12/13/13

Dunið úr Atlantshavi (grein frá 2002)

F.v.: Ólavur Jákupsson, Jens L. Thomsen, Bogi á Lakjuni, Sólarn Solmunde, Jón Tyril, undirritaði og Høgni Lisberg uttanfyri Sirkus Reykjavík kvøldið áðrenn heimferð. 10 dagar í Reykjavík eru av, og menn eru íblástir. Mynd: Morgunblaðið, 2002.
Henda greinin er onnur av tveimum, ið eg skrivaði fyri Dimmalætting á heysti í 2002. Greinarnar vóru skrivaðar í samband við Íslandstúrin hjá Clickhaze og Krit í oktober tað árið. Eg var av ymsum ávum mintur á hesar greinarnar fyri nøkrum vikum síðani, og hetta kanst tú lesa meira um í fororðinum til fyrru greinina. Fyrra greinin innihelt einamest ummæli/frásøgnir frá konsertunum, ið bólkarnir spældu í Reykjavík. Her er framhaldsgreinin, har eg reflekteri yvir túrin til Íslands, og skrivi meira um tónleikin hagani, umframt ymisk- og líkleikar londini millum. Tað eru 11 ár og 24 dagar síðani hon stóð á prenti í Dimmalætting, ið nú er farin í søguna. Gerið so væl:

Skrivað hevur: Knút H. Eysturstein
Týsdagur 19. november 2002, kl. 08.42, 226/125 - Skái
 

Um Ísland og íslendskan tónleik

Lat tað vera sagt beinavegin. Eg eri Íslands fjeppari. Ella lat meg siga tað nágreiniligari: eg fjeppi uppi í íslendskum tónleiki. Ein nørdur. Totalt.
Ikki tí, at eg kenni so øgiliga nógvan íslendskan tónleik. Men tað, ið eg kenni, dámar mær sera, sera væl. Björk, Sigur Rós, Múm, Apparat Organ Quartet (og nú eisini Úlpa). Nøvn, sum í mínari verð eru "way up there"!
Veit ikki, hvat er við hesum landinum, men líka síðani eg var barn, havi eg havt ein dreym um at fara hagar. Í skúlanum lærdu vit um Ísland í landalæru og serstøku náttúruna har. Vit lærdu og hoyrdu um Vatnajøkul, Geysir, eldgos og annað. Í mínum hugaheimi var Ísland øðrvísi og fremmant uppá allar mátar, ja næstan mytologiskt.
Seinni uppdagaði eg íslendska tónleikalívið, og eg gjørdist bara meira forvitin og spentur. Tað gjørdist mær greitt, at fyrr ella seinni mátti eg til Íslands!
Tá føroyingar so endiliga gjørdu innrás í Reykjavík á Fairwaves festivalinum í oktober, gjørdist hetta møguligt. Eg slapp til Íslands. Sum tónleikari, blaðfólk, vitjandi, ferðandi og gestur! Tíggju dagar í Reykjavík. Ein dreymaferð.

Broytingar innan og uttan
 Týr fingu eitt veruligt gjøgnumbrot haryviri fyrr í árinum. Hetta var gleðiligt, men persónliga undraði tað meg eitt sindur, at føroyskur tónleikur skuldi vera so væl umtóktur í Íslandi. Í mínari verð hevur tónleikurin har altíð verið fleiri ljósár framman fyri tann føroyska, hvat viðvíkur nýskapan og originaliteti.
Alt tað "kula" kom úr Íslandi. Úr Føroyum kom – einki! Ja, soleiðis hugsaði ein inntil fyri stuttum. Nú er vend við at koma í. Hetta tónleikaárið hevur verið hendingaríkt. Føroyskur tónleikur ger alsamt meira um seg uttanlands, og vit hava jú so avgjørt eisini dygdargóðan tónleik her á klettunum! Eingin ivi um tað!
Tá eg so endiliga slapp til Íslands, fór eg á eina persónliga rannsóknarferð í íslendska tónleikaheiminum. Hetta var ikki einans gjørt við at fara til konsertir og lesa bløð, men eisini við at tosa við fólk og einstaklingar, sum ferðast í tí umhvørvinum.
Fann útav, at ein høvuðsorsøk til tað, at íslendingar dáma so væl føroyskan tónleik, er, tí at hann minnir teir á eina gamla mentan, ið teir hava mist. Tak t.d. kvæðarockin hjá Týr. Kvæðini og føroyski dansurin eru ein meira ella minni nátúrligur partur av okkara mentan, ið vit kanska ikki hugsa so nógv um.
Í Íslandi var hetta einaferð partur av teirra mentan, men tað er tað ikki longur. Kvæðini vóru bannað av ignorantum fanatikarum, ið misskiltu bæði eitt og annað við kristindóminum og hildu, at nú skuldu teir banna alt, ið ikki samsvaraði við teirra fatan. Teir finnast allastaðni.
Tað stuttliga er, at tað vísir seg, at íslendingar kenna aftur ein mistan ella gloymdan part av teirra uppruna í føroyskum tónleiki. Hetta haldi eg er sera vakurt í sær sjálvum, og er tað vert at geva sær far um og virðismeta.
Clickhaze á palli í Grand Rokk, Reykjavík í 2002.
Hvussu ber tað til?
Tað er undranarvert, hvussu væl úr hondum greiddur og upprunaligur, íslendskur tónleikur er. Tað tykist sum um tónleikarar har als ikki hugsa um, hvat er kommersielt, hvat er poppur, og hvat selur mest. Ikki tí, poppur er eisini at finna í Íslandi. Tað er bara tað, at tann alternativi pallurin er so ræðuliga nógv størri. Tað er tann umvenda verð!
Har hugsa teir flestu tónleikararnir bara um at fylgja sínum egna framskygni. Um at endurskapa tey ljóð og tær kenslur, ið teir hava í heilanum og hjartanum, heldur enn at royna at endurskapa tey ljóð, ið koma í stríðum streymum úr MTV og øðrum sjón- og útvarpsrásum.
Men tað er kanska ikki so løgið. Inntil fyri 10 árum síðani var Ísland ein tónlistarligur dunnuhylur. Eingin annar hoyrdi tónleikin, og eingin hevði droymt um, at íslendskur tónleikur skuldi fáa eitt slíkt heimsumfatandi frambrot. Men tað hendi fyri tíggju árum síðani. Sugarcubes og Björk vóru fyrst, og onnur komu aftrat.
Nú fara umboð fyri altjóða plátufeløg og onnur áhugað til Íslands at leita eftir nýggjum nøvnum og nýggjum tónleiki. Har finna tey eina sera stóra og ríka keldu av tónleiki, og nøvnini, ið gera um seg á altjóða pallinum, gerast alsamt fleiri. Hetta er sjálvandi bæði stuttligt og spennandi at eygleiða. Nú er spurningurin bara, hvat ið fer at henda í framtíðini.
Núverandi ættarliðið hevur enn fatur á nøkrum serstøkum. Tónleikurin er enn dygdargóður og nýskapandi. Tað er bara ein vandi fyri, at næstu ættarliðini verða svølgd av mainstream-tónleikinum. Soleiðis sum gongdin er í vesturheiminum, gerast allar mentanirnar tíverri meira og meira einsrættaðar. Hetta má ikki henda í Íslandi og heldur ikki í Føroyum.
Vit hava okkara røtur, og tær stinga djúpt. Tað er gott, men vit muga ikki gloyma, at tær kunnu hóast alt verða kvettar, um trýstið uttanífrá gerst ov stórt. Ella enn verri; vit eru í vanda fyri at kvetta tær sjálv, um vit ikki eru vakin og vita, hvat fer fram rundanum okkum.

Hví Ísland?
Lesarin hevur kanska hug at spyrja, hvat er so fantastiskt við íslendskum tónleiki? Lesarin hevur kanska ikki hoyrt tað stóra av øllum hesum, ið skal eitast at vera so gott.
Men tað er heldur ikki so løgið. Tí tónleikurin, ið talan er um, fer aldrin nakrantíð at verða spældur í føroyskum út- og sjónvarpi undir verandi umstøðum. Tað eru okkara fjølmiðlar alt ov kavmodnir til!
Eg havi ikki hug at byrja eina longri argumentatión fyri hví og hvussu og hvat. Vil bara sláa fast, at tað kann verða beinleiðis skaðiligt fyri tónlistarliga kreativitetin at skrúva útvarpið frá í Føroyum!
Lesarin spyr kanska framvegis: »Og hvat so? Kom við onkrum dømi?« Eg kann bara soleiðis tilvildarliga nevna Sigur Rós. Hesin bólkurin fekk sítt altjóða frambrot í 2000 við fløguni Ágætis Byrjun. Fýra tónleikarar manna bólkin, og teir spæla eitt slag av ófatiliga vøkrum og melankolskum noise-rocki. Eg haldi persónliga, at teirra tónleikur í nógvar mátar er so fantastiska góður, at limirnir í bólkinum muga vera einglar ella aliens!
Men tað eru teir ikki. Teir eru bara fýra íslendskir tónleikanørdar, ið ikki lata seg tálma av afturhaldi og snævurskygni. Teir gera tað, ið teir hava hug til, og úrslitið er tónleikur av eini aðrari verð!
Tónleikurin verður av summum nevndur "post rock" – í stíl við skotsku Mogwai og kanadisku Godspeed You Black Emperor! Men eg haldi, at Sigur Rós eru nakað væl meir enn tað. Ummælarin á tónleikaheimasíðuni www.pitchforkmedia.com segði tað nokkso væl tá hann ummælti Ágætis Byrjun:

"… Sigur Rós eru ikki post rock. Teir eru pre tað, sum nú einaferð fer at koma í hesi nýggju øldini!"

Her skal ikki sigast meira um teir, annað enn, at tað kann loysa seg at ogna sær Ágætis Byrjun og nýggju útgávuna, ið kom út herfyri. Vøkur upplivilsi eru í væntu!
Sigur Rós tá
Onnur nøvn
Annars kann ein eisini nevna Björk, ið var slóðbrótari fyri øllum hinum. Haldi hon hevur onkuntíð verið spæld í føroyskum útvarpi, men tað kann teljast á einari hond, hvussu ofta tað er komið fyri! Björk er enn góð, hóast hon gerst alsamt meira loyndarfull og duld í hennara egna merkverdiga electronica heimi.
Av øðrum kunnu vit nevna Múm og Apparat Organ Quartet. Múm spæla eitt slag av "fólkaelectronica". Ein samanseting av akustiskum ljóðførum og elektroniskum ljóðlandsløgum. Tvíburðasystrar syngja í bólkinum, og teirra songrøddir minna um barnarøddir. Ein fer at hugsa um barndóm og gomul minnir, tá ein lurtar eftir tónleikinum. Vakurt!
Apparat Organ Quartet er mannaður av fýra organistum(!) og einum trummusláara. Teir spæla góðan traditionellan rock, men teir nýta orgul og synthesizarar til hetta, heldur enn guitar og bass. Hetta merkir, at hesin orgulrockurin verður kryddaður við feitum og kitsjutum synth-ljóðum. Úrslitið er, at tónleikurin er til at kenna aftur, samstundis sum hann eisini virkar fremmandur ella "syntetiskur". Spennandi!
Apparat Organ Quartet
Úlpa, ið hava verið í Føroyum, vísa seg at vera knasandi góðir. Eitt lag hjá teimum, "Dinzl", var roynt sum eykalag á 15 teim bestu, men tað datt av listanum aftur. Spell! Allar helst tí, at tað var ov "løgið" ella "sýra"! Men Úlpa spæla altso dygdargóðan alternativan guitarrock. Nógvar løgnar rútmur og guitarljóðmyndir. Sangurin minnir eitt sindur um David Bowie og bretskan indie-rock. Teir hava givið eina fløgu út, og hon nevnist Mea Culpa. Ein sera áhugaverd fløga, ið bara gerst betri, tess meira ein lurtar.
Onkuntíð gerst ein næstan óttafullur, tá ein hugsar um føroyska ungdómin, ið verður heilavaskaður og steriliseraður tónlistarliga av fjølmiðlunum. Vaknið unglingar! Hugsið sjálvi! Lat ikki nakran siga tykkum, hvønn tónleik, tit skulu lurta eftir! (Heldur ikki meg!)
Hinvegin er tað kanska ikki so galið kortini. Vit hava nógv meira av góðum tónleiki, enn vit mangan geva okkum far um, og útlitini fyri, at føroyskur tónleikur fer at gera nógv um seg úti heimi í framtíðini, eru góð.
Tað kann ið hvussu er sigast, at íslendskir tónleikaserfrøðingar sum Kiddi Sæmundson og Jens Guð eru púra sannførdir um, at tann næsta altjóða tónleikabylgjan fer at koma úr Føroyum. Eitt globalt "fairwaves"? Hvør veit?

