brigdi fram í tónleikinum. Henda nýggjasta plátan er innspæld í Buenos Aires saman við argentinskum tónleikarum. Ein tvørmálslig tilgongd ger seg galdandi á tekstsíðuni við ómakaleysum skifti millum enskar og føroyskar tekstir. Argentinski samanhangurin úrslitar í einum sjarmerandi, suðuramerikanskum dámi við einum leikandi lættleika og ditto stevi. Ein deilig pláta.

The War On Drugs: I Don't Live Here Anymore
Adam Granduciel er ein hetja. Sum oddamaður, sangari, sangskrivari og gittarleikari í The War On Drugs  tekur hann ein fyri toymið (toymið = vit sum eru aldrandi gittarleikandi sangarar og sangskrivarar) og er treytaleysur romantikari, meðan hann ger tað. The War On Drugs hava altíð dyrkað klassiskar rockdygdir, og fyrimyndirnar eru sjónligar. Bob Dylan, Bruce Springsteen og heartland rock frá 80-unum, men eisini indie, krautrokkur og tað meira atmosferiska. Gaman í er tað atmosferiska farið eitt sindur í bakgrundina á nýggjastu plátuni I Don't Live Here Anymore, sum eisini er tann mest beintframliga og melodiska plátan hjá bólkinum higartil. Men tað er eisini í lagi, tí sangirnir eru góðir, løgini eru sterk, og tekstirnir eru hjartaligir. Rørandi, inniligt og euforiskt til tíðir. Ein av ársins bestu rokkútgávum, tað er bæði vist og satt.

Comments