12/31/18

Ársins plátur 2018


Eitt heilt ár er um at vera runnið, og tað merkir at ársins síðsti bloggur skal snúgva seg um ársins plátur! Sum ikki einaferð er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið. Tjúgu plátur komu uppí part, harav ein fjórðingur er føroyskur. Ikki so galið. Spotify playlisti er viðfestur niðast.

Beach House: 7
Á seinastu seks útgávunum hava Beach House treytaleyst halgað seg til dream popp av tí góða gamla slagnum. Eg havi eisini havt ávísan tokka til hesa tilgongdina, tó at seinastu tvær útgávurnar ikki reiðiliga fingu meg upp at flákra. Nýggjasta og sjeynda útgávan, ið stutt og greitt rópast 7, er straks øðrvísi. Tað klæðir bólkinum at samstarva við noise/psykedelia legenduna Peter Kember (Spacemen 3, Sonic Boom, Spectrum), ið sat í framleiðarastólinum hesuferð. Her er komið meira kjøt og fylla á í botninum, og ein størri klanglig breidd í ljóðmyndini. Ein feril av shoegaze. Afturkenniligt uppá tann góða mátan.

Cardi B: Invasion of Privacy
Hóast Kendrick Lamar átti definitivu hipp hopp plátuna í 2017 (DAMN.), so átti Cardi B eitt av definitivu hipp hopp stakløgunum við 'Bodak Yellow'. Í ár kom fyrsta plátan hjá henni so, og hon skuffaði ikki. 'Bodak Yellow' er við, og tað eru 'Drip (feat. Migos)', 'I Like It', 'Be Careful', 'Ring (feat. Kehlani)', 'Bartier Cardi' og allir hinir eisini. Ein ávís breidd hómast í tónlistarligu samansetingini (hipp hopp við brigdum úr trap, r'n'b og latin tónleiki) og tað klæðir henni. Einasta skuffilsi var at hon avlýsti sína Roskilde konsert, tí hon var vorðin við barn (kortini ein skilagóð avgerð)). Ein frálík debutpláta frá einum bersøgnum og karismatiskum rappara.

Dedekind Cut: Tahoe
Sera væl frágingið ambient, útgivið á virda ambient/post/drone osfr. plátufelagnum Kranky. Hetta er reindyrkað ambient í ætt við Brian Eno, Aphex Twin, William Basinski, Biosphere og Stars of The Lid. Dámligt og frískligt og ikki sørt... ambient! Tað er eitt sindur í andsøgn við orðaleysu, formleysu og ideelt sæð objektleysu ambient sjangruna ,at tosa alt ov nógv um tónleikin, so eg steðgi her. Vert at tjekka út.

The Fjords: Ladders
Onnur útgávan hjá norsku The Fjords er á tremur við fangandi, lagvøkrum og sofistikeraðum nørdapoppi við innihaldsligari dýpd. Stílfull sangskriving hittir modernaði elektronisk brigdi og eitt vet av soul. The Fjords byrjaði sum soloverkætlanin hjá Petter Vågan á jasslinjuni á NTNU í Trondheim, men vaks skjótt til eina kvartett, ið m.a. telir føroyska Bárður Reinert Poulsen á bass. Tað er eitt njótilsi at lurta eftir hesi plátuni, og mær tykir at hon er rættiliga undirmett. Tí skal hon við her.

Hamferð: Támsins Likam
Máttmikið, sorgblítt, mollstemt, seigt og veðurbart. Hamferð er ein mikið hugtakandi bólkur, ið onkursvegna dugir at raka eitt djúpt og sterkt føroyskt huglag, uttan at tað druknar í yvirdrivnum tjóðskaparligum patos. Triðja útgávan Támsins likam er framsøkin og hugkveikjandi. Løgini eru komponeraði, gjøgnumhugsaði og bara framúr væl skrivaði. Hetta gevur tónleikinum ein samanhangandi og yvirskipaðan dám, har allir staklutir ganga upp í eina hægri eind. Tú hevur hug til at liva við í hesum tónleikum, tað verið seg live ella á plátu. Eisini mikið gleðiligt at menn loksins hava fingið uppí lag at geva tónleikin út á vinyl.