Og hvat so?
 Nú kann ein líta aftur á tíggju dagar í Reykjavík. Vit sóu ikki eldgos, bara hús, ið mannahendur høvdu smíðað. Vatnajøkul sóu vit úr flogfarinum á veg til Reykjavíkar. Ísland var í grundini ikki so eksotiskt, sum ein væntaði. Har var sera kalt og sera dýrt.
Tónleikararnir har eru ikki aliens ella einglar. Teir eru menniskju eins og tú og eg. Men summir teirra gera tónleik, ið ber brá av einglaljóði. Fólkini eru friðarlig, varin og sáttlig. Einki hóvasták. Tað kann tykjast kaldligt at byrja við, men undir bleika holdinum finnast heit og vinarlig hjørtu. Har vóru nógv fitt fólk.
Samfelagið er progressivt og "frísinnað" at kalla. Øll sløg av fólkum eru at finna har – í øllum førum í Reykjavík. Tú kanst vera, sum tú vilt og síggja út, sum tú vilt. Tú kanst siga, hvat tú vilt og trúgva, hvat tú vilt.
Tú ert frælsur, at vera tann tú vilt. Har er eingin, ið sigur tær, hvussu tú skalt vera, hvussu tú skalt ganga ílatin, hvat tú skalt halda, hvat tú skalt trúgva, og hvussu tú skalt vera. Eingin jantelóg! Tónleikurin er eins fjølbroyttur, og samfelagið.
Hetta er gott í ávísum føri, men tað hevur eisini sínar ringu síður. Samfelagið má sigast at vera rættiliga heiðið ella ateistiskt (kalla tað hvat tú vilt).
Mangan er tað gott at sleppa av við óneyðugar traditiónir og heilagar kýr, men neyvan er tað gott at blaka barnið út við vatninum, sum onkur segði. Tað er ein spurningur um raðfestingar, giti eg. Eisini í Føroyum. Í øllum førum dámar mær betur samfelagsligt frælsi enn samfelagsligar avmarkingar.
Tað nyttar einki at royna at broyta hugburðin og moralin hjá fólki við uttanveltaðum lógum, tí broytingin kemur altíð innanífrá. Úr hjartanum.

*

Tá samanum kemur eru vit í ætt. Ísland er størri enn Føroyar, men tó eru vit javnlíkar. Sjálvt um samfeløgini eru sera ymisk, eru vit eins. Sjálvt um tónleikalívið ikki líkist, so hava vit nógv í felag.
Vit búgva á veðurbardum grønum oyggjum, mitt í stóra bláa havinum. Vit skapa tónleik úr tí sama tilfarinum. Vit hoyra tað sama dunið. Dunið úr Atlantshavi.

11/7/13

Post Punk And Gender

Since the news of Lou Reed's passing on Sunday Oct. 27 I've been listening quite a lot to The Velvet Underground and Lou Reed's solo material. The greatest and most famous record by The Velvet Underground is the debut The Velvet Underground & Nico (1967). While The Velvet Underground were in many ways forerunners to punk and post punk and the album does have quite a few tracks that delve into drones and noise, this particular track is a bit more "pop". Pop in a Phil Spector wall of sound sense. Nico sings lead on the track and adds her dreamily European/teutonic persona:


Tomorrow night we're seeing Nick Cave & The Bad Seeds live here in Copenhagen which means I've also been listening to their back catalogue this week. One track that stood out was from the covers album Kicking Against The Pricks (1986) and it's their cover of the aforementioned 'All Tomorrow's Parties'. Nick Cave and the band invert the angle of the song and make it a masculine choir of Ennio Morricone-esque shouts with a driving rock'n'roll beat underneath. Male singers performing songs usually associated with female singers and vice versa is an easy trick but nevertheless it works. A great contrast to the original version:


This is what I would call a cover in all the right ways. It points to a lineage back to the original version while adding something of its own.
In regards to female and male singers these two versions reminded me of a similar example where the opposite happens, namely that of Kraftwerk and Siouxie and The Banshees. Kraftwerk released their masterpiece Trans Europe Express in 1977 and one of the featured tracks is 'Spiegelsaal'/'Hall of Mirrors', recited and sung by Ralf Hütter in typically non-dramatic fashion:


Interestingly, his vocal manners point back to Nico's similarly taut delivery on The Velvet Underground & Nico and lo and behold; this song also received a post punk inflected interpretation around the same time that Nick Cave & The Bad Seeds released their covers album. Siouxie Sioux & The Banshees released their covers album Through The Looking Glass (taking its title from the Kraftwerk song) in 1987. Again, we have a cover version that adds some straight forward rock drive to the original and again we have a front figure artist backed by a band: "X & The X's". Only this time the gender roles are the opposite.


Looking forward to Nick Cave & The Bad Seeds tomorrow!

11/5/13

Føroyskur rockur í Íslandi (grein frá 2002)

Clickhaze á palli í Grand Rokk, Reykjavík, 2002.
Jón Tyril skrivaði nú ein dagin á Facebook at hann hevði hitt Kristinn Sæmundsson e.k.s. Kiddi í Reykjavík á ársins Airwaves festivali. Kiddi. Tað var hann, ið kom til Føroya at lurta eftir Clickhaze, Krit, Gestir o.ø. á sumri í 2002. Hann hevði m.a. ein lyklaleiklut tá Bjørk, Sigur Rós, Mugison o.o. tóku sínu fyrstu fet innan tónleikin. Ein eldsál í orðsins rætta týdningi. Á heysti í 2002 ornaði Kiddi fyri at Clickhaze, Krit, Hanus G., Kári Sverrisson og Eivør Pálsdóttir komu til Reykjavíkar at spæla á Fairwaves 2002, ið koyrdi parallelt við Airwaves, men einans við føroyskum nøvnum á plakatini. Jens Guð hjálpti eisini til, men sum hann sjálvur skrivar: "Kiddi var potturinn og pannan í "Fairwaves"". 
Eg var øgiliga hugtikin av Íslandi og íslendskum tónleiki um hetta mundið. Tá eg so frætti at Clickhaze skuldu til Reykjavíkar í 10 dagar, ráddi um at bera so í bandi, at tað fór at vera brúk fyri mær á túrinum. Endin var at eg kom við sum ein samanseting av blaðfólki, roadie og kórsangara (Ólavur Jákupsson sang fyri í einum lagi, har eg sang kór), og so var onkur hissini solo framførsla eisini. Hvussu umfatandi mítt roadie virksemið á túrinum var, tað er - so segði hann - sokkið í tíðarinnar dýpi. Sum blaðfólk fekk eg so í øllum førum skrivað tvinnar greinir frá túrinum. Tann fyrra stóð í Dimmalætting týsdag t. 5 nov. 2002. Í dag er týsdagur 5. nov. 2013, so tað er eitt sindur stuttligt. Gerið so væl! (tøkk til Edmund í Garði fyri myndir).

Skrivað hevur: Knút H. Eysturstein
Týsdagur 5. november 2002, kl. 10.42, 216/125 - Skái

Ummæli/frásøgn: Clickhaze, Krit og alt harímillum!

Síðstu vikurnar hevur ein føroysk tónleikabylgja floymt inn yvir Ísland. Á hvørjum horni og hvørjari geil í Reykjavík hava plakatir verið at sæð, ið lýsa við "Fairwaves"-konsertum við føroyskum bólkum. Føroyskur tónleikur er nógv at hoyra í útvarpinum, og sum heild eru fólk sera áhugað í føroyskum tónleikarum og føroyskum tónleiki.
Fyrst var tað fólkatónleikurin við Hanusi G. Johansen, Kára Sverrissyni og Eivør Pálsdóttir. Síðan var rockur á skránni, og í eina viku buldraðu tónarnir hjá Clickhaze og Krit í konsertstøðum og klubbum allastaðni í Reykjavík.

