10/18/19

Bitlatankar í skrift og talu

Tvinnir patineraðir halgilutir úr teim glorifiseraðu 60-unum. Egin mynd.
Fyri tveimum árum síðani fylti plátan Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band hjá The Beatles 50 ár. Herfyri fylti plátan Abbey Road eisini 50 ár, og nú er so gott sum øll hin almenna plátuskráin hjá bitlunum farin um tey fimti (Let It Be fyllir í prinsippinum 50 næsta ár, men var kortini innspæld áðrenn Abbey Road).

Fyri kortum var eg í ÚF og skifti orð við Leivur Thomsen um The Beatles og nýggjar upplýsingar, sum broyta okkara fatan av søguni um hvussu bitlarnir fóru hvør til sítt. Tað kann hoyrast her.

Sgt. Pepper fylti 50 í 2017, hevði Dimmalætting grein um plátuna, har m.a. undirritaði var biðin um at gera viðmerkingar. Míni óredigeraðu svar uppá spurningarnar í Dimmu eru her:

Sgt. Pepper var fyrsta fyrsta Beatles plátan tú átti. Hvussu gamal vart tú? Hví hon? (hvussu gamal ert tú nú)

Eg var 15 ár tá, eri 37 ár í dag og hetta var í Århus miðskeiðis í 90-unum. Eg kom framá plátuna umvegis vinfólk og kenningar úr skúlanum og umhvørvinum tá í tíðini. Vit lurtaðu av onkrari orsøk sera nógv eftir 60-ára tónleiki, og eg fall pladask fyri eitt nú The Beatles, Jimi Hendrix og The Doors hesi árini. Hjá The Beatles var tað serliga Sgt. Pepper, ið hugtók meg. Eg var hugtikin av bæði tónleikinum og plátuhúsanum - av tí heiminum, ið teir manaðu fram í ljóðum og myndum. Tað virkaði so gjøgnumført tað heila. Tí keypti eg mær fløguna (endurútgávan frá 1987).

Hvat minnist tú best tá tú fekk plátuna, fløguna?

Sangirnir festu seg skjótt og eg var gripin av teimum - av frásagnunum í tekstunum, av sterku løgunum og tónlistarligu hugløgunum. Hóast Sgt. Pepper er víðagitin sum ein konseptpláta við psykedeliskum og surrealistiskum drøgum í bæði tónleiki, teksti og myndum, so var tað fyrst og fremst sjálv sangskrivingin sum festi seg. Hetta meti eg er grundarlagið undir útgávuni, og fevnir bæði um lættari McCartney sangir og meira melankolskar Lennon sangir. Hesar báðar síðurnar hittast hegnisliga í máttmikla endalagnum ‘A Day In The Life’. George og Ringo eiga eisini sínar løtur í kastljósinum.

Hvønn týdning hevur hon havt fyri teg sum tónleikari? Hvønn týdning metir tú, hon hevur havt fyri tónleikin sum heild – eisini í Føroyum? Er hon framvegis aktuel í tónleikahøpi ella er hon meiri ein minnisvarði?

Hvat viðvíkur stíli og framleiðslu fevnir útgávan víða. Hóast hon er at meta sum ein konseptpláta innan rokkin, so inniheldur hon eisini element úr eitt nú vaudeville, music hall, jassi, sirkustónleiki, avantgarde, klassiskum og indiskum tónleiki. Tað psykedeliska setur sín greiðan dám á tað heila, og útgávan kann eisini síggjast í ljósinum av progressiva rokkinum, ið veruliga tók dik á seg fyrst í 70-unum. Tað psykedeliska rákið kemur framvegis undan kavi av og á, og ein kundi nevnt ein bólk sum avstralsku Tame Impala, ið so ella so hava røtur aftur til Sgt. Pepper o.a. psykedeliskan 60-ára tónleik. So fyri meg og mong onnur hevur Sgt. Pepper verið til stóran til íblástur millum ár og dag. Har er nógv at fara eftir.

Eg haldi tó ikki at hon er so “omnipresent” sum nógv hjá bitlunum ofta verður gjørt til at vera. Har er ein øgiliga sterkur kanoniserandi og sakraliserandi tendensur í nógvari Beatles viðgerð, og hesum havi eg persónliga hug at taka frástøðu frá, tí tað ger okkum ikki klókari uppá bólkin. Hyggur ein eftir viðgerðini av tí sum teir lótu úr hondum, so skuldi ein viðhvørt næstan trúð at teir vóru tað einasta sum var, men hetta er jú als ikki umboðandi.  

Sgt. Pepper telist framvegis millum bestu útgávurnar frá teirri tíðini, men eg síggi hana sum part av eini størri heild. Í felagsskapi við aðrar útgávur s.s. Pet Sounds hjá Beach Boys, Blonde on Blonde og John Wesley Harding hjá Bob Dylan, The Velvet Underground & Nico hjá The Velvet Underground, The Doors hjá The Doors, Forever Changes hjá Love, Electric Ladyland hjá Jimi Hendrix o.s.fr. Fyri ikki at tala um aðrar Beatles útgávur frá sama tíðarskeiði: Rubber Soul, Revolver, White Album og Abbey Road, ið allar eru í harðari kapping við Sgt. Pepper um at vera tann besta Beatlesplátan.

Øll tóku heldur ikki líka væl ímóti Sgt. Pepper: Frank Zappa gjørdi eina satiru av útgávuni og Bob Dylan helt fyri, at bitlarnir smurdu alt ov tjúkt uppá í framleiðsluni (hansara spartanska folk/kontri pláta John Wesley Harding frá sama ári kann tulkast sum ein viðmerking). Við árunum havi eg eisini fingið áhuga fyri hvussu Beatles tóku upp, hvagani teir fingu íblástur og hvat teir fingust við í upptøkuhølunum. Teir høvdu allar antennur úti, og har er nógv áhugavert at lesa um (eitt gott dømi her: Fimti bitlin farin).

Frá Sgt. Pepper tíðini eru t.d. tvey meistaralig løg, ið als ikki komu við á útgávuna, nevniliga ‘Strawberry Fields Forever’ og ‘Penny Lane’, ið vóru útgivnir á stakplátu. Tann fyrri er kanska ein tann besti Beatles sangurin yvirhøvur, og tað er løgið at hugsa sær at hann ikki er við á plátuni. Eg veit ikki um hetta er avmarkandi fyri útgávuna. Hon hongur væl saman kortini. Ein pláta verður skjótt bert ein minnisvarði um vit lata hana gerast tað. Um vit stagnera í okkara hugsan og bara góðtaka tað ráðandi hugsanina. Um vit hinvegin hugsa meira dynamiskt um eina slíka plátu, so kann hon sagtans gerast aktuel av nýggjum. T.d. hevur sonur George Martin, Giles Martin, júst lati eitt spildurnýtt stereo remix av Sgt. Pepper úr hondum. Tað haldi eg ljóðar mikið spennandi og kanska eisini provokerandi uppá tann góða mátan.

Nakrar viðmerkingar til omanfyristandandi tekst frá 2017:
Hatta seinasta um nýggja miksið hjá Giles Martin havi eg eitt sindur øðrvísi meining um í dag. Gamaní var nýggja miksið til Sgt. Pepper ok, men eg haldi samstundis at tað verður ov nógv við øllum hesum nýggjum miksunum og versiónunum. Vit hava ikki brúk fyri nýggjum versiónum allatíðina. Tað verður ov fjollut í longdini. Mastering verkætlanin frá 2009 var kortini í lagi, tí tað trongdi veruliga til. Og nøkur ár seinni kom øll plátuskráin á stroyming plattformar. Tað var dagur í viku.

Aðrir eldri bloggar um The Beatles:
John Lennon 75 ár
'Because'
Phil Spector Uncut (Mono 1:4)

-----
Postscriptum:

Dion DiMucci er ein av fimm persónum á húsanum til Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band, ið enn eru á lívi. Hinir fýra eru Paul McCartney, Ringo Starr, Bob Dylan og Larry Bell. Dion er helst tann minst kendi av teimum, men hann hevur gjørt góð ting. Í 50-unum sang DiMucci við vokal bólkinum Dion and the Belmonts. Í januar 1959 vóru teir á konsertferð saman við Buddy Holly & The Crickets, Ritchie Valens og Big Bopper.

Konsertferðin gekk undir heitinum "Winter Dance Party", tað var sera kalt og ferðingin fór fram í einum bussi, har hitaskipanin var í ólagi. Menn stríddist við bæði influensa og frostbit. Endin var at Buddy Holly  bílegði flogferð, har bæði Buddy Holly, Richie Valens og "The Big Bopper" J.P. Richardson vóru við. Hetta gjørdist ein lagnutúrur, tí flogfarið krasjaði stutt eftir fráferð, og allir umborð doyðu. Hendingin er kend sum "The Day the Music Died". Í dag er Dion einasti livandi luttakari frá Winter Dancy Party konsertferðini í 1959.