Hús: Nevember
Instrumentalt, filmiskt og dreymakent eru orð, ið renna einum í hug, tá ein leggur fyrstu plátuna hjá Hús (Rólant Lenvig av Reyni) undir nálina. Talan er um huglagsríkan og ambientan tónleik sum dyrkar klang, tekstur og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Framleiðslurnar eru lumpisliga einfaldar, tí tær byggja mangan á einføld hugskot, men kortini er nógv at fara eftir í sjálvum soundinum. Og tak ikki feil: Hús hevur sítt egna sound. Við fáum amboðum megnar hann at skapa sín egna ljódliga alheim. Ein alheim, ið kortini ikki er uttan sambond út í annan tónleik. Mest av øllum hevur Hús kortini sítt egna twist uppá sjangruna. Um talan altso er um nakra ávísa sjangru. Útgivið á nýliga startaða plátufelagnum Kervið.

Janelle Monáe: Dirty Computer
Janelle Monáe hevur altíð verið áhugaverd. Hon hevur latið frálík stakløg úr hondum og staðið fyri serstakliga orkumiklum og hugtakandi Roskilde konsertum. Havi tó hildið, at undanfarnu pláturnar The ArchAndroid (2010) og Electric Lady (2013) vóru í so proppaðar við hugskotum, stílum og konseptum. Har hendi snøgt sagt ov nógv, bæði tematiskt og tónleikaliga. Á nýggju útgávuni er alt skorið meira inn á bein. Hetta er dansigólvsstílaður poppur við íblástri úr r'n'b, funk, soul, hipp hopp og trap. Farið verður til sakina frá fyrstu skering, og hesin beintframligi hugburður heldur sær allan vegin til endans. Eg tími av tí sama at lurta eftir plátuni. Tað konseptuella er eisini varðveitt á hóskandi hátt: Brian Wilson (!), Zoe Krawitz, Grimes og Pharrell gesta, og tilsipingar eru til bæði Daft Punk og Radiohead. Hetta er sostatt ein rættilig konseptpláta, bert í meira streymlinjaðari og pummaðari úgávu. Stak væl frágingið.

Jóhann Jóhannsson: Mandy OST
Tað vóru trist tíðindi í februar, tá tað frættist at íslendski Jóhann Jóhannsson var deyður. Seinastu uml. 17 árini hevur Jóhannsson borgað fyri dygd innan bæði filmstónleik, neo-klassiskt og elektroniskan tónleik. Fleiri av hansara útgávum gjøgnum árini hava bergtikið. Tí var tað mín vón, at hansara helst síðsta útgáva, soundtrackið til Mandy eftir Panos Cosmatos, eisini fór at vera gott. Cosmatos hevur gjørt ein film áður, Beyond The Black Rainbow (2010) við frálíkum soundtracki eftir Sinoia Caves (sí eisini her). Vónirnar vóru tí høgar. Og hetta er gott! Filmurin er ein rættilig perla: ein psykedeliskur og surrealistiskur horror hevndarfilmur við einum framúr góðum Nicolas Cage í høvuðsleiklutinum. Tónleikurin er sera gjøgnumførdur, og tekur støðið í tíðarskeiðnum (filmurin gongur fyri seg í 1983). Ábendingar eru til 80-ara rokk, black metal, ambient og elektroniskan filmstónleik av ymsum slag. Alt hongur sera væl saman, og Jóhannsson skapti soundtrackið í samstarvi við málmsframleiðaran Randall Dunn og gittarleikaran Stephen O'Malley úr Sun O))) Hetta er ikki hvør sum helst. Eitt ómetaliga væl frágingið og gjøgnumført soundtrack, ið tíbetur/tíverri fyrijáttar hvussu nógv gott var í væntu hjá Jóhannsson. Hvíl í friði og takk fyri tónleikin.