Stórur rockur á Grand Rokk!
Leygarkvøldið 20. oktober høvdu hesir báðir áðurnevndu bólkar eitt brak av eini konsert í tiltikna rockklubbanum Grand Rokk. Grand Rokk er eitt lítið, intimt og hugnaligt stað, ið er upplagt til intensar rockkonsertir við tøttum samskifti millum tónleikara og áhoyrara. Ikki tí, útgerðin á staðnum var ikki fantastisk, og ljóðmenninir vóru sjáldan tilstaðar(!), men kortini var atmosferan sera góð, tá konsertin endiliga byrjaði.
Íslendsku Úlpa, ið vitjaðu í Føroyum fyrr í mánaðinum, løgdu fyri við vælupplagdum og ikki minst væl spældum sýru-guitarrocki í serklassa. Sostatt var støðið lagt undir eina fríska, framfýsna og ferðmikla konsert, har tónleikurin var í miðdeplinum alla tíðina.
Úlpa á palli í Grand Rokk, 2002.
Íslendska tónleikaguruin Jens Guð trein pallin og boðaði síðani á íslendskum, at nú skuldi Clickhaze úr Føroyum spæla. Hann siteraði tað ið t.d. donsk bløð hava sagt um bólkin, eitt nú; "...Clickhaze er besti bólkurin í Skandinavia í løtuni!" og "Björk go home!" o.s.fr. Nú var spennandi at vita, hvussu tað fór at ganga hjá teimum, og um íslendsku áhoyrararnir fóru at taka hesi bragdligu orð í álvara ella ikki.
Eivør dugdi væl at vera eyðmjúk, tá hon trein á pallin. Hon fór yvir til mikrofonina, hugdi út yvir áhoyrarnar og segði við mildari rødd; "I don’t think... Björk should not go home!". Hetta dámdi íslendingum at hoyra. Teir dugdu at síggja, at hóast alt hóvastákið í fjølmiðlunum, so var veruleikin ein annar. Her var talan um ein bólk av jarðbundnum og skilagóðum fólki, ið elskar tónleik, heldur enn "popularitet".
Fyrsta lagið var 'Clean Air' við teirri eyðkendu Kingo-introini, har Eivør syngur 'Lover nu Herren' við urguleiki afturvið. Tað var eyðsæð, at áhoyrararnir vóru merktir beinavegin av framførsluni. Tað tyktist sum um hetta føroyska rockkenda var teimum bæði fremmant og kent um somu tíð. Síðani komu allir hinir sangirnir, ið vit kenna her í Føroyum; 'Wall of Silence', 'Until we have faces', 'Frozen Lullaby', 'Indigo Brow' og so framvegis. Ein má eisini nevna rapp-rockarin 'Stop Breathing', ið var púra pulserandi hetta kvøldið.
Úr bókini Tónleikur 2002. Mynd: Bogi á Lakjuni dýkir á á Grand Rokki, 2002.
Fyri okkum var tað kanska kent, men fyri hesi fjøld, ið ikki hevði hoyrt tónleikin áður, vóru tað nýggir og spennandi tónar. Clickhaze hevði eitt brak av eini konsert hetta fyrsta kvøldið og tryggjaði sær fleiri fjepparar aftrat í hesum nýggja og forkunnuga landi.
Krit endaði kvøldið og kláraði seg eisini stak væl. Teir rokkaðu nógv; ja, enntá so nógv, at summir av áhoyrarunum rýmdu, tí at tað gjørdist ov nógv av tí góða. Tónleikurin hjá Krit er jú harður og larmandi og øll eru jú ikki von við slíkt. Men tey, ið vóru von við slíkan tónleik, vórðu verandi, og hesi vóru sera fegin um framførsluna. Persónliga helt eg, at 'Some people just weren’t born to fit in' og 'Everywhere' skaraðu framúr á hesi konsertini.
Samanumtikið var hetta ein sera góð byrjan á ferðini!
Krit á palli á Grand Rokk, 2002.
Peppan í fjølmiðlunum
Í oktober útgávuni av besta íslendska tónleikablaðnum »Sánd« var ein samrøða við Eivør, eins og eitt ummælið av EP’ini hjá Clickhaze. Tey fingu fýra stjørnur, lið um lið við slík stórnøvn sum Coldplay og Sonic Youth. Blaðið hevur nógv rósandi orð at bera bólkinum og bæði í samrøðu og ummælið verður mangt og hvat sagt um bólkin og møguleikarnar, ið hann hevur úti í heimi.
Fríggjadagin 25. oktober var Clickhaze gestur í almennu útvarpsrásini Rás 2, har framførd vórðu hesi fýra løgini: 'Wall of Silence', 'Stop Breathing', 'Trom' og 'Indigo Brow'. 'Trom' er eitt spildurnýtt lag, ið var frumframført leygardagin 20. á Grand Rokk. Eitt spennandi og øðrvísi lag við post-rock-tendensum, ið bera boð um nýggjar tónlistarligar streymar frá Clickhaze. Í hesum lagnum vóru tveir gestasangarar úr nýggja eysturoyarbólkinum Gestir við.
Clickhaze framføra 'Trom' við tveimum Gestum. Hendur í lumma og hendur í loft!
'Indigo Brow' hevur eisini staðið seg sera væl í íslendsku fjølmiðlunum. Lagið er javnan at hoyra í útvarpinum og upptøkan frá Prix finaluni 2001 er eisini at síggja sum videolag í íslendskum sjónvarpi.
Krit var so heppið at sleppa í studio í Íslandi. Upptøkurnar vóru sunnudag og mánadag. Og ikki var liðugt fyrr enn beint áðrenn heimferðina til Føroyar. Tað var um reppið, at teir í Krit náddu flogfarið. Mikkjal, sangarin, varð koyrdur beinleiðis úr studionum á flogvøllin hálvan tíma áðrenn fráferðina. Tá hevði hann verið samfullar 20 tímar í upptøkuhølinum, so tað var ein hásur og troyttur maður, ið møtti upp á flogvøllinum.
Fimm løg vóru fest á band, og teir vóru væl nøgdir við fyrsta úrslitið. Nú verður spennandi at hoyra endaliga, ljóðblandaða úrslitið, og síðani vita, hvat hendir við hesum. Vónandi spyrst ein útgáva burturúr, tí tað er sera umráðandi fyri bólkin at fáa eina útgávu frá hondum, ið fólk kunnu ogna sær. Vit gleða okkum og vóna tað besta!
Krit á Gauki á Stong, 2002.

Gaukurin, Grand Rokk og 22

Krit hevði eina sera góða framførslu í Gauki á Stong týsdag, har spælt var saman við Kimono og Úlpa. Ljóðið var fantastiska gott og ljóðmaðurin var so avgjørt ein snillingur av rang. Hetta var gleðiligt at síggja og hoyra, tí tónleikurin hjá Krit hevur so avgjørt uppiborið góðar umstøður.
Um ljóðið er vánaligt, kann tað hjá summum gerast ov larmut og strævið og fáa hesi tí ikki møguleika fyri at seta seg inn í tónleikin. Um ljóðið hinvegin er gott og klárt, er nógv størri møguleiki fyri, at fleiri áhoyrarar geva bólkinum og tónleikinum ans.
Hetta hendi í "Gaukinum", sum staðið eisini kallast. Tey, ið ikki høvdu hoyrt bólkin áður, fingu her ein góðan møguleika fyri júst tí, og vit, ið kenna bólkin, høvdu møguleika at hoyra tónleikin undir nærum fullkomnum umstøðum. Sera gott Krit! Takk fyri!
Íslendsku rockararnir í Úlpa endaðu konsertina við einum braki. Teir vóru stutt sagt rockur fyri allar pengarnar, og hetta dámdi føroyingunum væl, tí teir hoppaðu og peppaðu í takt við tónleikin. Hinvegin sótu íslendsku áhoyrararnir pinnastillir og lurtaðu. Hetta var løgið at síggja; garvillir føroyingar øðrumegin og púra kvirrir íslendingar hinumegin pallin. Hetta tóktist at vera eitt fyribrigdi á konsertum í Íslandi. Sjálvt um tónleikurin er ógvuliga harður og rokutur, so sita fólk pinnastill og lurta. Slíkt hendir viðhvørt eisini í Føroyum, men her plaga fólk um ikki annað at røra seg eitt sindur, tá tónleikurin er alra harðast og villast.
Úlpa á Gauki á Stong, 2002.
Løgið!
Seinni í vikuni vóru fleiri konsertir afturat. Clickhaze spældi aftur á Grand Rokk mikudag saman við punkbólkinum Panman, ið veruliga dugdi at punka. Ein góð framførsla, men tað tóktist mær óneyðugt, at teir skuldu koppa mikrofonstativum og langa guitarar á trummuskálir (trummuskálir, ið trummuleikarin hjá Clickhaze eigur, enntá!) móti endanum av konsertini. Bara tí ein er punkari, nýtist ein ikki at vera kraftidiot samstundis. Hygg bara at 200! (Nei, 200 eru ikki kraftidiotar! Teir eru bara kul!)
Krit spældi eisini hósdag á klubbanum/matstovuni 22 saman við Stjørnukisi. Stjørnukisi spælir eitt sindur tungan og ferðmiklan rock, og riggaðu teir tí væl saman við Krit. Krit hevði enn eina konsert fríggjadag saman við fleiri øðrum bólkum, og vóru teir sera væl umtóktir. Hetta var eitt tiltak, ið nevnist »Unglist« og har vóru fleiri harðir rockbólkar við. Krit riggaði væl í hesum umhvørvi og varð klappaður uppaftur. Krit fekk sera góð ummæli og annað rós.
Nógv var hingið út í barrini Sirkus, ið fleiri okkara forelskaðu okkum í. Clickhaze, Tuxedo Rebels og undirritaði spældu har.
Ein góður endi
Síðsta konsertin var leygardagin 26. oktober. Hesuferð vóru tað aftur Úlpa, Krit og Clickhaze, eins og á fyrstu konsertini á Grand Rokk. Henda konsertin var hildin í einari gamlari kykmyndahøll, ið nevnist Austurbæjarbió. Eitt sera hugnaligt og vakurt høli, við kykmyndahølisstólum og øllum øðrum, ið hoyrir til eitt slíkt.
Konsertin var sera góð, sjálvt um ljóðtrupulleikar stungu seg upp viðhvørt, t.d. í framførsluni hjá Krit. Tað serliga við hesi konsertini var jú at hetta var ein kykmyndahøll, og hetta var eisini nýtt til fulnar. Ein íslendskur listamaður sýndi gamlar filmir og filmsstubbar á stórskíggjanum aftan fyri tónleikararnar undir allari konsertini, og riggaði hetta sera væl.
Í endanum av framførsluni hjá Úlpa vóru myndir av fimleikarum, ið hoppaðu og bóltaðu rút, alt meðan bólkurin rockaði intenst í endalagnum 'Darling'. Meðan Krit spældi, var gamli russiski svart/hvíti klassikarin Ivan Hin Ræðuligi sýndur. Ein av hasum filmunum, har allir leikararnir síggja sjokkeraðir út alla tíðina, av tí at søgan er so forferdiliga dramatisk! Stílurin var ortodoksur og myrkur, og riggaði hetta sera væl til tónleikin og framførsluna hjá Krit. Eitt sindur "óhugnaligt" ella soleiðis.
Úr bókini Tónleikur 2002.
Meðan Clickhaze spældi, vórðu filmsstubbar úr Týsklandi í farnu øld at síggja. Hetta riggaði væl, men var samstundis eisini skizofrent og løgið. Clickhaze byrjaði við 'Clean Air'. Eitt vakurt lag um reina luft og vakra náttúru. Men á skíggjanum var søgan ein onnur. Her sóu vit myndir úr Berlin eftir seinna veraldarbardaga. Sprongdar húsatoftir. Heimleys fólk. Gamlar konur, ið bóru múrsteinar. Neyð og elendigheit. Hetta stóð í sterkari andsøgn til vakra sangin um vøkru fittu Føroyar.
Í 'Daylight' var andsøgnin uppaftur týðiligari. 'Daylight' er positivari og ljósari enn 'Clean Air', men her vóru myndirnar enn meira ørar. Her vóru myndir úr Týsklandi áðrenn seinna veraldarbardaga at síggja. Nazistar, høgra armar í loft, swastika, hermenn, vápn og bókabál. Og framman fyri skíggjan stóð Eivør við eydnusælum smíli og sang: "... this world is perfect just like you, beatiful and true, holding on to grace, and the beauty of her face"!
Um hetta var tilætlað frammanundan, hevði eg hildið tað at verið á markinum. Fúl ironi og sarkasma. Men hetta var ikki ætlað frammanundan. Listarmaðurin visti ikki, hvat bólkurin fór at spæla og bólkurin visti ikki hvat listamaðurin fór at sýna. Fyri meg persónliga fingu sangirnir enn meira týdning og innihald. Ein hevur í grundini sera nógv at vera glaður fyri. Vit hava nógv at vera glað og takksom fyri í Føroyum. Stutt sagt, so var hetta við at sýna film aftur við tónleikinum eitt genialt hugskot. Nakað, ið vit kanska áttu at roynt her í Føroyum.
Annars er tað spell at Austarbæjarbió eftir ætlan skal rívast niður um ikki alt ov langa tíð, tí húsið sigst at vera ov gamalt. Spell, tí hølið er so sera hugnaligt og deiligt, og kundi verið nýtt til fleiri slíkar góðar konsertir.
Men akk, myndugleikarnir har minna um teir her heima. Leggja lítið í list og tónleik. Tíverri.