Í 1975 útgav Dion eina frálíka plátu sum eitur Born To Be With You. Phil Spector framleiddi. Hon var meir ella minni ignorera. Ein frálík útgáva, ið kundi tolt meira uppmerksemi. Hóast trupla byrjan hevur plátan seinni fingið kult støðu millum tónleikarar. Menn sum Bobby Gillespie úr Primal Scream og Jason Pierce úr Spacemen 3/Spiritualized dyrka hana (tað hoyrist aftur í tónleikinum). Tað geri eg eisini. Og onnur við. Summi liva til tess at kunna, so segði hann, siga søguna.

10/4/19

Countrykrist


'Countrykrist'. Ein alternativ country perla úr 90'unum. Grunge/rock bólkurin Mold spælir, og sjálvur Jákup Zachariassen gestar við steel-gittaranum. At Mold leitaðu aftur á slóð gevur stak góða meining, tí tað gjørdu fyrimyndirnar úr Seattle eisini. Pearl Jam samstarvaðu t.d. við country rock slóðaran Neil Young, og hann kom heldur ikki úr ongum, tí tað ger eingin. Tað snýr seg um at kenna tað idiomið, ið ein virkar innanfyri, og kanska, tá ein er heppin, leggja síni egnu lítlu frávik afturat. Markið millum tað banala og tað sublima er mangan hárfínt. 

Deili henda sangin, tí eg fór at hugsa um country - hvat tað er, og hvat tað ikki er. Heimildarfilmurin Eg reið mær avstað hevur verið frumsýndur, havi ikki sæð hann, men har stendst kjak burturúr. Hugsi viðhvørt at allýsingin av country er rættiliga smøl. Tað verður kókað niður til eina klisjé, sum so fær støðu sum okkurt slag av syndabukki. 

Ein stereotýpa er at seta country upp ímóti jassi, har country er ruralt og "vánaligt", meðan jazzur er urbant og "gott". Men at hugsa so svart/hvítt í sjangrum er bara for einfalt. Country er so ræðuliga nógv, t.d. alternativt country og americana, ið púra tilvitað brýtur frá meginstreyminum við at leggja seg tættari uppat t.d. rokki og folk. Ein onnur nýggj heimildarfilmsrøð er annars Country Music hjá Ken Burns. 16 tímar long. Har átti at verið ríkt høvi at komið afturum. 

Sun Magnet er annars ein av mínum føroysku favorittum, og hon var framleidd av Kaj Klein, sála. Tað var tað fyrsta eg frætti um hann. Í húsanum var hann krediteraður sum Kaj "Kaj Klein" Klein. Ikki óstuttligt. Plátan var keypt á eini legendariskari konsert í Læraraskúlahøllini í 1998, har bólkarnir Mold og Visible Fish framførdu. Hvør betri enn annar. Minniligt.

Góður sangur frá einari góðari plátu. Tjekka hana út.  
'Fiskar og Mold'. Grein úr Dimmalætting 3. apríl 1998, har boðað var frá konsertini í Læraraskúlahøllini. Eg havi framvegis hasa plakatina liggjandi onkrastaðni.
 

9/11/19

11. september

Mín góði vinur Magni sendi mær hesa plakatina, ið hann av tilvild kom fram á. Hetta er ein lýsing fyri Grót konsert í Losjuni í Gøtu leygarkvøld 11. september 1999. Akkurát 20 ár síðani í dag. Fram komu Lena & Niclas, Clickhaze og Marigold.

Vit í Marigold vóru byrjaði at spæla saman stutt frammanundan, og minnist meg rætt var hetta okkara debutframførsla. Clickhaze vóru ávegis móti hæddunum hetta tíðarskeiðið - ein gongd sum kulmineraði til Prix Føroyar tvey ár seinni.

Einasta navnið sum enn er til og virkið, eru tey bæði Lena & Niclas, hóast tey í dag ganga undir navninum hjá Lenu. Fleiri av okkum sum leiktu við hinum báðum bólkunum eru enn virkin tónleikaliga, men í øðrum samanhangum. Her mugu tey bæði Lena og Niclas sigast at hava tikið tað langa hálið. Tey hava verið trúgv móti síni visión øll hesi árini. Hattin av fyri tí.

P.S: Fyrstu tíðina var tað undirritaði sum gjørdi Grót plakatir í ongum minni enn Powerpoint. Plagdi at printa nøkur eintøk út hvørja ferð, og koyrdi so runt við plakatum í Gøtu, Leirvík og grannabygdum. Tær meira grafiskt anløgdu týpurnar í Grót vilja helst dylja hesar plakatirnar sum mansmorð, men tað leggi eg ikki so nógv í. ;-) 

8/13/19

Tarantino, Dick Dale og Folketeatret

"Hví stendur hann uttanfyri ein Netto handil?" spyr onkur óivað um myndina omanfyri. Hon er tikin á Jægergårdsgade í Århus í mai mánaði í ár. Søgan handan myndina er at á hesi addressuni á Jægergårdsgade lá biografurin Folketeatret Bio 1-2-3-4 í nógv ár. Tá vit búðu í Århus miðskeiðis í 90-árunum var Folketeatret ein nógv nýttur biografur. Jægergårdsgade lá ímillum skúlan og íbúðina hjá okkum, so leiðin gekk mangan eftir hesi gøtuni.

Ein fantastiskur tekniseriuhandil, Stribeladen, var eisini á Jægergårdsgade, og ein musikkhandil plagdi eisini at halda til har. Musikkhandilin hevði einaferð kø tilboð, har tey seldu ljóðføri og forsterkarar fyri súmbolskar upphæddir, og vit vóru nøkur vinfólk, ið svóvu uttanfyri í tvær nætur. Endin var, at eg fekk mín fyrsta el-gittara, ein hvítan Aria Pro II, fyri 3 krónur og 75 oyru! Eigi hann enn.
Aftur á vitjan í Stribeladen. Handilin liggur enn á Jægergårdsgade, tó á aðrari addressu enn í 90-unum. Eitt nørda friðskjól av eini aðrari verð. Hugaligt at koma á gátt aftur.
Tilsamans vóru nógvir tímir brúktir á Jægergårdsgade. Eitt hitt mest livandi minni haðani, var tá eg fjúrtan ára gamal fór í biograf í Folketeatret saman við einum kammerati. Vit fóru at hyggja eftir Pulp Fiction, sum var tað nýggja svarta hetta árið. Eg var gripin frá fyrsta sekundi. Tá undanteksturin rullaði yvir skíggjan og 'Miserlou' hjá Dick Dale and his Del-Tones brakaði úr hátalarunum var kenslan instinktiv: hetta var okkurt langt út yvir tað vanliga. Nevsligin. Blástur um koll.

Pulp Fiction festi seg, so tað sang eftir í. Sum filmur svarar hann nøkunlunda til tað sum Nirvana gjørdu fyri meg innan tónleikin í 90-árunum. Ja, kanska fekk The Big Lebowski (1998) hjá Coen brøðrunum sum frá leið eina líknandi serstøðu, men Pulp Fiction sprongdi øll mørk. Tað er helst bara E.T. (1982) hjá Spielberg, ið hevur gjørt líka monumentalt inntriv í mína tilvitsku. Men hann sá eg sum sjey ára gamal, og tað var ein heilt onnur kensla. Pulp Fiction setti líkasum hol á tannárini.

Filmin átti eg fyrst í nógv ár á kopieraðum VHS bandi í vánaligari góðsku. Síðani var hann keyptur á VHS og seinni á DVD. Soundtrackið keypti eg tíðliga á fløgu í onkrum handli í Århus. Lurtaði sera nógv eftir tí, og har var bara góður tónleikur á, umframt dialogur úr filminum. Byrjanarlagið er tað sama sum í filminum: 'Misirlou' hjá Dick Dale and his Del-Tones.
Folketeatret anno 2001. Myndin er tikin haðani.
Ein tann fyrsta profilmyndin sum eg tók til sosialar miðlar umleið 2007. Pulp Fiction plakatin í bakgrundini.
'Misirlou' var upprunaliga aftarlaga á síðu B á Surfer's Choice, debutplátuni hjá Dick Dale and his Del-Tones frá 1962. Quentin Tarantino veit tó hvat hann vil við lagnum og ger tað til byrjanarlag. Í samrøðu við Rolling Stone greiðir Tarantino soleiðis frá: "Having 'Misirlou' as your opening credit, it's just so intense [...] It just says you're watching an epic, you're watching a big, ol' movie. . . It just throws down a gauntlet that the movie now has to live up to." Rætt fekk hann. Ein hegnislig Tarantino rekontekstualisering í eini yrkisleið sum er á tremur við teimum.