KIDS SEE GHOSTS: KIDS SEE GHOSTS
Samstarv millum Kid Cuti og Kanye West. Ein frálík og konsentrerað hipp hopp útgáva við íblástri úr bæði rokki, poppi og elektroniskum (7 løg á 23 minuttir). Útgávan opinberaði seg fyri mær á Silvurdrongur konsertferðini í november mánaði. Bassleikarin Karl Andrias Stórá koyrdi hetta frá í Tutl bussinum, og tað var ikki frítt at tónleikurin var latin upp, meðan vit koyrdu eftir føroysku landavegunum. Kanye West hevur havt nøkur merkilig ár í seinastuni, og okkurt bendir á at sálarliga heilsan hjá manninum ikki er ovurhonds góð, men tónleikaliga er hann framvegis millum tey fremstu.

Low: Double Negative
Tað eru eini 17 ár síðani eg byrjaði at lurta eftir amerikansku trioini Low úr Duluth í Minnesota (sami heimstaður sum Robert Zimmerman e.k.s. Bob Dylan). Leingi vóru Low umboð fyri eitt slag av slowcore americana við atmosferiskum gittara, vøkrum tvísangi og seinum rútmum. Á hesi útgávuni hava tey fullkomiliga endurkveikt sítt ljóð umvegis elektroniskar studio snildir. Við fyrsta lurt ljóðar tað sum um tey gjørdu eina lidna Low plátu, og tveittu síðani master bandið í eitt sýrubað, har tað slapp at liggja eina góða løtu. Ella kanska sum at tey settu eld á master bandið. Eg veit ikki. Hetta er í hvussu so er ein rættilig dekonstruktión av Low ljóðinum, sum vit áður kendu tað. Og kortini gongur ikki leingi fyrrenn eyðkendi samleikin kortini skínur í gjøgnum, og tú staðfestir róliga at hetta er sanniliga Low, bert í hamskiftari útgávu. Fantastiska hugtakandi útgáva.

Marius Ziska: Portur
Nú vit eru við endurkveikt ljóð, so má sigast at Marius Ziska gjørdi júst hetta í heimligum høpi. Portur er fyrsta útgávan hjá bólkinum, har allir tekstirnir einans eru á føroyskum. Eisini er hetta tann mest "tilevnaða" plátan hjá bólkinum. Skilt á tann hátt, at her er rættiliga nógv post-production framd, tá plátan var innspæld. Elektroniskar snildir eru lagdar afturat tí væl skrivaða og vælljómandi tónleikinum. Ein fær kensluna av, at menn hava lagt oyru til nýggjastu útgávurnar hjá eitt nú The War On Drugs og Bon Iver. Hetta hóskar seg til hesa útgávuna, ið er bæði lekkur lekkur og gjøgnumførd. Portur hóskar seg m.a. væl til biltúrar framvið sjóvarmálanum í Suðuritalia (hetta royndu vit í summar), og hon roynist eisini framúr væl undir nálini á heimliga anlegginum ein kaldan vetrardag.

Robyn: Honey
Robyn og eg eru næstan javngomul. Tað er stuttligt at hugsa seg aftur til miðskeiðis í 90-unum, tá 'Show Me Love' hjá tí tá 15 ára gomlu Robyn var á MTV og øðrum tónleikarásum. Lítið grunaði ein tá, at Robyn framhaldandi fór at vera ein tónlistarlig hjávera í 2018. Men tað er hon, og tað við lít. Tað var serliga Body Talk tríverkið frá 2010, ið staðfesti Robyn sum eina popplistakvinnu við dýpd, og á Honey heldur góða gongdin fram. Hetta er dansigólvsstílaður tónleikur - synth poppur og elektroniskt disco við einum pulserandi rútmiskum undirstreymi - og omanyvir øllum syngur Robyn úr einum djúpt persónligum og intimum stað. "Confessions on a dance floor" æt ein Madonna pláta á sinni, men tað kundi eins væl verið ein lýsing av tónleikinum hjá Robyn. Eg gloymi aldrin fyrstu ferð eg hoyrdi 'Dancing On My Own' á Roskilde Festival í 2010. Tað rakti ein djúpt. Robyn meinar business.