Ein góð ferð
Samanumtikið var hetta ein góð ferð í allar mátar. Íslendsku áhoyrararnir vóru væl nøgdir, føroysku tónleikararnir vóru væl nøgdir, og íslendsku og føroysku fyrireikararnir vóru væl nøgdir.
Hiðani ein stór tøkk til Kidda, Hljómalind, Adda Rokk, Grand Rokk, Jens Guð, Úlpa, Siggu og hini á Sirkus, Sjómansheimið Ørkina og íslendska fólkið. Øll sýndu okkum veruligan og hjartanemandi blíðskap á túrinum. Jauw!

Seinnu greinina frá túrinum kanst tú lesa her.
Íblástir menn avmyndaðir uttanfyri Sirkus Reykjavík kvøldið fyri heimferð! Mynd: Morgunblaðið

10/27/13

Ljóð úr undirgrundini 2: Lou Reed

Lou Reed live í 70'unum
Henda greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting t. 16. mars 2004. Í áðni frættist at Lou Reed andaðist í morgun, sunnumorgun 27. oktober, og í tí sambandi havi eg valt at leggja hesa greinina og fyrra  partin "Ljóð úr undirgrundini 1: The Velvet Underground" út á bloggin. Ger so væl:
 
Skrivað hevur: Knút Eysturstein
Týsdagur 16. mars 2004, kl. 11.41, 56/127 - Skái

Um Lou Reed og hansara avgerandi solo útgávu: Transformer frá 1972 (og eitt sindur av lummaheimspeki um samfelagsligar broytingar og avmarkingar) ANNAR PARTUR

Ein fagran dag í 1959 er ein seytjan ára gamal ungur maður í trupulleikum. Hann hevur fingið øði í foreldrini orsakað av vánaligum úrslitum í skúlanum, skiftandi sinnalagi og ikki minst orsakað av einum illgruna um, at hann er samkyndur. Foreldrini gera av at senda drongin til elektrosjokk-viðgerð á Creedmore State Phyciatric Hospital uttan fyri New York. Familjan býr í Brooklyn, New York, og tey eru strangir og konservativir jødar. Ungi drongurin eitur Louis Allan Reed og í átta vikur fær hann "high voltage dose"-viðgerð tríggjar ferðir um vikuna.

Næstan hálva øld seinni kann ein staðfesta, at viðgerðin hjálpti ikki tað stóra, tí Louis Allan Reed – betur kendur sum Lou Reed – er í dag farin um tey 60, og hevur verið ein rebellur alt sítt lív! Ella tað vil siga, ikki ein tápuligur rebellur, ið rópaði hart og síðan var gloymdur, men ein intelligentur og intellektuellur rebellur, ið hevur dugað at gjørt fortreð so tað gjørdi mun. Kritikkurin hevur fyri tað mesta verið konstruktivur, tó at tónleikurin onkuntíð hevur svingað í góðsku, og livihátturin onkuntíð hevur verið nóg so langt úti.

Flýggjan til listina
Tá Reed flutti heiman í frá í 1960, fór hann á Syracuse University, har hann las journalistikk og poesi. Í frítíðini spældi hann tónleik og skrivaði sangir. Íblásturin kom í stóran mun frá bókmentunum. T.d las hann beatskald sum William Burroughs og Allen Ginsberg. Eisini aðrir sum t.d Raymond Chandler og tann "hyper-realistiski" Hubert Selby vóru millum favorittarnar.

Samstundis sum hann las bøkur, hevði hann eisini í fleiri ár lurtað eftir rock n’roll-gittarleikarum og -sangarum sum Carl Perkins, James Burton og Roy Orbison. Hansara ætlan var at gera eina samanrenning av ráa rocktónleikinum og tí meira kensluborna skaldskapinum. Hetta eydnaðist honum og úrslitið var ein long røð av sangum, ið liva tann dag í dag millum áhoyrarar. Men tað var á fróðskaparsetrinum, at teir fyrstu av sangunum, ið hann seinni framførdi saman við The Velvet Underground, vórðu skrivaðir. Ein av teimum er hin kendi og nógv umrøddi "Heroin", ið snýr seg um rúsevnismisnýtslu.

The Velvet Underground byrjaði í 1967, men longu í 1970 gavst bólkurin. Hesi trý árini vóru ein rokalig tíð, har bólkurin var uppdagaður og promotaður av tí eksentriska Andy Warhol. Og alt tað, ið bólkurin fór ígjøgnum av upplivingum, hevði síni árin á einstøku limirnar. Lou Reed og John Cale (gittar-, urgu- og el-violin-leikari) kláraðu ikki væl upp, og Cale fór burturúr longu í ’68. Tvey ár seinni fór Lou Reed burturúr, og so var ikki nøkur framtíð hjá bólkinum, hann fór í søguna.
Nú var Lou Reed einsamallur og visti ikki reiðiliga, hvat hann skuldi gera. Eftir at hava arbeitt á skrivstovu (!) eina tíð, fór hann í holt við eina soloplátu, ið stutt og greitt nevndist Lou Reed. Henda fyrsta plátan seldi ikki væl og nú hevði Lou Reed av sonnum brúk fyri nýggjum íblástri og einari kreativari innspræning!
Plátuhúsin til Transformer
Ein hugtikin David Bowie
The Velvet Underground varð ikki kent fyrr enn langt eftir at tað var givið. Men Andy Warhol var longu tá víðagitin sum pop art listamaður. Sjálvt handan Atlantshav, í Evropa, vóru mong, ið kendu hann. Í Onglandi var ein ungur tónleikari og sangari, ið æt David Bowie. Hann var vorðin kendur við sínum sermerkta tónleiki og stíli, og var hann sera hugtikin av Andy Warhol, The Velvet Underground og øllum umhvørvinum kring tey.

Managarin hjá honum hevði frammanundan givið honum eitt eintak av fyrstu plátuni hjá The Velvet Underground, av tí at navnið hjá Andy Warhol stóð á húsanum. Men tað var meira tað, sum var innanfyri, tað sum hoyrdist í rillunum á plátuni, ið bergtók tann unga Bowie. Hetta var rockur, ið vágaði sær at vera øðrvísi, og sum hevði nakað uppá hjarta! Sangirnir snúðu seg um rúsevnismisnýtslu, mistan kærleika og sadomasochismu! Hetta hevði hann ikki hoyrt áður. Bowie vildi seinni vera við, at Lou Reed kom við einum nýggjum ráki í rocktónleikinum. Eitt rák, har tað var í lagi at vera avantgardistiskur og teatralskur í síni atferð; "…he supplied us with the street and the landscape, and we peopled it" (1).

David Bowie hevði somu eyðkenni í sínum egna tónleiki og stíli, og var hann frá byrjan av vanur at gera íspunnar persónsmenskur, ið hann síðan "framførdi" á palli undir konsertunum. Ein av hesum var tann sonevndi Ziggy Stardust, og tað var serliga eftir at hesin íspunni persónurin var uppfunnin, at Bowie gjørdist fjeppari av The Velvet Underground. Hann fór enntá so langt sum at spæla tveir sangir hjá teimum á konsertum ('White Light/White Heat' og 'I'm waiting for the man') saman við bólkinum hjá sær, Ziggy Stardust and the Spiders from Mars.

Fyrstu ferð, almenningurin fekk ábendingar um, at David Bowie var hugtikin av Andy Warhol var á Hunky Dory-plátuni, har eitt lag stutt og greitt nevnist 'Andy Warhol'. Bowie fekk seinni møguleika at spæla lagið fyri Andy Warhol, tá teir møttust í New York. Bowie frøddist yvir hendingina, men tað sigst at hin eksentriski og sosialt kiksaði Warhol gjørdist bæði ørkymlaður og illa við.
Lou Reed á palli í 70'unum
Samstarv og broyting – Transformer!
Tá Bowie og Lou Reed møttust fyrstu ferð í New York, var Lou Reed næstan farin at líkjast teimum, ið hann sang um í sangunum um rúsevni o.a. Eftir at fyrsta plátan kiksaði, varð hann nívdur av sinnistyngd, og visti ikki reiðiliga, hvat hann so skuldi gera. Í Bowie fann hann tó ein tónlistarligan og andsligan soul mate, og var hetta sum ein innspræning av  nýggjari orku og kreativiteti. Teir báðir fóru stutt eftir í holt við tað, sum at enda gjørdist tann meistarliga Transformer-plátan, har ein finnur slík víðagitin og væl úr hondum greidd løg sum 'Vicious', 'Perfect Day', 'Walk on the Wild Side' og 'Satellite of Love'. Lou Reed sang og skrivaði sangir og David Bowie var produsari. Bowie vildi fegin hjálpa einum av sínum hetjum, og Reed hevði brúk fyri at sleppa upp úr einum niðurtúri. Teir vóru eisini rættiliga samdir um tónleikin. Teir dámdu báðir einfaldan, grundleggjandi og ráan rocktónleik, og ikki minst tey góðu og fangandi niðurløgini!

Teir vóru báðir á sama plátufelagi (RCA), og tað gjørdi samstarvið enn lættari. Arbeiðið við upptøkunum fór fram í London, og fyri Lou Reed var arbeiðshátturin nógv øðrvísi enn tað, ið hann hevði roynt frammanundan. Í The Velvet Underground var tað hann, ið sat við meginpartinum av teirri kreativu stýringini, og tað var hann, ið tók flestu avgerðirnar. Hesuferð var støðan ein onnur. Nú var brádliga ein produsari við í myndini. Ikki ein konseptprodusari sum Andy Warhol, men ein veruligur produsari, ið hevði ein avgerandi leiklut í upptøkunum, ljóðmyndini og framleiðsluni. David Bowie var við til at arrangera og innspæla løgini. T.d syngja hann og Lou duett á 'New York Telephone Conversation', og tað er eisini Bowie, ið hevur komponerað røddirnar í endanum á tí vakra 'Satellite of Love'. Men hesin øðrvísi arbeiðsháttur var ikki nøkur forðing fyri Lou, og honum hóvaði væl at arbeiða undir nýggjum og broyttum umstøðum.
Transformer LP
Protopunk og vakrar balladur
Tónleikurin á Transformer er bæði fjølbroyttur og sermerktur. Sjáldan áður hevði rocktónleikur verið so ráur og kantutur. Gamaní vóru The Velvet Underground undangongumenn (og -kvinna!) í síni tíð, men hesuferð var tað væl framført og tað ljóðaði eisini væl! David Bowie tók allan sín glam rock-kunnleika við sær í upptøkuhølini og setti sín dám á tónleikin. Gittarleikarin Mick Ronson, ið spældi saman við Bowie í The Spiders from Mars, hevði eisini ein avgerandi leiklut á plátuni. Tað er hann, ið spælir allar teir stingandi og rockandi el-gittararnar, og hann var eisini við til at arrangera løgini. Lurta bara eftir fyrsta lagnum, 'Vicious', har eyðkenda og stingandi riffið hjá Ronson frá byrjan av setir dám á fløguna. Ein hoyrir her tey fyrstu elementini av punktónleiki. Tó at her bert er talan um ábendingar, stóð punktónleikurin í fullum loga sjey ár seinni! Tað er ikki uttan orsøk, at Lou Reed seinni varð kallaður "proto punkarin"!