Pulp Fiction kom út í 1994, og við eitt fekk yrkisleiðin hjá Dick Dale nýtt lív. Í 60-unum slóðaði hann fyri innan surf gittar. Hann verður nevndur The King of the Surf Guitar og soleiðis eitur onnur plátan eisini. Føddur Richard Anthony Monsour í mai 1937. Pápin var av libanskum uppruna, mamman av pólsk-hvítarussiskum. 'Misirlou' er siðbundið lag úr eystur-miðalhavs økinum. Fyrstu ferð innspælt í 1925 og hevur livað sítt egna lív í armensku og griksku diasporaini í USA.

Dick Dale gav lagnum surf botn, kant og ljóðstyrki. Tað finnast nýggjari live upptøkur, har lagið fær post-grunge dám lagdan afturat. Hóast surf bylgjan fór aftur í undirgrundina fyri langari tíð síðan, túraði Dick Dale víðari til tað allarsíðsta. Bæði fyri at kunna gjalda fyri heilivág orsaka av sínum mongu heilsutrupulleikum, men eisini fyri at kunna spæla tónleik. Hann hevði tað mangan strævið, og út frá hesi samrøðuni kann ein gita seg til at ellisárini vóru honum óblíð.

Dick Dale andaðist fyrr í ár. Eg vóni at hann fekk gleði burturúr tónleikinum til tað allarsíðsta. Eg framførdi hetta miksið á G! Festivalinum, har tað vóru eyka nógv Dick Dale løg við.
Debutplátan Surfer's Choice frá 1962. Tað er Dick Dale (1937-2019) sjálvur, ið er avmyndaður á húsanum. Hann var íðin surfari og fremsti eksponentur innan surf tónleik.
Tarantino er annars aftur aktuellur við sínum nígginda filmi, Once Upon a Time in Hollywood, ið verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Filmurin gongur fyri seg í Hollywood og Los Angeles. Býurin hevur serligt pláss í filmografiini hjá Tarantino, tí bæði Reservoir Dogs, Pulp Fiction og Jackie Brown ganga fyri seg í Los Angeles og har um leiðir. Áðurnevndi The Big Lebowski gongur forrestin eisini fyri seg í "City of Angels".

Í aðrar mátar er filmurin framhald av "søguligu" filmunum hjá Tarantino, har søguligar umstøður eru við til at mynda bakteppið í søguni. Í Inglourious Basterds var tað Seinni Veraldarbardagi í Evropa, og í Django Unchained og The Hateful Eight var tað trælahaldið og borgarakríggið í USA. Hesuferð er tað svanasongurin hjá "the golden age of Hollywood" anno 1969. 50 ár síðani í ár.

Tey eru mong sum lata væl at nýggjasta filminum. Eg gleði meg, sum ikki einaferð, at fara í biograf at síggja ein nýggjan Tarantinofilm. Tí sannroyndin er tann, at Tarantino hevur ikki skuffað. Handan instinktiva kenslan, ið eg sat við afturi í 1994, er vend aftur hvørja ferð eg havi sæð ein nýggjan Tarantinofilm. Hansara filmar hava ein intensitet og eina rock'n'roll nerv, ið vitnar um djúpan kærleika til film sum miðil. Hóast teir sjálvandi eisini eru á tremur við postmodernaðum lótum.

Sjálvur hevur Tarantino sagt, at hann fer bert at gera tíggju filmar tilsamans. Sostatt er hetta hansara næst síðsti. Spennandi er.

'Misirlou':


'Misirlou' í live útgávu:


Tvinni "horror surf" miks, ið leggja frá landi við Dick Dale and his Del-Tones:





8/1/19

Surfin' Syðrugøta (DJ mix)

Surf DJ í Fjósinum. Mynd: G! Festival.
Á ársins G! Festivali diskaði eg surf og rockabilly tónleik í Fjósinum fríggjakvøld. Eg tók settið upp og tað er tøkt á mínum Mixcloud profili. Miksið er eisini viðfest niðanfyri við tracklista. Festivalurin segði hetta um framførsluna:

"Kanst tú ímyndað tær ein darrandi Tarantino film, sum gongur fyri seg í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1969? Vilt tú vita, hvussu tað ljóðar, tá surf og rockabilly av amerikansku vesturstrondini verður miksað saman við gimsteinar úr føroyskari LP og stakplátusøgu? Ja, so er bara at møta upp og krita sær skógvarnar, tá DJ Knýtil bjóðar til dans í Fjósinum.
Knýtil er kønur og dedikeraður diskari við eminentum tónleikasmaki og 13 ára royndum handan pultin. Hann kann sum eingin annar fáa eitt dansigólv at pumpa."

Ger so væl!



1. Dick Dale And His Del-Tones: 'Surfin’ Beat'
2. Link Wray: 'Ace of Spades'
3. The Surfaris: 'Wipe Out'
4. Duane Eddy: 'House Of The Rising Sun'
5. The Fireballs: 'Bulldog'
6. Faroe Boys: 'That’s How'
7. The Marketts: 'Out of Limits'
8. The Tornados/Joe Meek: 'Telstar'
9. Laika & The Cosmonauts: 'Psyko'
10. The Ventures: 'Batman'
11. The Tornadoes: 'Bustin’ Surfboards'
12. Dick Dale And His Del-Tones: 'Riders In The Sky'
13. The Tornadoes: 'Phantom Surfer'
14. The Cramps: 'I Can’t Hardly Stand It'
15. The Lively Ones: 'Surf Rider'
16. Faroe Boys: 'Tú og eg á ástartingi'
17. The Shadows: 'Man of Mystery'
18. Elvis Presley: 'Mystery Train
19. Robert Gordon with Link Wray: 'The Walk I Walk'
20. Tinganest: 'Stíg Stórum'
21. Duane Eddy: 'Don’t Think Twice, It’s All Right'
22. Dick Dale & His Del-Tones: 'Surfing Drums'
23. Tey av Kamarinum: 'Mær Leingist'
24. The Blasters: 'Dark Night'
25. Dick Dale And His Del-Tones: 'Surf Rider'
26. Lyon: 'Sarabande'
27. Laika & The Cosmonauts: 'Floating'
28. The Trashmen: 'Surfin’ Bird'
29. Link Wray And His Ray Men: 'Rumble'
30. Dick Dale & His Del-Tones: 'Misirlou'

7/23/19

Fatboy Slim á G!

Fatboy Slim diskar upp við raveparty á Gøtusandi. Mynd: Arnar Eggert Thoroddsen.
Tað er langt síðani, at eg havi glett meg so nógv til eitt G! høvuðsnavn sum Fatboy Slim. Ofta er tað í líka stóran mun nøvnini á smærru pallunum, ið fanga mín áhuga. Men í ár var tað altso sjálvt høvuðsnavnIÐ, ið eg gleddi meg nógv mest til. Og eg má siga, at hetta høvuðsnavnið livdi upp til vónirnar og meira enn tað.

Ein meistari á vitjan
Fatboy Slim leveraði snøgt sagt eitt DJ sett í heimsflokki, sum fekk sandin at kóka sum ongantíð áður. Eftir mínum tykki besta framførsla av sínum slag, ið hevur verið at sæð og hoyrt í Føroyum. Ein framførsla, ið telist millum bestu G! framførslur yvirhøvur. Vit sum stríddust fyri at sjóseta elektroniskan tónleik yviri í Grundini fyri 10 árum síðani, kundu bara stórsmílast um at elektroniski tónleikurin gjørdi innrás á sandinum sum spikafeitt høvuðsnavn leygarnátt. Tað var ikki sørt rørandi.

Sum DJ má eg taka hattin av fyri imponerandi høga støðinum, ið Fatboy Slim - vanliga róptur Norman Cook úr Brighton í Suðuronglandi - legði fyri dagin. Ein heilt ótrúliga gjøgnumførd uppliving, har alt var hugsað inn í eina bergtakandi audiovisuella heild, sum tó eisini loyvdi spontaniteti. Maðurin er jú DJ og er vanur við at taka støði í løtuni og reaktiónunum frá áhoyrarunum.

