Tá ið stakkalastjørnan rísur

1. juni kom eg við nýggjum staklagi, ið eg havi sett til yrkingina ‘Tú ert’ hjá Regin Dahl (1918-2007). ‘Tú ert’ verður partur av míni komandi fjórðu plátuútgávu, ið verður útgivin á Tutl til heystar. Áður eru trý løg útkomin, ið eisini verða við á komandi útgávuni. Tey eru ‘Villiniborg’, ‘Himnafar’ og ‘Ogn’. Hetta seinast nevnda lagið er eisini sett til yrking hjá Regin Dahl (úr savninum Óttukvæði frá 1955). 

Húsin til 'Tú ert' (Tutl, 2023).

Yrkingin ‘Tú ert’ kom upprunaliga út í kærleiksyrkingasavninum Tokkaljóð, ið Regin Dahl gav út í 1944. Tokkaljóð var fyrsta føroyska yrkingasavn, ið einans innihelt ástaryrkingar. Regin Dahl hevur greitt frá, at tey vóru fá, ið góvu Tokkaljóð og aforismusavninum Leysasøkk (1944) nakran ans í Føroyum. Ein møgulig orsøk til hetta er, at tá ið fyrsta skipið kom til Føroya við hesum báðum útgávunum, reyk ein balla við farmi á sjógv, meðan skipið legði at. Tað er møguligt, at søvnini bæði ruku á sjógv ta ferðina. Í øllum førum eru sera fá eintøk av hesum bókunum at finna í Føroyum. 

Hetta og mangt annað kann ein lesa meira um í bókini, ið eg havi skrivað um Regin Dahl: Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin (Sprotin, 2019). Eg var tó so heppin at finna eitt eintak av Tokkaljóð, og undurfagra yrkingin ‘Tú ert’ festi seg somikið nógv, at eg skrivaði lag til.

 TÚ ERT
(orð: Regin Dahl, lag: Knút Háberg Eysturstein)

Tú ert skær sum ódroymdur dreymur, 
tú ert væn sum tóni á nátt,      
ið sprettir úr loyndum djúpum
og hvørvur á vitsins gátt

Tú ert ljúv sum leiftran av fípum 
í dimming við sólarsig, 
tá ið stakkalastjørnan rísur
og lýsir teim heimleysu frið

úr R. Dahl, Tokkaljóð, 1944.

Vit hava gjørt eitt sjónbandalag, eina musikkvideo, til 'Tú ert'. Kirstin Helgadóttir hevur leikstjórnað og ment hugskotið handan sjónbandalagið. Gwenaél Akira Helmsdal Carré filmaði og stóð fyri tí tekniska í tí sambandi. Æsa Tróndardóttir Frýdal stóð fyri pallsniði, og Sámal Blak var effekt assistentur. Umframt sjónbandalagið var ein trailari eisini gjørdur. Hann sæst omanfyri.

Tónleikarar:

Knút Háberg Eysturstein: sang, synthesizara, effektir
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizara, samples
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur, ásláttur
Jón Festirstein: violin, fiól

Lag: Knút Háberg Eysturstein.
Orð: Regin Dahl (1918-2007), upprunaliga úr Tokkaljóð (1944). Nýtt við loyvi.
Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.
Co-framleiðari: Benjamin Petersen.

Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Strúkarar løgdu Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen til rættis.

Upptøkur: Benjamin Petersen í Rúmi 43, Hoydalar.
Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen í Rúmi 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré.
Hondskrift: Knút.
Sniðgeving: Uni Árting.



Comments