Um ein vil hoyra, hvussu stóra ávirkan, David Bowie og Mick Ronson høvdu á endaliga úrslitið, kann ein ognað sær Transformer – 30th anniversary edition. Hetta er ein remastrað útgáva har tvey bonusløg eru á. Løgini, ið talan er um, eru akustiskar útgávur av 'Hangin’ Round' og 'Perfect Day'. Her er bara røddin hjá Lou og kassagittari at hoyra. Singer/songwriter í stíl við Bob Dylan o.a. Síðan kann ein samanbera við endaliga úrslitið, sum jú gjørdist nakað heilt annað! Næsta lagið, 'Andy’s Chest', stavaði frá The Velvet Underground-tíðini, men er her at hoyra í nýggjum hami, við kórrøddum, fesjutum og groovandi trummum og skemtiligum, surrealistiskum teksti. Í 'Hangin’ Round' verður traditionelli rock n’roll-tónleikurin ílatin nýggjan, humoristiskan glam-ham. Hetta er straight ahead rock n’roll við einum undirliggjandi dámi av sjálvironisering og humor.

Ein finnur eisini vøkur og meira friðarlig løg á fløguni. Tað kendasta av hesum er ivaleyst 'Perfect Day' ið mong í dag munnu kenna frá filmum sum Trainspotting og Velvet Goldmine. BBC samskipaði fyri nøkrum árum síðan eina útgávu, har ein lang røð av kendum tónleikarum sungu lagið til frama fyri heimleys børn. 'Satellite of Love' er somuleiðis eitt sera vakurt lag, har leitað verður eftir vónini og teirri einfaldu og naivu undranini yvir heimin og tilveruna, um tað so er í sjónvarpinum ella í "veruliga" heiminum. Vónandi sveimar ein "Satellite of Love" oman fyri skýggini, sjálvt um samfelagið druknar í tøkni og líkasælu.

Írski rockbólkurin U2 spældi eina sera vakra og sermerkta útgávu av sanginum á teirra Zoo TV-túring fyrst í 90’unum. Á konsertupptøkuni Zoo TV Live from Sydney sær ein Bono og Lou Reed syngja lagið sum eina duett gjøgnum fylgisvein! Bono var staddur í Avstralia og Lou Reed var staddur í Amerika meðan teir sungu lagið saman. Ein vøkur myndlýsing av hvussu absurd yvirdrivið nútíðarinnar góða samskifti er, og samstundis eisini av hvørjir fyrimunirnir eru við tí.
Lou Reed
Gaman og álvara
Sjálvt um Transformer er ein álvarsom pláta, so er hon eisini ein skemtilig og sjálvironisk pláta. Heitið lýsir eisini væl mongu og skiftandi hugløgini. Kendasta lagið á plátuni er uttan iva 'Walk on the Wild Side'. Mong munnu kenna "doo-doo-doo"-kórið í niðurlagnum, men tey fægstu hava lagt til merkis, hvat teksturin í grundini snýr seg um. Men hann má sigast at vera rættiliga sermerktur og verdur at leggja til merkis!

Tá teir báðir fóru í holt við upptøkurnar, hevði David Bowie givið Lou Reed tey ráð, at hann skuldi nýta sínar upplivingar í The Factory, ið var umhvørvið rundanum Andy Warhol, sum íblástur til tekstirnar. Hetta vísti seg at vera ein kelda til næstan allar tekstirnar á plátuni! Orsøkin var tann, at tað var ikki hvør sum helst, sum ferðaðist í umhvørvinum kring Andy Warhol. Tað vóru ikki vanlig, borgarlig fólk, men heldur tey, ið ferðaðust antin niðast ella ovast í samfelagsligu fláunum.

Í einum stirvnum og tvørligum samfelagi, leitaðu tey, sum vóru ella kendu seg øðrvísi, til støð sum t.d. The Factory, har tann meira fríi og flipputti tíðarandin ráddi. Hetta var ein fjølbroyttur skari av drag queens, samkyndum, listamálarum, skaldum, sjónleikarum, rúsevnisseljarum og tónleikarum. Onkuntíð hendi tað enntá eisini, at onkur verulig films- ella rockstjørna gekk leiðina fram við The Factory, ið var nýtt sum atelier, studio, veitsluhøli, konsertstað og íbúð hjá Andy Warhol og hansara fólki. Hesin fjølbroytti skari gav Lou Reed nógvan íblástur. Hann var jú sjálvur ein partur av hesum umhvørvinum tann tíð tað var. Nú aftaná kundi hann líta afturá og meta um støðuna. Sum tað sæst í tekstunum, so hevði hann ambivalentar kenslur mótvegis umhvørvinum. Transformer gjørdist ein tragikomisk frásøgn, ið fyri ein part bygdi á veruligar hendingar.

Í áðurnevnda 'Walk on the Wild Side' síggja vit eina nokkso skemtiliga lýsing av teim tragikomisku persónum, ið livdu kring Andy Warhol. Heitið er lænt frá skaldinum Nelson Algren, men persónarnir, ið vera umrøddir eru veruligir. Vit hoyra um Holly Woodlawn, Jackie Curtis og Candy Darling; drag queens (mannfólk, ið ganga í konufólkaklæðum), ið livdu lívið á sín egna hátt. Vit hoyra um sjónleikaran Joe Dallessandro og vit hoyra um dealaran Sugarplum Fairy, ið seldi rúsevnið á staðnum. Løgnir og á mangan hátt bizarrir persónar, harav fleiri fingu eina syrgiliga lagnu. Niðurlagið kemur við eini tvítýddari og ironiskari áheitan: "Hey babe, take a walk on the wild side!"

Tvey tey fyrstu løgini á plátuni, 'Vicious' og 'Andy’s Chest', eru sangir um áðurnevnda Andy Warhol. Sum tað skilst, so hevur Lou ikki nógv gott at bera honum. T.d. snýr 'Vicious' seg um, hvussu kyniskur, óreinur og líkasælur Andy Warhol kundi vera, tó at hann var dugnaligur listarmaður. Hann var kendur fyri at fara illa við fólki, um hann ikki dámdi tey ella tað tey gjørdu. Onnur løg sum t.d. 'Hangin’ Round', 'Make Up', 'Wagon Wheel' og 'I’m so Free' eru skjótari og skemtiligari í tempo og lýsa umstøðurnar eitt sindur ljósari. Plátan endar við tí næstan tápuliga, og tó sera góða lagnum 'Goodnight Ladies', har Lou Reed biður góða nátt til allar tær "ladies", ið hann kendi, tann tíð tað var. Hornblásarar undirstrika tann tvítýdda, cabaret líknandi stemningin.
Baksíðan á Transformer
Áhaldandi broytingin
Sigast kann, at Transformer á mangan hátt er ein persónlig uppgerð við eina hendingaríka og tó sera ørkymlandi og farna tíð. Ein pláta, ið gevur lurtaranum eitt serstakt innlit í ein gandaðan, fjølbroyttan og vandamiklan heim!

Lou Reed leitaði sær ymsar vegir aftan á Transformer. Stutta tíð aftaná kom hann við ímyndaðu og døpru tónlistarligu ferðini til Berlin. Seinni kom meira sjálvironisering við Rock and Roll Animal og avantgardistisk sýra við Metal Machine Music; ein pláta, ið einans inniheldur el-gittar-larm og feedback! Tíggju ár eftir Transformer kom The Blue Mask, har vit hoyra ein nýggjan Lou Reed, ið júst er vorðin turrlagdur eftir langa og áhaldandi alkoholmisnýtslu. Onnur hæddarpunkt í nýggjari tíð eru New York (1989) og Songs for Drella (1990), har Lou og fyrrverandi Velvet-limurin John Cale funnu saman aftur og innspældu sangir til Andy Warhol, ið tá var deyður.

Mangt er hent síðan 1972, men fyri at leita aftur og taka samanum, so kann ein sitera hetta brotið úr 'Hangin’ Round', har Lou ger upp við fortíðina: "...You keep hangin’ round me, and I’m not so glad you found me, you’re still doing things that I gave up years ago!"
Transformer LP og baksíða
Tann lætta loysnin?
Heimurin er ikki tann sami í dag, sum hann var fyrst í 70’unum. Sjálvt um sumt er, sum ikki broytist, so eru onnur ting, ið broytast allatíðina. Samfelagið broytist, rák koma og fara, og vit fylgja við.
Í hesi verð er lítið og einki dult longur. Vit síggja og hoyra tað, ið vit vilja síggja av upplýsing, mentan, list og tíðindum. Alt verður í miðlunum morlað sundur til eina evju og síðan tvingsilsfóðrað niður í okkum. Tí vit mugu jú vita og meta um, so vit kunnu vera aktivir borgarar. Hvat tað í grundini er, sum vit "vita" og ikki "vita", hevur minni týdning.
Spurningurin er, um vit ikki gerast kensluliga og andliga immun mótvegis broytingum? Ella kanska geva vit bara skarvin yvir og velja ta lættu loysnina, bæði politiskt, mentanarliga og listarliga?
Gjøgnum sjónvarpið verður tann breiða almenna líkasælan fóðrað við "reality show" undirhaldssendingum og amatør sang/karaoke kappingum, ið dyrka tað hálvgum nøkulunda góða. Teir miðalhampa fittu og penu menniskjaligu eginleikarnir verða í miðlunum settir í hásæti, og verða varpaðir út til almenningin at skoða. Um onkur ger okkurt býtt ella vandamikið, so er tað altíð onkur annar enn eg, helst onkur í sjónvarpinum. Tað eru ikki okkara moralsku virði, ið avgera hetta, men loftmiðlar, ið vilja fáa so nógvar pengar í kassan sum gjørligt.
Við hesum verður listin skorin og polerað niður til okkurt sukursøtt og snøgt. Eitthvørt bleytt og fitt, ið ikki er vandamikið fyri okkara eymu heilar, ið tola so lítið av! Vit mugu í dagsins samfelagi gera okkum stóran ómak fyri at verða provokerað til at hugsa øðrvísi, t.v.s. hugsa longri enn framum okkara egnu nøs!
Tí er tað gott viðhvørt at kunna leita sær aftur til eina tíð, har alt var eitt sindur øðrvísi; eina tíð við uppreistri, yrkingum og rocktónleiki! Eina tíð, har alt var eitt sindur myrkari, duldari og vandamiklari. Eina tíð, har ein amerikanskur proto-punkari og ein enskur glam-rockari rendu saman uppi yvir Atlantshavinum, og evnaðu til eina plátu, ið setti rembingar í gongd, ið hoyrast enn tann dag í dag!
Men tó, rocktónleikurin ger (sjálvandi!) enn um seg. Tí allastaðni har menniskju hava hug at setast afturá í líkasælu, kemur rockurin sum ein glepsandi úlvur at vekja tey!