Tónleikaliga var talan um eina rættiliga tour de force, ið vísti totalt tamarhald á øllum sjangrum sum komu við í framførsluna, hóast ein ávís áherðsla var á techno. Egnu løgini hjá Fatboy Slim hava sín uppruna í big beat og electronica rákinum kring aldarskiftið, men í framførsluni vóru tey meistarliga fragmenteraði og sett saman av nýggjum. Sostatt ljóðaði framførslan leygarkvøldið 100% av 2019, men í grundini av nógv meira, tí egnu framleiðslurnar vóru miksaðar saman við alskyns tónleik úr ymsum áratíggjum og kontinentum. Alt hekk saman undir greiðu yvirskriftini: Fatboy Slim. Ein ekstatisk løta, ið túsundtals dansiglað fólk vóru við uppá.
Fatboy Slim á sandinum. Egin Mynd.
Misvísandi ummæli
Tí er tað eisini stak misvísandi, tá tað í ummæli av festivalinum í Summartímanum í Kringvarpi Føroya verður roynt at seta Fatboy Slim fram sum eitt “sera óaktuelt navn", sum “ikki hevur útgivið nakað í eini 15 ár”. Fyri tað fyrsta er hetta ikki rætt, og fyri tað næsta so vitnar útsøgnin um eina ófullfíggjaða fatan av hvør Fatboy Slim er, hvat ein DJ ger, hvat remix mentan er og av menningini innan elektroniskan dansitónleik seinastu 10 árini.

Tað, sum sostatt stendur eftir sum verandi óaktuelt og enntá ósatt, er útsøgnin í ummælinum í Summartímanum. Hetta eigur ikki at vera einasta søgan í okkara almenna Kringvarpi um Fatboy Slim á G! Festival. Eftirmælið og almenni diskursurin kring framførsluna hevur betri uppiborið. Tí hesar viðmerkingar.

Rætt er, at Fatboy Slim gav fýra fløgur í fullari longd út í tíðarskeiðinum 1996-2004, og við hesum útgávum eyðmerkti hann seg sum eitt navn í heimsflokki innan áðurnevnda big beat rák (saman við The Prodigy, The Chemical Brothers, Basement Jaxx o.ø). Og um einasta galdandi parametur fyri “aktualitet” er nær ein artistur seinast útgav nakað so altmodisch sum eina fulllongdarfløgu (úr fysiskum plastikk!), jamen so er hetta sjálvandi ein nøkunlunda frágreiðing.

Útgávuvirksemi seinastu 15 árini
Tíðirnar eru nógv broyttar, og kommersielt sæð eru fulllongdarfløgur bert ein lítil partur av myndini á dagsins tónleikapalli. Tað kunnu vera listarligar orsøkir til at gera fulllongdarútgávur, men kommersielt hevur tað ikki sama týdning at útgeva fløgur longur, og so slett ikki innan elektroniska dansitónleikin, har tað í alsamt størri mun snýr seg um stakløg og playlistar. Her er Fatboy Slim sanniliga eisini við. Seinastu 15 árini hevur hann nevniliga lagt navn til eina ørgrynnu av stakløgum, remix útgávum og compilations.

Úr rúgvuni av útgávum kann nevnast topp 10 hittið ‘Eat Sleep Rave Repeat’ frá 2013, ið spældi ein prominentan leiklut í G! framførsluni. Ummælarin heldur uppá, at “Fatboy Slim hevur einki útgivið í eini 15 ár”. Hetta er ósatt og vitnar um ein hugsunarhátt, sum er úti av sync við tað, sum gongur fyri seg í dagsins tónleikaídnaði.
Sandurin kókar til Fatboy Slim. Egin mynd.
DJ mentan og EDM rák
Uppaftur týdningarmiklari í hesum sambandi er, at í 2010’unum hevur Fatboy Slim verið nógv virknari sum DJ enn sum tónleikaframleiðari. Hann hevur eisini havt úr at gera seinastu nógvu árini og er javnan høvuðsnavn á alskyns festivalum, tiltøkum og konsertferðum. Orsøkin til hesa gongdina, er sjálvsagt EDM (Electronic Dance Music) rákið, ið snýr seg um at skapa stór elektronisk tónleikatiltøk, har superstjørnu DJ's spæla fyri dansandi fólki í hundratúsundatali.

Fyri Billboard Magazine hevur Fatboy Slim givið til kennar, at hann hevur nógv mest hug til at vera virkin sum DJ nú á døgum, og at hetta fer eisini avstað við nógvari tíð. Og sigast má, at hann hevur megnað at riðið á EDM bylgjuni til fulnar. Tað er í grundini einki at siga til, at eitt navn sum Fatboy Slim ger sær dælt av hesum, tí hann hevur frammanundan prógvað seg sum framleiðari og tónleikari. Egnu framleiðslurnar og mongu remixini hava skrivað seg væl og virðiliga inn í poppmentanina. Tær virka í grundini sum eitt perfekt grundstøði fyri núverandi DJ virksemið.

Hetta var eisini staðfest í desember 2018, tá DJ Mag handaði Fatboy Slim eina "Outstanding Contribution" virðisløn fyri "varandi ávirkan á dance mentanina í Bretlandi og longur úti í heimi". Við sama DJ Mag segði hann so seint sum í juni mánaði, at um hann fer at gera tónleik aftur, so verður tað ikki útgivið í album formati, tí fulllongdarfløgan er yt.

DJ virksemið heldur kortini fram við fullari ferð. So seint sum í vár var Fatboy Slim á egnari arena konsertferð í Bretlandi, ið var hansara størsta higartil. Stutt undan G! Festivalinum spældi hann á Glastonbury festivalinum. Fyri framman standa framførslur á festivalum og spælistøðum kring alt Evropa. Ein kundi hildið á, men tað stutta av tí langa er, at vit kunnu bert fegnast um at leiðin eisini var løgd til Føroya.

Gloym ikki grindina
Mær er annars sagt, at Fatboy Slim upplivdi ein ekstreman ágang frá umhvørvisfelagsskapum, aktivistum og enntá starvsfeløgum og vinfólkum, nú hann legði leiðina til Føroyar og grindadrápsmyndirnar floymdu út í heim. PR fyllir jú nógv í virkseminum hjá kendum fólkum. Soleiðis er tað. Men Fatboy noktaði at geva skarvin yvir og legði tað longu leið á Gøtusand, har hann kom, sá og sigraði.

Vert er at vísa eitt minimum av takksemi fyri hetta. Høvdu vit øll sýnt sama nærlagni, integritet og dugnaskap í okkara egna.

7/21/19

Slow Jamz Vol. I (DJ Mix)

Mynd: egin mynd.
Slow Jamz Vol. I er heiti á DJ miksi, ið eg legði út fyrr í summar. Tað er ætlað sum ljóðspor afturvið endaleysum summarkvøldum og ljósum náttum. Ella afturvið einari og hvørjari chillaðari stund. Sum sagt verður í frágreiðingini til miksið: "A collection of sizzling hot slow jams. Long bright nights and chillout vibes."

Um hugtakið "slow jam" er at siga, at tað verður vanliga nýtt um eitt lag sum hevur seint tempo og/ella er ein ballada, og sum heintar íblástur úr rhythm & blues og soul tónleiki. Sum heild verður tað nýtt um sangir við bleytari ljóðmynd, har tekstligi denturin er á sterkt kensluligt og/ella romantiskt innihald. Í so máta fevnir hugtakið "slow jam" rættiliga víða, og tað ger tað eisini í hesum miksinum.

Enjoy!



1. Kool & The Gang: 'Summer Madness'
2. Roy Ayers Ubiquity: 'Everybody Loves The Sunshine'
3. Jan Hammer: 'Night Talk'
4. Daft Punk: 'Nightvision'
5. Prince: 'Scandalous'
6. The Isley Brothers: 'Footsteps In The Dark, Pts. 1 & 2'
7. Serge Gainsbourg: 'L’Hotel Particulier (Stratus remix)'
8. Childish Gambino: 'Redbone'
9. Kali Uchis feat. Bootsy Collins, Tyler, The Creator: 'After The Storm'
10. Quincy Jones: 'Summer In The City'
11. Isaac Hayes: 'Walk On By'
12. The Korgis: 'Everybody’s Got To Learn Sometime'
13. 10cc: 'I’m Not In Love'

6/30/19

Topp 12 plátur - fyrra helvt av 2019

Árið er hálvrunnið, og her eru mínar topp 12 plátur higartil í ár:

black midi: Schlagenheim
Candlemass: The Door To Doom
The Comet Is Coming: Trust In The Deep Lifeforce of The Deep Mystery
Gaahls WYRD: Gastir - Ghosts Invited
Henryk Górecki/Beth Gibbons/Krzysztof Penderecki:
Symphony no. 3 (Symphony of Sorrowful Songs)
Laid Back: Healing Feeling
Little Simz: GREY Area
Nathan Micay: Blue Spring
Rammstein: RAMMSTEIN
Solange: When I Get Home
Sunn O))): Life Metal
Thom Yorke: ANIMA

https://xsaardo.github.io/Album-Art-Collage-Creator/

6/9/19

Hvítusunnu-urgumessan hjá Messiaen

Olivier Messiaen avmyndaður uml. 1940 við urguna í La Trinité kirkjuni í París.
Franska modernistiska tónaskaldið, urguleikarin og fuglafrøðingurin Olivier Messiaen (1908-1992) skrivaði nógvan áhugaverdan tónleik. Í dag er hvítusunna, og mín sann um Messiaen ikki eisini skrivaði eina hvítusunnu-urgumessu, Messe de la Pentecôte, ið var stillisliga útgivin í 1950. Tónleikurin byggir á improvisatiónir, ið Messiaen plagdi at spæla til messu í La Trinité kirkjuni í París. Teir fimm satsirnir í messuni eru:

1. "Entrée: Les langues de feu" (Inngangur: Eldtungurnar)
2. "Offertoire: Les choses visibles et invisibles" (Kollekt: Tey sjónligu og ósjónligu tingini)
3."Consécration: Le don de sagesse" (Vígsla: Vísdómsgávan)
4. "Communion: Les oiseaux et les sources" (Altargangur: Fuglar og fjaðrar)
5. "Sortie: Le vent de l'Esprit" (Útgangur: Vindur heilaga andans)

Messan inniheldur tættir sum Messiaen arbeiddi nógv við í sínum tónleiki, eitt nú fuglasong (sí heitið á fjórða satsi) og oktatoniskar tónastigar. Sum íðin fuglafrøðingur visti hann nógv um fuglasong, og hetta brúkti hann sum íblástur í sínum tónleiki. Sí t.d. Oiseaux exotiques (Eksotiskir Fuglar) frá miðskeiðis í 50-unum. Patsy Morita skrivar fyri allmusic.com, at við fyrsta lurt kann Messe de la Pentecôte tykjast atonalt, men kannar tú tað nærri síggjast element úr eldri kirkjusangi og modalum samljóði. Eisini vísir Morita á, at teir fimm satsirnir eru skrivaðir til táttir í messuni, ið vanliga ikki hava tónleik afturvið: inngangin, kollektina, vígsluna, altargangin og útgangin.

Eitt verk sum Messe de la Pentecôte kínir ikki lurtaranum við oyrunum. Tú mást seta teg inn í hvat hetta er fyri nakað. Til tíðir kennist tað disharmoniskt ella beinleiðis atonalt, men so eru brátt løtur við undurfullum og djúptøknum vakurleika. Í so máta er hetta verkið ein góð endurspegling av av modernismuni, og hvussu hon kom til sjóndar í lívinum hjá Messiaen. Hann var trúgvandi katolikkur og kirkjuorganistur, og samstundis var hann gløðandi modernistur í síni tónlistarligu tilgongd. Modernisman snúði seg nevniliga um at bróta upp úr nýggjum, at finna uppá nýggjar tilgongdir, men eisini um at fata seg sjálvan í framhaldi av tí undanfarna.

Tað er júst hetta sum Messiaen ger í hesum verkinum. Tað er skrivað fyri hákirkjuliga ljóðførið urgu og til siðbundnu høgtíðina hvítusunnu. Samstundis inniheldur verkið óvanligar tónastigar og -samansetingar. Sjálvur skrivaði Messiaen um messuna, at hon passar nærum perfekt til longdina á einari messu, og at ætlanin er at satsirnir skulu passa til einstøku tættirnar í messuni. Ætlanin við tónleikinum var, at hann skuldi vísa á ymisk aspekt í loynidóminum í hvítusunnuni, ið sum kunnugt er heilaga andans høgtíð.

Viðfest niðanfyri er ein upptøka frá 1978 við Rosalinde Haas sum urguleikara.

Gleðiliga hvítusunnu!

5/26/19

Black viðmæli

Í februar postaði eg ein lista við yndis doom útgávum dagin eftir at svensku Candlemass lótu nýggja útgávu úr hondum. Nú havi eg valt at gera tað sama við black metal útgávum. Høvið er at í gjár kom nýggj pláta frá íslendska black metal bólkinum Misþyrming á marknaðin.

Eg havi leingi ætlað at viðmæla góðar black metal plátur, og hesin listin er eisini væl longri enn doom listin. Fimtan plátur eru komnar við. Onkur meira sjálvsøgd enn onnur. Her verður fevnt um alt frá all-time klassikarum til potentiellar nýklassikarar. Í øllum førum er talan um persónligar favorittar. Gerið so væl!


Darkthrone: Transilvanian Hunger (1994)
Transilvanian Hunger rakar fullkomnu javnvágina millum lo-fi grimd og melankolskan vakurleika. Løgini eru syrgin og mollstemt, røddin gralandi abjekt og ljóðmyndin statisk, hóast alt er í áhaldandi rørslu. Heitið Transilvanian Hunger kundi bent á fjákutar vampýrlótir, men tónleikur og huglag leggja á heilt annan bógv. Alt gongur snøgt sagt upp í eina hægri eind.

Hetta er fjórða útgávan hjá bólkinum, og fyrstu ferð at innspælt verður sum duo: Nocturno Culto á sang og Fenriz á bass, gittar og trummur. Teir báðir mynda framvegis manningina í bólkinum. Fýra tekstir eru skrivaðir saman við illa gitna Varg Vikernes úr Burzum (sí niðanfyri). Tekstirnir eru ávikavist á norskum og enskum. Aðrar útgávur hjá bólkinum frá sama tíðarskeiðið hava eisini sínar dygdir, men hendan er kortini í serflokki. Tað var mín góði vinur og starvsfelagi Benjamin Petersen, ið vísti mær hesa plátuna fyri nøkrum árum síðani. Tað var dagur í viku!

LP útgávan av Transilvanian Hunger er rárur fuglur í plátubúðum, og eg eri ongantíð komin fram á hana í Norðurevropa. Eg fann tó loksins eitt eintak í Romm í november 2017. Gamaní var ikki talan um fyrstuútgávuna frá '94, men um hina somuleiðis ráru "limited edition" endurútgávuna frá 2002. Síðsta dagin á okkara Romm túri fór eg í framúrskarandi plátubúðina Radiation Records at sneyta, og har stóð hon brádliga. Ikki ovurhonds bílig, men heldur ikki svínadýr. Á vinyl sum LP, so segði hann. Eitt sindur skemtiligt at skula finna ein slíkan black metal varða í katólsku háborgini Romm, men lat tað fara. Ein av "urtekstunum" innan norskt black metal, og ein tann besta black metal útgávan yvirhøvur.


Emperor: In The Nightside Eclipse (1994)
Eru Darkthrone eitt gott boð uppá eitt puristiskt black metal navn við denti á trummur, bass, gittar og ílandi kjaftaslit, eru Emperor eitt ditto boð uppá júst tað øvugta. In The Nightside Eclipse er av summum skýrd fyrsta veruliga symfoniska black metal plátan og hetta er ikki uttan orsøk. Plátan hevur av sonnum eitt symfoniskt ella ambient kent ljóð, har tangentljóðføri leggja væl valdar klangir aftanfyri áðurnevndu gittarar, bassar, trummur og ílandi kjaftaslit.

Í so máta umboðar henda plátan eitt sindur av einum paradigmuskifti innan black metal frá reindyrkaðum lo-fi til meira ambitiøsa studioinnspæling. Kortini verður eisini hildið fast við upphavið í reindyrkaðum 90'ara black metal estetikki. Hóast huglagsríkir tangentar eru lagdir afturat, er tónin grundleggjandi naskur og stevið massivt. Tað er ikki ov nógv sagt, at sangarin og gittarleikarin Ihsahn er oddamaður og tónlistaligur sjefideologur. Hann var 17 ár, tá henda debutplátan var innspæld. Sig so ikki tað. In The Nightside Eclipse er útgivin sama ár sum Transilvanian Hunger, og er eisini at rokna sum ein lyklaútgáva úr fyrstu bylgjuni av norskum black metal.

Fordjúpaði meg av fyrstan tí í hesi plátuni, tá eg skrivaði bachelorritgerð um black metal og religión á tónleikavísindi í 2010. Tá eg fýra ár seinni gjørdist liðugur við mín master, keypti eg LP eintak í tí nú søguliga tónleika- og filmshandlinum Fona á Strøgnum í Keypmannahavn. Snotilig gatefold, har húsin kemur til sín rætt. Permumyndin er teknað av Necrolord a.k.a. Kristian Wåhlin og avmyndar eina støðu úr Lord of The Rings; eitt herlið av orkum er ávegis til Minas Morgul. Beint undir Emperor logo'inum ovast til vinstru sæst eitt motiv úr skavmyndini/koparprentinum "Death on a Pale Horse (Revelation)" hjá Gustave Doré. So vita vit líkasum hvat klokkan hevur sligið!


Mayhem: De Mysteriis Dom Satanas (1994)
Í einum umhvørvi eyðmerkt av harðari kapping um at vera mest langt úti, má ein kortini siga at Mayhem skilja seg frá hinum. Her skal ikki gerast óneyðuga nógv burturúr illa gitnu søguni hjá bólkinum. Bert ein lítil anekdota: í 2001 var eg á Roskilde Festival, og gekk m.a. framvið einum telti, har Mayhem spældi. Stóð har eina løtu, men tað gjørdist skjótt ovmikið og eg fór avstað. Gekk tvørturum Dyrskuepladsen, men hetta ljóðið helt á við at elta meg. Ljóðið av Mayhem.