Silvurdrongur: Silvurpláta
Tað heilaga og tað profana ganga hond í hond í tekstliga alheiminum hjá Silvurdrongi, har alt tykist fylt av einum ávísum heilagleika, hóast summi brot eru bæði bersøgin og ónærislig (fyri summi). Eitt sindur sum í yrkingini 'Footnote to Howl' hjá Allen Ginsberg. Tónleikaliga eru vit stødd onkrastaðni millum spoken word og hipp hopp. Sjálvur kallar Silvurdrongur tað fyri "orðasang", og tað er nakað um tað. Teir báðir Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá hava skapað tónlistarligu ljóðmyndirnar. Útgávan tekur onkursvegna støði í Havnini, ið er býurin har teir tríggir eru frá. Silvurpláta er mittasti partur av einum tvørlistarligum tríverki, ið eisini telur yrkingasavnið Silvurbók og filmin 111 góðir dagar.
(Full avdúking: eg spæli við live bólkinum hjá Silvurdrongi, men eg havi ikki havt við plátuna at gera, annað enn at eg havi lurtað nógv eftir henni).

Sleep: The Sciences
Var tað nakað, ið eg ikki visti av við ársbyrjan, so var tað at eg fór at fáa brúk fyri eini nýggjari plátu frá stoner/doom metal bólkinum Sleep. Men so kom hon, fyrsta Sleep plátan í næstan tjúgu ár, The Sciences, og hon vaks í vavi fyri hvørja lurting. Eitt ordans comeback av eini plátu, ja helst ársins comeback. Seigt og tungt og groovy sum ber ólukkan. Framúrskarandi gittarleikur frá Matt Pike, frálíkir/skemtiligir tekstir, vokalur og bassur frá Al Cisneros og orkumikil trummuleikur frá Jason Roeder, ið allatíðina trýstir tónleikin frameftir, hóast stevið er tungt og seigt sum fyrsta dagin. Heilt ólukksáliga kølin útgáva frá einum sum frá líður legendariskum bólki.

Sons of Kemet: Your Queen Is A Reptile
Kanska ársins feitasta jass útgáva. Sons of Kemet er ein ensk kvartett, ið fevnir um tveir trummuleikarar, ein saksofonist og ein tubaleikara. Samansetingin er egin og tónleikurin fevnir víða í teirri afrikansku diasporaini. Tískil er hetta jassur við útferðum í alt møguligt annað viðkomandi, eitt nú dub og reggae tónleik av Jamaika. Saksofonleikarin Shabaka Hutchings er leiðari í bólkinum, og henda útgávan er útgivin á Impulse! plátufelagnum, ið á sinni stóð fyri útgávum hjá John Coltrane, Alice Coltrane og Pharaoh Sanders. Tey níggju løgini á plátuni hava øll heiti eftir týðandi søguligum kvinnum úr teirri afrikansku diasporaini, ið eru fyrimyndir/drotningar. Heitið Your Queen Is A Reptile sipar til bretsku drotningina, hvørs hvíta kongshús ikki kennist umboðandi fyri nógvar bretskar tilflytarar. Eisini er hetta ein skemtilig tilsiping til algongdu søguna um, at bretska kongshúsið í veruleikanum eru skriðdýr úr rúmdini, ið kunnu skifta skap (!) Hvussu enn er og ikki, so er tónleikurin sera dragandi. Eitt frískligt boð uppá hvat jassur kann í dag.