Keldur:
1. Liner Notes úr Lou Reed, Transformer – Original Masters, BMG Heritage, 2002.
2. Liner Notes úr The Velvet Underground, The Best of The Velvet Underground, Poly Gram Records, 1989 Inc.
3. http://dir.salon.com/people/bc/2000/05/16/reed/index.html
4. Heilin.

Lesi fyrra part av hesi greinarøðini her.
Lou Reed 1942-2013

Ljóð úr undirgrundini 1: The Velvet Underground

F.v.: Nico, Andy Warhol, Maureen Tucker, Lou Reed, Sterling Morrison, John Cale.
Henda greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting t. 1 mars 2004. Í áðni frættist at Lou Reed andaðist í morgun, sunnumorgun 27. oktober, og í tí sambandi havi eg valt at leggja hesa greinina og uppfylgjaran "Ljóð úr undirgrundini 2: Lou Reed" út á bloggin. Ger so væl:

Skrivað hevur: Knút Háberg Eysturstein
Mánadagur 1. mars 2004, kl. 13.41, 46/127 - Skái

Um vit skulu leita okkum aftur til fyrsta veruliga "alternativa" rock bólkin, so er lítil ivi um, at The Velvet Underground úr New York var ein tann fyrsti, um ikki tann fyrsti ("alternativt" er í hesum samanhangi at skilja sum "øðrvísi enn tað, sum er alment viðurkent og væl dámt í løtuni").

"I think everyone who bought one of those 30,000 copies started a band". Soleiðis málbær víðagitni produsarin og tónleikarin Brian Eno seg einaferð um fyrstu útgávuna hjá The Velvet Underground, sum kom út í 1967. Við hesum vildi hann siga, at plátan seldi ikki nógv, men hevði tó sera stórt árin á tey, ið keyptu og hoyrdu hana. So stórt var árinið, at øll hesi, sum keyptu plátuna, stovnaðu tónleikabólkar sjálvi, sum í stíli og framførslu fevndu sera vítt.

Sigast má, at teir tónar, ið The Velvet Underground lótu ljóma í 60’unum, hava havt afturljóð í tónleikinum líka til tann dag í dag. Mong vilja vera við, at ávirkanin ið bólkurin hevði á tónleikin í nýggjari tíð, er at sammeta við heimskend nøvn sum The Beatles, Bob Dylan og Rolling Stones.
Hóast hetta gjørdi bólkurin ongantíð um seg á mainstream hittlistum o.s.fr., og hevði í síni samtíð eina rættiliga "smala" áhoyrarafjøld.

Stutt tíðarskeið
The Velvet Underground var ikki nakar seiglívaður bólkur. Bólkurin var bert til í 3 ár. Frá 1967 til 1970. Men hesi 3 árini var hann ein sera aktivur bólkur, ið læt nógv tilfar úr hondum. Tilsamans vórðu fimm plátur gjørdar. Fýra av teimum vórðu givnar út meðan bólkurin var aktivur. Hesar vóru The Velvet Underground and Nico (1967), White Light/White Heat (1968), The Velvet Underground (1968) og Loaded (1970). Hin fimta, VU, var givin út í 1984. Henda var eitt savn av upptøkum, ið ikki høvdu verið givnar út áður. Einstøku limirnir hildu fram við tónleikinum aftaná The Velvet Underground. Mest kendur av teimum er óivað Lou Reed, ið hevur eitt sera aktivt lív sum tónleikari tann dag í dag, bæði í studio og í live samanhangi.

Limirnir í The Velvet Underground vóru fýra í tali. Lou Reed spældi el-gittar, John Cale spældi bass, klaver og elektriska violin, Sterling Morrison spældi gittar, bass og orgul og Maureen Tucker spældi trummur og percussion. John Cale fór burturúr í 1968 og Doug Yule kom uppí ístaðin. Á bananplátuni var navnframa týska songkvinnan Nico eisini við á fleiri løgum. Umframt hana er Lou Reed eisini at hoyra handan mikrofonina í flestu løgunum hjá bólkinum. Aðrir av limunum plagdu eisini at syngja viðhvørt.

Plátuhúsin til The Velvet Underground & Nico
Bananplátan og Andy Warhol
Fyrsta plátan hjá The Velvet Underground, The Velvet Underground and Nico, er í vanligari talu kend sum "bananplátan" og kemst hetta av, at ein banan er at síggja á húsanum, saman við undirskriftini hjá Andy Warhol.
Andy Warhol var víðagitin pop art listarmaður, ið var í tøttum samstarvi við The Velvet Underground hesi fyrstu týdningarmiklu árini. Tað var hann, ið designaði víðagitna húsan til plátuna, og tað var hann, ið stóð fyri tí visuella, tá bólkurin framførdi. The Exploding Plastic Inevitable var heitið á víðagitnari "performance art" framførslu, ið Warhol og The Velvet Underground samstarvaðu um síðst í 60’unum. Henda framførsla var ein samanseting av list og tónleiki; ein audiovisuel heildaruppliving.
At seta sín egna autograf á ein fløguhúsa var typisk arrogant Warhol attitude, og hóskaði hesin atburður væl til The Velvet Underground, ið spældu nógv uppá coolness og stílistiskan rock n’roll verumáta.

Tá Warhol hoyrdi The Velvet Underground framføra fyrstu ferð, gjørdist hann so ovfarin og fegin, at hann gjørdi av at hjálpa bólkinum fram í tónleikaídnaðinum. Hann gjørdi eisini av at gerast produsari hjá teimum, tó at hann ongantíð rørdi nakran knøtt í studionum. Hansara einastu fingramerki vóru áðurnevnda bananin, og so var tað eisini hann, ið skjeyt upp fyri limunum í bólkinum, at tey áttu at fingið týsku songkvinnuna Nico við í bólkin, sum eitt eyka ískoyti til ein fjølbroyttan og spennandi bólk.
Sum tíðin leið, gjørdust The Velvet Underground mestsum húsorkestur í nærumhvørvinum hjá Warhol. Nærumhvørvið hjá Warhol var eisini kent sum The Factory. Hetta var eitt hús, ið var nýtt bæði sum studio, atelier, konserthøli, íbúð og veitslustaður í senn!
Baksíðan á bananplátuni
Ráur rockur í eini popptíð
The Velvet Underground góvu fyrstu plátuna út í ’67. Hetta var mitt í eini popptíð, har The Beatles og The Beach Boys settu almenna, kommersiella standardin fyri, hvat var borðbarur tónleikur, ið miðalhampa, miðalklassa familjan kundi lurta eftir. Flestu rockbólkar, ið komu fram hesa tíðina, høvdu ein tendens til at hella til hippierákið og var tónleikurin eisini merktur av tí (The Doors, Jimi Hendrix, Janis Joplin, Grateful Dead o.s.fr.). Hetta rák fór í stóran mun fram í San Francisco og kulmineraði í ’69 við ovurstóra Woodstock-rockfestivalinum, ið varð hildin uttan fyri New York. Men í ’67 vóru nøkur fá, ið gingu aðrar leiðir á gøtunum í New York. Nýstovnaðu The Velvet Underground spældu konsertir í einum klubba, ið nevndist Max’s Kansas City. Limirnir stóðu á palli í svørtum klæðum og sólbrillum og spældu sín skitna, ráða, kompromisleysa rocktónleik, ið angaði langan veg av sál, stórbýarkynismu og performanceanda. Tey vóru í summar mátar ein avleggjari av beatnickrákinum, og tó umboðaðu tey ein nýggjan tónlistarligan anda.

Mong fáa óiva hug at rópa: "pretentiøst avantgarde tvætl!", tá tey hoyra slíkt, men tað er ein sannroynd, at tónleikurin hjá The Velvet Underground seyraði upp úr stórbýarasfaltinum. Hann hevði ikki sín uppruna í nøkrum listaskála, men í "street level" New York. Hetta vóru veruligir tankar og veruligar kenslur, ið limirnir fingu út í tónleikinum. Tey vóru kend fyri at hata hippiar og alt, sum var ljósareytt. Vildu heldur ganga ímóti streyminum og viðurkenna, at spakar vóru spakar, og at eitt avskeplað og stirvið samfelag var framvegis avskeplað og stirvið, sjálvt um ungdómurin royndi at fjala útyvir við blómum og idealum.

Tónleikurin hjá teimum hevði, hóast eina gjøgnumgangandi ráa og larmuta kenslu, ymisk andlit. Onkuntíð var tað tann rái, ópoleraði larmirockurin, ið gjørdi seg galdandi, og aðrar tíðir var tað tann meira melodiøsi og kitsjuti poppurin. Ein kann siga, at Lou Reed og Nico umboðaðu, í byrjanini, ávikavíst tað villa og ópoleraða, og tað stilla og stílistiska í tónleikinum. Lou Reed sang ofta teir óðu sangirnar um rúsevni o.a., meðan Nico sang ironisku kærleikssangirnar við síni eyðkendu týsku accent. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at bólkurin hevði ein kvinnuligan trummuleikara. Í eini rockverð, har tað annars var (og er) vanligt, at eitt mannfólk tekur sær av trummusláttrinum, sat hin fitta og fryntliga Maureen Tucker og buldraði monotonar og aggressivar rútmur. Hetta legði orkufullu grundina undir larmandi gittararnar og sýrutu el-violinina!
F.v.: Sterling Morrison, Lou Reed, Nico, Maureen Tucker, John Cale.
Sermerkti sangskrivarin
Tann sentrali og týdningarmiklasti limurin í The Velvet Underground var óivað sangarin og gittarleikarin Lou Reed. Tað var hann, ið skrivaði meginpartin av løgunum og tekstunum hjá bólkinum, og tað eru hesir sangir, ið hava livað víðari í hjartanum hjá mongum lurtara.
Lou Reed var líka frá byrjan av ein ambitiøsur rocksangskrivari, og var hann á mangan hátt framman fyri sína tíð. Í eini tíð (sein-60’ini) har flestu bólkar og tónleikarar skrivaðu sangir um frið og kærleika, fór Lou Reed hinvegin og leitaði sær niður í sálarliga og samfelagsliga myrkri, ið hann sá rundanum seg. T.d. snúgva fleiri av sangunum seg um rúsevnismisnýtslu og moralskt forfall. Av hesum kann ein nevna 'Heroin', 'I’m Waiting for the Man' og 'Run, Run, Run' av bananplátuni og 'White Light/White Heat' av plátuni av sama navni.

Teksturin til 'Heroin' er ein nakin og beinrakin lýsing av sinna- og sálarlagnum hjá einum rúsevnismisnýtara. Her er eingin moraliserandi støðutakan, bert ein køld og syrgilig lýsing av eini ræðuligari tilveru. Íblásturin til tekstin kom frá slíkum skaldsligum tungvektarum sum William Burroughs og Nelson Algren. Hetta var ikki tað, ið vanligi lurtarin setti í samband við rocktónleik tá á døgum. Lagið sjálvt er ein áhugaverd roynd í noise-rocki, við monotonari el-violin, crescendo-gittarum og hysteriskum percussionspæli, sum kryddaríi. Slíkt verður enn mett at vera "nýskapandi" og "slóðbrótandi". Viðhvørt sær tað út sum at tónlistarliga spektrið ikki hevur flutt seg so nógv, sum ein kanska helt.