Hvat var tað fyri eitt ljóð? Tja, tað var helst óndasta ljóðið eg inntil tá hevði hoyrt. Tað var grundleggjandi ófrættakent og lá væl uttanfyri mína mentanarligu fatan. Morgunin eftir las eg í Roskilde avísini, at táverandi sangarin Maniac hevði skorið seg í armin og tveitt grísahøvd út til áhoyrararnar. Svakligt, kaotiskt og ein fullkomin negatión av øllum viðtiknum siðaarvi og ditto siðmenning.

Eg veit ikki hvussu eg hevði upplivað ta framførsluna í dag, men nú 18 ár seinni kann eg staðfesta, at hendan útgávan er í øllum førum heilt ótrúliga hugbindandi. Hetta er helst hin mest ekstrema og massiva av útgávunum frá upprunaligu black metal bylgjuni. Tað tekur tíð at absorbera og fata hana, tí hon er ágangandi, avantgardistisk og náðileys í sínum úttrykki. Multitrackaðir gittarar (Euronymous, sáli), avbera væl spældar trummur (Hellhammer) og svakligir og eksentriskir vokalar (Atilla Csihar).

Við fyrsta lurt kann tað tykjast sum at limirnir hava brúkt ekstremt nógva tíð uppá at innspæla ljóðførini so gjøgnumført og perfektionistiskt sum gjørligt, fyri síðani at lata sangaran koma framvið og smekka vokalar inn uppá ein seinnapart. Kortini er talan um eitt kaos við meining í. Hinir limirnir um hesa tíðina vóru Snorre "Blacktorn" Ruch (gittar), Per "Dead" Yngve Ohlin, sáli (sangskriving), Necrobutcher (upprunaligur bassleikari) og Varg "Count Grishnack" Vikernes, bass. Hesin seinast nevndi leiðir okkum víðari til enn eina plátu á hesum listanum, men fyrst:


Ulver: Bergtatt (1995)
Ulver høvdu longu frá byrjan sítt heilt egna twist uppá black metal. Hetta er kanska líka nógv folk metal sum black metal, og tær báðar stílgreinarnar eru í grundini samantvinnaðar á hesi útgávuni. Sigast kann, at Ulver við hesi og næstu tveimum útgávunum skapaðu eina syntesu millum black metal og norskan fólkatónleik. Seinni vóru tríggjar tær fyrstu Ulver pláturnar endurútgivnar undir samheitinum Black Metal Trilogie - Three Journeys Through The Norwegian Netherworlde.

Tekstliga heinta teir íblástur frá eitt nú norskum sagnum, Ludvig Holberg og sálmaskaldinum Thomas Kingo, hvørs sálmavirksemi eisini hevur sett síni frámerki á tónleik um okkara leiðir. Anti-kristni hugburðurin hjá øðrum black metal nøvnum er v.ø.o. ikki reiðiliga galdandi her. Á Bergtatt - hvørs fulla heitið er Bergtatt - ett eeventyr i 5 capitler - verður skift millum blastbeat stykki við eyðkent skríggjandi vokali og meira friðsæl fólkatónleikapetti við tí sum líkist messandi munkasangi (multitrackaðar røddir frá sangaranum Garm). Onkrar løtur í millum eru meira soundscape kendar.

Hetta er debut útgávan hjá bólkinum og í so máta leggja teir sterkt frá landi hóast ungan miðalaldur (limirnir vóru allir 18-19 ára gamlir, tá Bergtatt var útgivin og teir stovnaðu bólkin sum 16-17 ára gamlir). Ulver telist ikki millum ekstremu black metal nøvnini. Til tess er teirra tónleikur ov loyndarfullur, atmosferiskur og egin. Tað er eisini í fínasta lagi, tí hetta er eitt sera hugtakandi stað at vera sum áhoyrari, og Bergtatt leggur eitt egið klípi í black metal varðan.


Burzum: Filosofem (1996)
Burzum er soloverkætlanin hjá áðurnevnda Varg Vikernes, og Filosofem er fjórða studioútgávan. Í roynd og veru er talan um eina savnsútgávu, ið tekur samanum upptøkur frá 1993. Kortini er hon at meta sum ein samanhangandi pláta og verður av mongum mett sum høvuðsverkið í Burzum diskografiini. Ein dupult LP, ið er 64 minuttir til longdar.

Løgini eru ávikavist lo-fi upptøkur, ið Vikernes tók upp við so vánaligari útgerð sum gjørligt (m.a. vóru gittararnir koyrdir gjøgnum eina avgamla fuzz pedal og stereoanleggið hjá beiggjanum) og ambient synthesizer løg. Sum heild er talan um minimalistiskan, repetitivan tónleik, ið er langur í vavi. Styttsta lagið 'Dunkelheit' er beint yvir sjey minuttir til longdar, og longsta lagið 'Rundgang um die transzendentale Säule der Singularität' telur 25 minuttir. Hetta seinna er eitt ambient lag.

Minimalistiska og repetitiva tilgongdin gevur plátuni ein hypnotiskan dám, og samanrenningin millum ekstremar lo-fi upptøkur og ambientar synth klangir úrslitar í eini eginsamari ljóðmynd. Motivið á húsanum er heinta úr málninginum "Op Under Fjellet Toner En Lur" eftir norska myndlistamannin Theodor Kittelsen (1857-1914). Kittelsen var tjóðarlistamaður í Noregi og hevur verið heilt nógv brúktur innan black metal. LP'ina av Filosofem fann eg saman við Mayhem plátuni omanfyri í einum plátubási á Copenhell festivalinum í 2016. Tað var, ikki tykkum at siga, funnin fressur! Snotilig gatefold dupultpláta við øllum molevittinum.

Weakling: Dead As Dreams (2000)
Black metal hevur upphav í Noregi, men við tíðini ferðaðist hesin tónleikur tvørturum um bæði landa- og samfelagsmørk. Amerikanska vesturstrondin hevur í longri tíð verið ein miðstaður fyri amerikanskt black metal, og San Francisco smæðist ikki burtur í hesum høpi. Weakling var eitt slóðandi navn á San Francisco senuni, hóast bólkurin bert útgav hesa einu plátuna og ongantíð fór á nakra konsertferð. 

Dead As Dreams er eitt stórverk. Her taka Weakling íblásturin frá norskum og evropeiskum black, og spenna hann út til episkar, progressivar og ambientar longdir. Fimm sangir eru á plátuni, og sangirnir eru allir millum 10 og 20 minuttir til longdar. Tilsamans 76 minuttir! Løgini flyta seg gjøgnum fleiri ymsar partar (haðani kemur tað progressiva), og alt er ílatið ein stórbæran wall of sound kendan ljóðmúr (haðani kemur tað ambienta). Grælið hjá sangaranum og gittarleikaranum John Gossard hevur ein desperatan og neyðarsligan dám, ið riggar ótrúliga væl sum mótspæl til annars máttmiklu ljóðmyndina. Ein pláta við smelli í.

Extol: Undeceived (2000)
Tað er einki stuttligt at gera black metal listar, um man ikki sleppur at vera eitt sindur óortodoksur. Óortodoksa ískoyti á hesum listanum er Undeceived hjá norska bólkinum Extol, eisini frá ár 2000. Er Undeceived ein reindyrka black metal útgáva? Nei. Rennur ein undirstreymur av black metal gjøgnum alla útgávuna? Ja, so avgjørt. 

Extol er enskt og merkir "lovsyngja" ella "hevja til skýggja". Extol eru outsidarar á norska málmpallinum við uppruna í kristnum umhvørvi. Sum praktiserandi ekstremmálmstónleikarar eru teir eisini outsidarar í konservativum kristnum umhvørvi. Teir eru snøgt sagt totalir outsidarar. Bólkurin hevur eftirhondini rættiliga legendariska støðu, og fleiri genialir tónleikarar hava verið í manningini gjøgnum árini. Eitt nú multi-instrumentalisturin Ole Børud, ið er við á Undeceived og næstan øllum hinum Extol plátunum, og Emil Nikolaisen, ið spældi við eitt stutt skifti í 90'unum og sum seinni stovnaði framúrskarandi noise/shoegaze bólkin Serena-Maneesh. 