Speaker Bite Me: Future Plans
Havi havt alsk til donsku noise rokk kvartettina Speaker Bite Me síðani eg sá tey á Roskilde Festival í 2000. Sama ár útgóvu tey hina frálíku noise rock plátuna If Love Is Missing It Must Be Imposed, ið er undanfari fyri nýggju útgávuna, har noise rokkur við avantgardistiskum broddi aftur er settur í hásæti. Tað eru ellivu ár síðani tey seinast góvu nakað út, og hetta er kærkomið. Klórandi, insisterandi, larmandi og frálíkt.

Spiritualized: And Nothing Hurt
Eg elski Spiritualized, og tí elski eg eisini áttandu útgávuna And Nothing Hurt, ið kom út tíðliga í heyst. Hetta er kanska ikki staðið at byrja hjá Spiritualized rookies, men fyri kennarar er hetta enn ein deilig útgáva í røðini. Enn sum áður er tað Jason "Spaceman" Pierce, ið stendur við róðrið og framleiðir stórbærar balladur og speysaðar rokksangir. Inniligt og treytaleyst. Í 80-unum spældi Pierce í frálíka minimalistiskt-psykedeliska noiserokk bólkinum Spacemen 3 saman við omanfyrinevnda Peter Kember, ið framleiddi Beach House plátuna, ið verður umrødd ovast.

Teitur: I Want To Be Kind
Í 2017 fekk Teitur Lassen átta sálmar við í eitt ískoyti til donsku sálmabókina, nevnd Kirkesangbogen. Ein teirra, 'Quite A Lot, Only Slightly, Very Much', er komin við á hesa plátuna í enskari útgávu. Tað gevur meining, tí henda plátan er eisini nokkso sálmakend. Hon er sera rólig, innilig, sveimandi og vøkur. Tempo'ið er lágt, og alt tekur sína tíð. Tað vinnur útgávan nógv uppá í longdini, tí ein verður spakuliga drigin inn í hana. Løgini eru góð, tekstirnir væl skrivaðir og alt er væl samansett. Ein perla av eini útgávu, ið ikki jagstrar løtuvinningin, men heldur fer eftir tí langskygda. Tí sum heldur í longdini. Takk fyri tað.

Wooden Shjips: V.
Sýrurokk kvartettin Wooden Shjips úr Kalifornia, USA hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta. V. er teirra fimta útgáva, og enn sum áður dyrkar bólkurin ein minimalistiskan, psykedeliskan estetikk uttan stórvegis frávik. Men har eldru útgávurnar høvdu ein naskari og daprari undirstreym, eru nýggjaru útgávurnar meira afturlenaðar og hippie sólbrendar. Hetta endurspeglast m.a. í, at V'ið á plátuhúsanum er teknað sum eitt friðartekin. Ein deilig pláta. Far out, man.

Yob: Our Raw Heart
So avgjørt mín yndis málmpláta í 2018. Undanfarna útgávan Clearing The Path To Ascend (2014) var ekstremt góð, men tað er líka við at hendan eigur munin. Trioin Yob eru eitt beist av einum bólki. Teir spæla kosmiskan dómadagsmálm við brigdum úr stoner, sludge og post málmi. Our Raw Heart spratt úr persónligari kreppu og sjúku, ið rakti oddamannin Mike Scheidt í 2017. Heili tvær ferðir mundi hann doyð, men úr kreppuni vaks ein nýggj tónlistarlig staðfesting, ið úrslitaði í áttandu studio plátuni hjá Yob. Hetta er máttmikið, langtandi og treytaleyst. Heilt ólukksáliga gott.