'I’m Waiting for the Man' er eitt pumpandi rockn’roll-lag, har høvuðspersónurin er ein junkie, ið bíðar eftir dealaranum, ið skal selja honum heroin. 'White Light/White Heat' er somuleiðis eitt rockn’roll-lag um hvussu tað kennist, tá ein sproytar rúsevnið methedrin í seg.
Tað tykist kanska løgið, at ein sangskrivari skal nýta so nógva tíð og orku at skriva um rúsevnismisnýtslu. Men ein skal hava í huga, at í hesi ljósareyðu flower-power-tíð hevði almenningurin hug at gloyma avleiðingarnar av liviháttinum hjá ungdóminum. Lou Reed var óivað við til at venda rákinum hinvegin. Tó at hann ongantíð moraliseraði evnini, ið hann skrivaði um, so var hann við til at lýsa eina í nógvar mátar margháttliga støðu.
Beinraknu lýsingarnar av misnýtsluni og forfallinum, talaðu í grundini nógv harðari til ungdómin, enn alskins ávaringar og moralprædikur frá "teim vaksnu".
Plátuhúsin til White Light/White Heat
Kærleiks- og skemtisangir
Hóast Lou Reed ikki var bangin fyri at skriva um myrkur og depressjón í tekstum sínum, skal eisini havast í huga, at hann samstundis var (og er) ein humoristur av teim stóru! Sangir sum t.d 'Femme Fatale', 'What goes on' og 'I can’t stand it' (ávikavíst av bananplátuni, The Velvet Underground og VU) bera boð um ein onkursvegna meira bjartskygdan sangskrivara.
Mangan er høvuðspersónurin ein kvinna. 'Femme Fatale' snýr seg – sum heitið eisini ber boð um – um eina vandamikla og tó sera vakra kvinnu. Nico syngur fyri, meðan Lou og co. syngja kór: "she’s a femme fatale!" 'What goes on' og 'I can’t stand it' eru um trupulleikarnar ið stinga seg upp, tá tann betra helvtin barasta ikki vil gera sum ein sigur! Um hon bara hevði "makkað rætt", hevði alt verið "all right!" sum hann málber seg.

Í 'Beginning to see the light' (av The Velvet Underground), ið kanska er eitt tað mest jaliga lagið, ið Reed nakrantíð hevur skrivað, syngur hann játtandi: "I met myself in a dream, and I just wanted to tell ya, it was all right!" Hesi seinastu orðini, "all right!", eru eitt afturvendandi hugtak í tekstunum hjá Lou Reed. Rithøvundurin Anthony de Curtis skrivar enntá í sínum liner-notes til The Best of The Velvet Underground, at um vit hyggja at menniskjanum soleiðis sum Lou Reed sær tað, so er "all right!" ein góð lýsing av hvussu menniskjað hevur tað allarbest. "All right!" er við øðrum orðum "...The ideal human state as envisioned by Lou Reed"! (1)
Aðrastaðni finnur ein tekstir um kærleika, og ikki minst um hjartasorg. Í 'Pale Blue Eyes' viðger hann tann mista kærleikan og syngur við viðbreknari rødd um sína kvøl. Eitt vakurt og sorgblítt lag, ið virkar sum ein góð kontrast til tann annars so ráða tónleikin.

Á seinastu útgávuni, Loaded frá 1970, finnur ein løg, ið bera boð um ein broyttan sangskrivara. Frammanundan hevði Lou Reed, sum áður nevnt, nýtt nógva orku uppá at skriva um myrkur, moralskt forfall og misnýtslu. Hetta hevði við sær, at hansara lívsáskoðan var rættiliga køld og døpur. Men løg sum t.d 'Sweet Jane' lýsa samfelagið og menniskjað á ein heitari og meira "humanan" hátt, um tað kann sigast soleiðis. Her sleppa romantikkurin, nostalgiin og sentimentaliteturin framat eina løtu. Við hesum hoyrdu áhoyrarar, at The Velvet Underground hóast alt ikki vóru tey hatsku apparatini, ið summi vildu vera við, at tey vóru. Lou Reed var heldur ikki so súrligur, sum mong hildu frammanundan.
Á Loaded finna vit eisini skemtiliga rockn’roll-lagið, ið stutt og greitt kallast 'Rock and Roll'. Her er høvuðspersónurin ein fimm ára gomul genta, sum er »fangað« í sínum yvirklassa-miðalhampa heimi. Men so ein morgun setir hon útvarpið frá og hoyrir fagra rock'n’roll-tónleikin ljóma, og hetta verður nærum hennara frelsa – "despite all the computations, she could dance to the rock and roll station, and baby, it was all right!"
The Velvet Underground
Margfaldaður íblástur
Tað finst eitt ótal av bólkum, ið hava framført sangir hjá The Velvet Underground og Lou Reed á plátu og á konsertum. Av hesum kann ein t.d nevna R.E.M., U2, Bryan Ferry, David Bowie, Patti Smith, The Cowboy Junkies, Echo and the Bunnymen, Gang of Four og Mott the Hoople.
Brian Eno, ið eg siteraði at byrja við, var sjálvur ein av undangongumonnunum til tað, sum vit í dag kalla "ambient"-tónleik. Hetta serliga, minimalistiska slagið av ljóðmynd, har tann undirbygda og undirspælda heildin evnar fram serstakar hugmyndir og kenslur í áhoyraranum. Sum hann sjálvur sigur, so var tað bananplátan, ið legði honum lag á, hóast lopið er langt frá skitna avantgarde rockinum hjá The Velvet Underground til hansara egnu atmosferisku, syntetisku ljóðmyndir.

Norski electronica/jungle/hip hop bólkurin Xploding Plastix, ið vitjaði G! Festivalin 2003, sigur seg eisini vera millum tey, ið hava fingið íblástur frá The Velvet Underground og Andy Warhol. Navnið, "Xploding Plastix" stavar frá The Exploding Plastic Inevitable-framførslunum. Glorybox, ið eisini vitjaðu G! Festivalin 2003, er eisini farin at ganga The Velvet Underground vegin, um ein kann siga tað soleiðis. Í teirra nýggjaru løgum hoyrast nøkur eyðkenni, ið ein eisini hoyrir í løgunum hjá The Velvet Underground. Tónleikurin er leitandi, og tey skammast ikki við at lata einfalda, larmandi rockin tosa sína søk!

Hóast tað skjótt vera 40 ár síðan The Velvet Underground fyri fyrstu ferð var á palli í New York, so hoyrist íblásturin frá bólkinum tann dag í dag – eisini her í Føroyum. Vit halda okkum mangan vera so isolerað frá umheiminum. Vit halda at vit liggja so fjart frá øllum, at einki rínur við her heima. Men tað ger tað. Tað er bara ein spurningur um tíð. Ein spurningur um rák, og mest av øllum: ein spurningur um at lata tónleikin tala!

Keldur:

1. Liner Notes úr The Velvet Underground, The Best of The Velvet Underground, PolyGram Records 1989 Inc.
2. Liner Notes úr Lou Reed, Transformer – Original Masters, BMG Heritage, 2002.
3. Samrøða við Boards of Canada, frá http://www.hmv.com
4. Heilin!

(Næstu ferð: Ljóð úr undirgrundini – annar partur. Um Lou Reed og hansara avgerandi soloútgávu, »Transformer«, 1972.)

9/11/13

Every Grain of Sand




I'm blown away by this. Why? Three main reasons:

First: 'Every Grain of Sand', an incredible song by Bob Dylan originally released as the final track on Shot of Love (1981), which in turn was the last in what has often been called the "gospel trilogy" of Dylan albums beginning with Slow Train Coming (1979), continuing with Saved (1980) and rounding off with Shot of Love (1981).
On 'Every Grain of Sand' Dylan seems to reflect on not only his conversion to Christian beliefs in the late 70's but also on his journey in the years before as well as on what is to come. There's an incredible perspective to the song and every line is laced with meaning (a cliché thing to say but in this case it just fits!)

Second: Blind Boys of Alabama, one of the mightiest names in American gospel music. An institution spanning several decades beginning in the thirties. Blind Boys represent a heartfelt, rootsy kind of gospel music that remains in touch with its deep traditions as well as inclusive and open towards different approaches to music.

Third: Justin Vernon of Bon Iver in the producer's chair for the upcoming Blind Boys album I'll Find A Way which this song will be on and also singing on the track along with the Blind Boys. I'm a big fan of his stuff and the combination of songwriting, musicianship and musical styles that constitutes this version of 'Every Grain of Sand' is simply goosebumps inducing.

While reading the bio for the upcoming Blind Boys/Vernon album I came across this very poignant description of the song:

"...That gospel can accommodate both great belief and lingering doubt is perhaps best demonstrated on I’ll Find a Way by the cover of “Every Grain of Sand,” penned by Bob Dylan during his Christian period.

“Every Grain of Sand” is loaded with personal weight for Vernon, who discovered the song during a particularly dark time in his life: “My last year of college, I was taking a class called the Problem of Evil. It took up so much of my time, and I spent months discussing the worst shit that’s ever happened to human beings and deciding that there was absolutely no reason for any of it. When I was writing my senior thesis, I listened to ‘Every Grain of Sand’ on repeat. It was all I listened to for months.”

At the time he had no idea he would be singing that song with one of his heroes. In their translation of “Every Grain of Sand,” Vernon and Carter opted to turn it into a dialogue between believer and non-believer. “Dylan has resided on both sides of that line,” Vernon explains. “As a writer, I think the song exists on both sides of the line as well, so Jimmy and I are both coming from such different places, and yet we’re singing about the same thing. There are two perspectives in that song, and they’re colliding.”"
 That's exactly how I feel about 'Every Grain of Sand'. It exists on both sides of the line as an incredible piece of dialectic gospel.

The Blind Boys/Vernon version is actually not the first time a striking interpretation of this particular song has been released. That honor goes to country singer Emmylou Harris and producer Daniel Lanois whose incredible cover featured on Harris' mighty comeback album Wrecking Ball (1995). Lanois is a master of atmospherics and it's nice to see Vernon developing into quite a worthy follower.


As much as I love a good Bob Dylan cover (Jimi Hendrix's 'All Along The Watchtower' anyone?) I find myself repeatedly returning to his own versions. So it feels right to also feature the original version of the song. We actually saw him perform the song in Den Fynske Landsby, Odense in 2011. What a beautiful moment that was.
Every Grain of Sand - Bob Dylan from Temuco Blues on Vimeo.

Thanks for reading + listening! To see/hear more about the upcoming Justin Vernon produced Blind Boys album check out this short documentary:

7/3/13

Link Wray

Link Wray (1929-2005).
Í februar mánaði hevði eg eini ørindi úti á Christianshavn, og á vegnum heim bar eg eygað við Christians Kirkjuna. Ikki hana í Klaksvík, men hana úti á Christianshavn. Har eru tvinnar kirkjur á Christianshavn: Vor Frelsers Kirke á Sankt Annæ Gade á veg út móti Christiania, og so Christians Kirkjan á Strandgade. Sama Strandgade hevur Norðurbryggjuna í hinum endanum.

Í tí eg bar eyga við Christians Kirkjuna fór eg at hugsa um eitt, ið eg havi hugsað um fleiri ferðir áður: Link Wray er jarðaður har.