Undeceived er høvuðsverkið hjá Extol. Ein samanseting av melodiskum deyðsmálmi, progressivum málmi og so áðurnevnda undirstreymi av black. Menn eru hóast alt úr Noregi, og tað endurspeglast á ymsan hátt í tónleikinum. Mollstemt hugløg, strúkarar, drøg úr onkrum fólkatónleikakendum og grælið hjá sangaranum Peter Espevoll bendir alt á black metal bógvin. Kortini er eisini mangt annað í tónlistaligu grýtuni, eitt nú jass og progg kendar passasjur, umframt skikkelig nydelig clean vokalur hjá Ole Børud! Extol ljóðar í grundini bara sum Extol (tjekka eisini debut plátuna Burial frá 1998).

Immortal: Sons of Northern Darkness (2002)
Norsku Immortal vóru stovnaðir í 1991 og lótu sína fyrstu plátu úr hondum árið eftir. Teir teljast tí væl og virðiliga uppí fyrstu black metal bylgjuna úr Noregi. Tað tók kortini eitt sindur av tíð áðrenn teir veruliga staðfestu seg, og mong halda at Nuclear Blast debutin Sons of Northern Darkness frá 2002 - hin sjeynda í diskografiini hjá bólkinum - er teirra besta útgáva. 

Hetta er eisini ein ólukksáliga sterk og vælljóðandi útgáva, ið hevur varðveitt tað ónda og tað myrka til fulnar. Samstundis sum at hon er væl skriva, væl spæld og væl framleidd. Ein pláta sum veksur í vavi og er komin fyri at vera. Eitt stórverk í sjangruni frá tíðarskeiðnum aftaná ár 2000.

Einmansverkætlanin Xasthur telist millum tey meira kontroversiellu amerikansku black metal nøvnini, einamest av tónleikaligum ávum. At talan er um einmansverkætlan peikar aftur á slóð til m.a. Burzum í 90'unum, og tónleikaliga er eisini fitt av lo-fi estetikki at koma eftir. Telepathic With The Deceased er ein rannsókn í døprum, vónleysum, vøkrum og ambientum black metal. Nærum shoegaze í støðum. Einki ljóðføri traðkar framum nakað annað, og hetta er stóra dygdin í útgávuni. Sum eitt kalt og slavið ljóðteppi, ið leggur seg um títt sinni. Frálíkt.

Wolves In The Throne Room: Black Cascade (2009)
Tað verður seinur dagur áðrenn eg gloymi fyrstu ferðina hesin bólkurin gjørdi sítt monumentala inntriv í mína tilvitsku. Vit vóru á Roskilde Festival 2010 og leiðin gekk leiðin til onkra framførslu, ið eg havi gloymt síðani. Á vegnum gingu vit framvið Odeon pallinum, har Wolves In The Throne Room framførdu. Nógv fólk allastaðni og tað tók einar 5-10 minuttir at ganga framvið. Hetta vóru nakrir hugtakandi minuttir, ið festu seg í minnið.

Av nýggjari black metal nøvnum er tað eingin, ið meistrar kensluna av stasis (kyrrstøða, stillstøða) sum Wolves In The Throne Room. Hasa gandakendu kensluna av at standa mitt í orkanini, har alt er púra stilt, hóast illveðrið leikar í kring ein. Eg vil í grundini viðmæla allar útgávurnar hjá bólkinum, men tað er kortini serliga henda útgávan, ið rúnarbindur. Á plátum sum Two Hunters (2007) og Celestial Lineage (2001) dyrka teir eitt meira fjøltáttað úttrykk við kvinnuligum gestavokali og ambientum ljóðlandsløgum, og á Celestite (2014) taka teir instrumentala ambient stigið fult út. Á teirri nýggjastu Thrice Woven (2017) venda teir aftur til eitt slag av uppruna.

Á persónliga favorittinum Black Cascade er áherðslan ein onnur. Her koyra blastbeats nærum konstant, meðan tað ambienta koyrir í bakgrundini. Í so máta hevur útgávan nógv í felag við upprunaliga norska rákið. Fýra løg, ið øll eru yvir 10 minuttir til longdar. Hitt fyrsta, "Wanderer Above The Sea of Fog", tekur heitið frá kenda romantiska Caspar David Friedrich málninginum. Heitið á plátuni sipar til Cascade fjøllini á náttarstund. Cascade fjallarøðin liggur í útnyrðings USA, hagani bólkurin stavar. Ein dragandi, massiv ljóðmynd. Eg elski stutt sagt hesa meistarligu plátuna.

Aluk Todolo: Occult Rock (2012)
Helst hin mest eksperimenterandi plátan á hesum listanum. Tað skal eisini til. Aluk Todolo eru ein fronsk trio, ið tekur navn eftir einum elligomlum indonesiskum fjallaátrúnaði (!) Tónleikurin er instrumentalur eksperimental málmur av tí svarta slagnum. Onnur útgávan Occult Rock frá 2012 er einki minni ein ein dupultfløga við átta skeringum, ið tilsamans tátta í hálvan annan tíma. 

Ein drúgv og treytaleys, men eisini minimalistisk og dragandi útgáva. Tað eksperimentala liggur í sameiningini av svartmálmi við annan viðkomandi tónleik, eitt nú repetitivan krautrock, og hetta roynist óalmindiliga saman. Tað er ikki so langt síðani, at hendan plátan opinberaði seg fyri mær, men hon hevur sanniliga bergtikið.

Svartidauði: Flesh Cathedral (2012)
Seinastu árini hevur Ísland eyðmerkt seg sum verandi latingarført innan dygdargott black metal. Eitt av eldru nøvnunum á íslendska pallinum er Svartidauði. Teir vóru stovnaðir í 2002, men tað gingu 10 ár áðrenn debutplátan Flesh Cathedral var útgivin á Terratur Possessions. Ein heilt ólukksáliga kontant og treytaleys pláta, ið fyrijáttaði eitt slag av gulløld innan íslendskt black metal (sí niðanfyri). Fýra løg, ið øll eru millum tíggju og nítjan minuttir til longdar. Framúr!
(Onnur plátan hjá bólkinum, Revelations of the Red Sword, útkom 3. desember).

Deafheaven: Sunbather (2013)
Deafheaven eru úr San Francisco, Kalifornia, og spæla ein gjøgnumførdan hybrid av black metal, shoegaze (eisini kent sum "blackgaze") og post rokki. Eg sá Deafheaven hita upp fyri Russian Circles í KB18 í Keypmannahavn í apríl 2012, men satt at siga var tað ikki fyrrenn onnur útgávan Sunbather (2013) kom út, at eg veruliga fekk ans fyri bólkinum. Plátan gjørdist ein mikil ummælara darling og fekk serstakliga góða umrøðu víða hvar. Ikki uttan orsøk, tí hon er ein ómetaliga væl úr hondum greidd sameining av black metal, shoegaze, post rokki, post metal og prog íblástri.

Sunbather fevnir meira víða enn hin til samanberingar konsentreraða og kontanta triðja útgávan New Bermuda. Havi tokka til báðar, men Sunbather eigur munin (nýggjasta útgávan Ordinary Corrupt Human Love náddi ikki heilt somu hæddum). Dyrka t.d. longsta lagið á plátuni, hitt sublima og stórsligna 'Vertigo', hvørs formur er intro -> prog petti -> shoegaze petti -> 80'ara gittarsolo petti -> black metal petti -> arpeggio og trummu petti -> black metal petti 2 -> post rock petti -> alt í senn petti -> outro. Kortini hongur alt saman á organiskan hátt. Góður stílur.

Eingin ivi um at Sunbather hevur verið við til at seta black metal aftur á tónlistarliga landakortið. Lagasmíð, framførsla, framleiðsla: alt er knasandi væl úr hondum greitt og útgávan hyggur frameftir. Húsin er í sjálvum sær eitt brot við svartlitta estetikkin, og endurspeglar óortodoksa hugburðin, ið ger seg galdandi. Ein fantastisk og uppfinnsom útgáva.


Misþyrming: Söngvar Elds og Óreiðu (2015)
Black metal spratt upprunaliga úr Noregi, ið liggur í ein eystan úr Føroyum. Seinastu árini hevur okkurt tó verið á vási í ein útnyrðing úr Føroyum, tí úr Íslandi ljóma hugtakandi svartmálmstónar. Áðurnevndu Svartidauði slóðaðu fyri við teirri máttugu Flesh Cathedral í 2012, og nýggjasta skotið á stammuni er stak hugvekjandi bólkurin Misþyrming.

Misþyrming spæla black metal av tí treytaleyst instinktiva, massiva, myrka og kensluliga slagnum. Sungið verður á íslendskum, og tað ger tað ikki verri. Ein ávísur hiti litar onkursvegna eisini ljóðmyndina, og eitt ávíst melodiskt og harmoniskt tev er somuleiðis at hóma. Hóast hetta sjálvandi er bæði myrkt og ónt uppá tann góða mátan.