"Link Wray?" hugsar tú kanska.

Ja, Link Wray. Mæti amerikanski rock'n'roll gittarleikarin, ið uppfann power akkordina (e.k.s. barré akkordin), prikaði hol í gittar forsterkaran til tess at mana fram distortion, og var millum allarfyrstu rock tónleikarar at brúka noise/óljóð sum integreraðan part av sínum tónlistarliga úttrykki.

Link Wray, ið flest allir gittarleikarar við virðing fyri sær sjálvum síggja sum eina legendu. Link Wray, ið innspældi legendariska lagið 'Rumble', ið er ein hornasteinur í rock, rock'n'roll, rockabilly, psychobilly, heavy, metal, thrash, you name it...
Ein savnspláta við the early stuff hjá Link.
Hevur tú sæð Pulp Fiction? So hevur tú hoyrt 'Rumble'. Lagið er at hoyra í bakgrundini, tá Mia og Vincent eru úti og fáa sær ein bita á Jack Rabbit Slim's. Meðan tey sita og práta í "bilborðinum".
Hevur tú sæð kula gittar heimildarfilmin It Might Get Loud, har Jimmy Page, The Edge og Jack White práta og nørda gittarar? So hevur tú sæð brotið har tann elsti og mætasti av teimum trimum, Jimmy Page, leggur sína sjey tumma stakplátu av 'Rumble' undir nálina, og transformerast til ein kátan, stórsmílandi smádrong, í somu stund sum hann hoyrir tónarnar úr gittaranum hjá Link.

Link Wray var ikki bara ein fasinerandi gittarleikari, hann var eisini ein fasinerandi persónur. Hálvur indiánari (í dag er tað helst rættari at siga 'innføddur amerikanari') av Shawnee fólkinum. Hesin parturin av hansara uppruna hevði týdning fyri hann, og hann tosaði heilt fitt um tað í framførslum og samrøðum. Hann var annars ein rokkari í leðurjakka og sólbrillum. Ein klassiskur mystiskur reikara figurur, ið spældi skitnan el-gittar. Fyrr í tíðini hevði hann kanska havt revolvarabelti ístaðin fyri gittara.

Sum ungur fór hann í herin, og endaði í Korea krígnum. Har var hann skaddur somikið ógvusliga, at hann misti annað lungað. Læknarnir søgdu at hann fór ikki at kunna syngja meir orsaka av skaðanum, so hann hugsavnaði seg ístaðin um gittarleik og -ljóð: um at arbeiða við gittaranum sum primerum framberingaramboði. Kanska var tað av hesi orsøk, at hann megnaði at mana fram eitt so eyðkent og tiltikið gittarljóð.
Savnsplátan Jack The Ripper, ið eg havi standandi í savninum.
Link Wray giftist við danskari kvinnu í 80'unum, og tey bæði fluttu til Keypmannahavnar. Link búði á Christianshavn inntil hann andaðist í 2005. Soleiðis endaði hesin mystiski, hugtakandi og næstan arketypiski rock'n'roll figururin sínar dagar í Keypmannahavn. Hann var jarðaður í kryptini í Christianskirkjuni.

Tað leiðir okkum so aftur til dagin í februar, tá eg bar eygað við Christians kirkjuna, og fór at hugsa um Link, ið liggur grivin har. Eg gjørdi av at vita um eg slapp innar í kryptina, og so var. Eg fór innar, fann steinin við áskriftini um Link, og stóð har eina løtu og segði einki.

Øll, ið hava fingist við el-gittar og distortion pedalir skylda hesum manninum heilt nógv. Ella rættari; hava honum nógv fyri at takka. Kanska var okkurt poetiskt í at eg valdi at takka hesum tónleikara, ið fekk so nógv burturúr noise og distortion, við at lata tøgnina tala.
Á grøvini hjá Fred Lincoln 'Link' Wray. Foto: Knút H. Eysturstein (blómurnar stóðu har frammanundan).
"He is the king; if it hadn't been for Link Wray and 'Rumble', I would have never picked up a guitar." -Pete Townsend, The Who.




6/25/13

Zeit

I'm giving this four-sided double LP beast of a record a spin today. Zeit by Tangerine Dream. It's brimming over with dark ambient drones and claustrophobic moods. Hauntingly bleak and beautiful.

I don't know what it is with these German records from the 70's but they seem to blend in with the environment. I once put on NEU!'s debut album and to my delight the drones of 'Hallogallo' joined in unison with a drone emitting from the medicine factory across the street from where we live.

Today, a similar thing happened when the haunting drones of Zeit were joined by an alarm siren from the same medicine factory across the street. Don't know what the alarm siren meant, but I've closed the windows for now. There might be some chemical leak or something. I don't know. I noticed several workers standing outside. But there was a 2nd alarm siren sounding and that usually means the potential danger is over.

The sound of the alarm siren is similar to the nationwide alarm sirens that are tested in May each year here in Denmark. Those sirens are a remnant from the cold war and were installed in order to warn people of catastrophies such as nuclear attacks. The sirens have an unnerving, menacing quality to them. Both the sound itself and the meaning it carries.

Some of those things are found in Zeit. It's a dark album. I've already said that, but it bears repeating.

Another thing I love about Tangerine Dream's records from the 70's is the strong futuristic mood of it all. It's something they share with other German bands from the era like Kraftwerk, NEU! and Cluster. Somehow I think the electronic music from those days has a lot more futuristic potential to it than most of what you hear nowadays. It seems like you have to go back to get forward. Back to the future!

It might have something to do with the fact that synthesizers etc. were hard to come by back then and really expensive. I read somewhere that buying a Moog synthesizer in Germany in the 70's was akin to investing in a Volkswagen car. So those guys were pretty dedicated when they went about their business making insane, unheard sounds and releasing them on records like Zeit.

Today we have pretty much every electronic tool imaginable available in our laptops. Which is awesome but also means that electronic music risks becoming kind of mundane and not-so-futuristic-anymore.

Which brings me to the new Daft Punk album Random Access Memories where they most definitely go backwards to go forward, using legendary recording studios and respected live studio musicians instead of laptops and sequencers to (re)create a sound for the future. A sound referencing all sorts of 70's and 80's music. Disco and Nile Rodgers and Giorgio Moroder and the early synth and sequencer stuff happening back then. It's an incredible album, you know. Euphoric and fun and uplifting like Discovery was twelve years ago.

It also brings me to Kraftwerk who are currently on tour doing live curating of their back catalogue. We'll see them live at Roskilde Festival in less than two weeks time. We've bought one day tickets for Sunday at Roskilde where Kraftwerk will be closing the Orange Stage, complete with 3D visuals and an amazing repertoire of timeless songs that to my ears sound just a futuristic and unlimited as they did 40 years ago.

But I'm getting ahead of myself. Right now it's Zeit and Zeit is the opposite of optimism. Bleak and dark and introverted. And just as good.

The album in full:

A krautrock DJ mix I did two years ago:

6/13/13

Thoughts on Music #15 (Kevin Shields)

 
We're going to My Bloody Valentine live at Vega here in Copenhagen tonight so it's only fitting that today's Thoughts on Music installment features thoughts by Kevin Shields:

”When people make records, they have treble and basses for everything to kind of tame the mid-range and make it sweeter and more hi-fi sounding using stereo separation, reverb and ambience – to make everything sound big and spacious and wide." Kevin explains. "Everything I did is mostly mono: ’Soon’ is mono, and ’To Here Knows When’ is mono – there’s no set area of separation. The sense of bigness just comes from the depth of perception. Pet Sounds and Phil Spector’s productions were mono as well – it’s more the balance of frequencies that creates a sense of depth than stereo separation and ambience; they’re not as important. For me, everything that seemed to really affect me didn’t affect me because I heard something coming out of one speaker and something else coming out of another speaker. The classic 80s version of stereo was basically a drum sound that’s really widened by stereo effects and gated, and the guitars are really panned to extremes and it’s just vocals and drums in the middle with overdubs. It was a corporate, weak sound.”
-Kevin Shields quoted in McGonigal, Mike: Loveless, 2007 pp. 49-50.

6/7/13

KISS live

Vit hava akkurát hugt eftir filminum Detroit Rock City, ið var stuttligur at síggja aftur, og nú er ein so smátt við at gerast spentur uppá KISS live í Forum týskvøldið.

Eg áni ikki hvar KISS eru henni anno 2013 og hvat vit kunnu vænta, men eg veit so frægt sum at teir vóru mín fyrsta opinbering av rock tónleiki sum nøkrum øgiliga vandamiklum, ið lá uttanfyri tær etableraðu konventiónirnar. Í hvussu so er  tær, ið vóru galdandi í Leirvík í '87-'88, tá man gekk í 1. flokki. Tá vóru KISS "kanska satanistar", og navnið var "kanska" stytting fyri "Kids/Knights In Satans Service". Tað snúði seg nógv um styttingar tá, og um "baklengs maskering" og duld súmbolir.

Ein flokksfelagi hevði onkran í familjuni, ið átti eitt videoband við einari KISS konsert, tað var øgiliga spennandi, og "Crazy Crazy Nights" var ein forbiðið góður sangur. Seinni hoyrdi eg "God Gave Rock 'n' Roll To You", og hann var altso ikki serliga sataniskur, heldur hinvegin.

Onkursvegna minnist eg hetta sum eina sakleysa tíð, tí hóast talan m.a. var um avmyndingar av óndskapi, so var tað alíkavæl  ein sovorin karikeraður tekniseriu óndskapur. Tá hevði man framvegis ikki fatað, at tað finst hópin verri óndskapur í verðini, enn tann, ið verður avmyndaður á plátuhúsum og sungin um í pláturillunum innanfyri.

Tann ordiligi óndskapurin verður sjálvdan avmyndaður greitt og týðiliga og á aljósum degi. Tann ordiligi óndskapurin er sum oftast meira duldur og loyniligur og torførur at fáa eyga á. Tann ordiligi óndskapurin letst tíverri ofta at verða tað góða. Ikki er tað lætt.
Seinni havi eg funnið útav, at KISS faktiskt er ein stytting, um enn ein pragmatisk heldur enn ein satanistisk av slagnum, nevniliga "Keep It Simple Stupid", eisini kent sum "KISS principle". Um hetta er íblásturin hjá bólkinum KISS er ikki gott at vita, men tónleikaliga hava teir í hvussu so er altíð hildið seg til einfaldan rock'n'roll, uttan alt ov nógv hóvasták.

Í dag rokni eg ikki við at teir í KISS nakrantíð hava verið "satanistar". Eg veit í roynd og veru ikki hvat ein "satanistur" er fyri nakað. Eg eri ikki púrt ósamdur við frágreiðingini í einum øðrum KISS relateraðum filmi, nevniliga tí skemtiliga og flata Role Models, har tann eini høvuðspersónurin lýsir KISS sum nakrar jødiskar dreingir, ið vildu spæla harðan rock, og kendu seg noyddar til at mála seg í andlitinum, til tess at fremja sína søk (og fáa fatur í einari rúgvu av konufólki í prosessini).

Hvønn mun eitt teatralskt rock show ger til ella frá í teirri stóru myndini, tað veit eg ikki, men stuttligt og forvitnisligt verður tað so í øllum førum. Eitt livandi minni frá barnaárunum live á palli anno 2013.