Misþyrming eru sum skilst partur av einum leysligum kollektivi kring íslendska útgávufelagið Vánagandr, ið fyrst og fremst útgevur kassettubond. Kvlt! Tað sum bólkurin ger tykist drivið av einum ávísum framskygni. Teir vilja nakað við tónleikinum, og tað er dámligt at leggja oyru til. Söngvar elds og óreiðu (vildi umsett heitið til okkurt a la "Eldsins og ruðuleikans sangir") er eitt satt beist av eini plátu, ið setur ein høgan standard. 

Mgla: Exercises in Futility (2015)
Pólskt black metal av tí treytaleysa slagnum (sum um har finst nakað annað). Misantropiskt, nihilistiskt, pessimistiskt og onkursvegna djúpt forloysandi. Mgla er ein duo úr Póllandi. Live eru teir fýra á palli, og hetta er triðja útgávan hjá bólkinum. Eg sá og hoyrdi Mgla live á Loppen í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og kundi staðfesta at teir sparka eisini infernalskan dintil live.

Seks løg eru á hesi plátuni, og tey eita 'Exercise in Futility 1', 'Exercise in Futility 2', 'Exercise in Futility 3' o.s.fr. Sostatt eru seks venjingar í fáfongd tilsamans á hesi plátuni, og tær eiga allar sítt pláss. Fyrsta reglan í fyrsta sangi er "the great truth is there isn't one", og so er huglagið líkasum lagt fyri restina av plátuni. Sum sagt: av tí treytaleysa slagnum. Alt annað líka ein hamrandi feit og sannførandi útgáva.

Bonus: Misþyrming: Algleymi (2019)
Henda plátan kom út í gjár, so enn hava stundir ikki verið at tjekka hana út ordiliga. Eri kortini sera spentur, tí debutin hjá bólkinum (sí omanfyri) hugtók frá fyrsta degi. "Algleymi" merkir ekstasa (hugtøka, øsing), og tað er eitt hóskandi heiti. Fyri hesa útgávuna og fyri hetta slagið av tónleiki. Takk fyri at tit lósu við.

Eitt fittligt fýrkleyvar av norskum black klassikarum á vinyl sum LP (!)

3/23/19

Úr London í Høllina á Hálsi

P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019.
Seinasta hálva árið havi eg verið til tvær konsertir í høllini á Hálsi. Sermerkt er at tað gingu akkurát seks mánaðir ímillum hesar konsertirnar: hin fyrra var við Uriah Heep 22. september 2018, hin seinna við amerikansku P.O.D. 22. mars 2019. Eisini er tað sermerkt, at eg sá júst hesar báðar bólkarnar live í London veturin 2001/02. Eg var á málskúla hetta tíðarskeiðið og fór á so nógvar konsertir sum yvirhøvur gjørligt. Eg plagdi at blaða í blaðnum Time Out London, ið skúlin hevði standandi á einum stativi í forhøllini. Har stóðu flestu konsertir og tiltøk í.

7. desember 2001 fór eg á konsert við Uriah Heep í Shepherd's Bush Empire. Hetta vísti seg at vera eitt rættiliga serstakt konsertkvøld undir heitinum "The Magician's Birthday Party", ið seinni var útgivið á DVD. Fleiri gestir vóru við á konsertini, ja bæði Ken Hensley (orgul og gittar) og John Lawton (sang) vóru við, umframt at Thijs Van Leer leikti floytu. Lee Kerslake var framvegis trummuleikari tá.
Uriah Heep live í Høllini á Hálsi 22. september 2018.
Alt í alt eitt serstakt kvøld, og ein framíhjárættur at sleppa at síggja henda legendariska bretska 70-ara rokk bólkin við stinnastu manning. Eingin ivi er um at mínar yndis útgávur við Heep eru Demons & Wizards og The Magician's Birthday, báðar frá 1972. Víðskygdur progg rokkur við miklum hugflogi og einum dismi av psykedelia. Tí var tað ikki sørt hugaligt at hesar báðar útgávur áttu serligt pláss á teirri konsertini.

Í høllini á Hálsi í september var bólkurin meira trimmaður, og teir mongu gestirnir vóru sjálvsagt ikki við. Í dag er Mick Box einasti uppruna limur sum framvegis leikar við Uriah Heep. Bólkurin var tó í fínum formi og framførdi eina kompakta og orkumikla konsert. Hæddarpunktini vóru 'Sunrise', 'The Magician's Birthday', 'The Wizard' og 'Easy Livin'' av áðurnevndu plátuútgávum. Mick Box er framvegis gandakallur og bjóðar øllum í føðingardag, tá hann er á pallinum. Hattin av fyri tí.
Uriah Heep live í Høllini á Hálsi 22. september 2019.
P.O.D. (stytting fyri Payable On Death) úr San Diego, Kalifornia hoyrdi eg á spælistaðnum The Garage í London 9. januar 2002. Konsertin var útseld og eg hevði einki atgongumerki, men eg fór kortini. Hetta var beint um tað mundið, tá teir brutu í gjøgnum altjóða og fingu nøkur megahitt. Eg kendi eitt sindur til útgávuna The Fundamental Elements of Southtown (1999), men tað var við útgávuni Satellite frá 2001 at teir fingu tað stóra altjóða gjøgnumbrotið.

'Youth of the Nation' kom út sum staklag í desember 2001. Hetta var bert ein mánaða undan konsertini, og komandi árini gjørdust P.O.D. eitt stórt navn innan nu metal. Ein kendi tað eisini á konsertini, at her var ein serstakur spenningur rundanum. Uttanfyri royndu atgongumerkjahávar at selja mær atgongumerki fyri okursprís. Inntil ein tilvildarligur fýrur kom og bjóðaði mær eitt atgongumerki fyri "a pint of lager". Eg segði "ok". Hann fór at heva pengar, og ein av grammaru hávunum royndi at billa mær inn, at hesin fýrurin var klikkaður og gjørdi hetta hvørja ferð.

Eg valdi tó at bíða eina løtu, og hesin fýrurin kom aftur. Hann segði, at hann hevði akkurát vunnið tvey atgongumerki í onkrari blaðkapping, og fekk ongan við sær. Vit fóru innum, hann segði sítt navn í hurðini, eg keypti honum eina pint, vit ynsktu hvørjum øðrum góða konsert og tað var tað. Tað var ein góð konsert. Intenst. Seinni fingu teir eitt stak negativt nu-metal predikat á seg, men man visti hvaðani teir komu.
P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019.
P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019.
P.O.D. kendust sum júst teir somu í høllini á Hálsi í gjárkvøldi. Teir hava integritet og hava altíð gjørt hetta. Ein kundi fyri tað sæð teir live á onkrum lítla klubba á amerikansku vesturstrondini og kenslan hevði verið tann sama. Teir spæla rapp metal í 90-ara siðvenju a la Rage Against The Machine, við fitt av nu metal eyðkennum blandaðum uppí og einum melodiøsum tevi í teimum størstu hittunum sum 'Youth Of The Nation', 'Alive', 'Boom' og 'Satellite'.

Menn vóru vornir nakað eldri, men teir spældu sera væl, ja í grundini spældu teir sum ein dreymur. Frálíkur gittarleikur frá Marcos Curiel, góður bassbotnur frá Traa Daniels og Sonny Sandoval er ein sannførandi frontfigurur (trummutøkningurin Johnny Beats var stand-in fyri Wuv Bernardo á hesi konsertferðini, og hann dugdi síni ting til lítar). Dámligt við skiftum millum ágangandi riff og meira droymandi atmosferiskar passasjur. Gamaní havi eg einki forhold til nýggja tilfarið hjá bólkinum, men tá hittini frá Satellite (2001) vóru spæld, kendi ein veruliga formatið á bólkinum.
Eg fekk tikið mynd av settlistanum, ið ljóðmaðurin hevði liggjandi á pultinum. Mær tykir at P.O.D. kutaðu tveir sangir úr framførsluni: 'Without Jah' og 'Beautiful', og fóru tí beint úr 'Youth of the Nation' yvir í 'Alive'.
I Am hitaðu upp fyri P.O.D, og tað var stuttligt at hoyra teir aftur eftir so langa tíð. Eg kendi so at siga øll løgini hjá I Am aftur. Tey ljómaðu nevniliga á fløgu og í útvarpi í sama tíðarskeiði sum tá P.O.D. slóðu í gjøgnum altjóða. Í so máta eitt gott match, og eitt ikki sørt nostalgiskt kvøld. Løg sum 'Friðsæla stund' og 'Alla leið' eru ikki at kimsa at. Arni Zachariassen var ikki við vegna sjúku í familjuni. Alt gott ynskist honum og hansara. Ein vónaði kanska stillisliga at Mikkjal Hvannastein fór at trína á pallin, men so var ikki. Tó skal sigast at Pauli Reinert Poulsen framdi eitt heiðurligt avrik undir óvanligum umstøðum. Alt í alt ein fín konsert.