Verdar at nevna:
Baest: Dance Macabre
Beak>: >>>
Bombino: Deran
The Carters: Everything is Love
David Byrne: American Utopia
Deafheaven: Ordinary Corrupt Human Love
The Field: Infinite Moment
Graveyard: Peace
Iceage: Beyondless
Jaako Eino Kalevi: Out of Touch
John Hopkins: Singularity
Kali Uchis: Isolation
Khruangbin: Con Todo El Mundo
Oneohtrix Point Never: Age Of
Mokira: Chill Out
Neneh Cherry: Broken Politics
Rosalía: El Mal Querer
Skeletonwitch: Devouring Radiant Light
Sons of Kemet: Your Queen Is A Reptile
Space Afrika: Somewhere Decent To Live
Steve Hauschildt: Dissolvi
Thom Yorke: Suspiria OST
Tracey Thorn: Record
V/A: Black Panther
VanJess: Silk Canvas
Yves Tumor: Safe in The Hands of Love

2018, ið eg ikki havi hoyrt enn:
Fremmand: Fremmand
Kollslíð & Sverrisson: Eystanduni

Bonus 2017:
Moses Sumney: Aromanticism (2017)
Eg skilji als ikki hví henda útgávan ikki kom við á "Ársins plátur 2017". Ella jú, tað geri eg, tí eg náddi heilt einfalt ikki at lurta eftir henni fyrrenn í ár. Men hetta er ein frálík útgáva, útgivin á smakfulla Jagjaguwar plátufelagnum (Bon Iver, Black Mountain, Foxygen, The Besnard Lakes, Sinoia Caves v.fl.). Tónleikaliga er talan um eina samanrenning millum jass, r'n'b og eksperimenterandi indie a la Radiohead.

12/30/18

Plátur 1957

Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 í KVF spurdist burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

1957 er snøgt sagt eitt eksplosivt tónleikaár í eini eksplosivari tíð. Um vit halda okkum til hina rættiliga útjaglaðu og merkiliga stuttskygdu "rokksøguna", har uppáhaldið er at populertónleikur kom bara úr leysari luft einaferð miðskeiðis í 50-unum, so er hetta eisini heilt afturi í fyrndini. Tá rock'n'roll legði lunnar undir rock tónleikin í 60-unum. Í mong áratíggju hevur henda retrospektiva fatan verið endurgivin av tónleikabløðum sum Rolling Stone í USA og New Musical Express í Bretlandi. Eisini hóast vit vita at savnaða myndin er væl meira samansett enn so, at populertónleikur er eitt væl eldri fyribrigdi og at t.d. rhythm'n'blues hevur ekstremt nógv í felag við rock'n'roll o.a.

Og tó, so var okkurt um alt snakkið. Mær dámar t.d. sera væl hvussu Bob Dylan lýsir rock'n'roll í Q&A við Bill Flanagan:

"Rock and roll was indeed an extension of what was going on – the big swinging bands – Ray Noble, Will Bradley, Glenn Miller, I listened to that music before I heard Elvis Presley. But rock and roll was high energy, explosive and cut down. It was skeleton music, came out of the darkness and rode in on the atom bomb and the artists were star headed like mystical Gods. Rhythm and blues, country and western, bluegrass and gospel were always there – but it was compartmentalized – it was great but it wasn’t dangerous. Rock and roll was a dangerous weapon, chrome plated, it exploded like the speed of light, it reflected the times, especially the presence of the atomic bomb which had preceded it by several years. Back then people feared the end of time. The big showdown between capitalism and communism was on the horizon. Rock and roll made you oblivious to the fear, busted down the barriers that race and religion, ideologies put up. We lived under a death cloud; the air was radioactive. There was no tomorrow, any day it could all be over, life was cheap. That was the feeling at the time and I’m not exaggerating. Doo-wop was the counterpart to rock and roll. Songs like “In the Still of the Night,” “Earth Angel,” “Thousand Miles Away,” those songs balanced things out, they were heartfelt and melancholy for a world that didn’t seem to have a heart. The doo-wop groups might have been an extension, too, of the Ink Spots and gospel music, but it didn’t matter; that was brand new too. Groups like the Five Satins and the Meadowlarks seemed to be singing from some imaginary street corner down the block. Jerry Lee Lewis came in like a streaking comet from some far away galaxy. Rock and roll was atomic powered, all zoom and doom. It didn’t seem like an extension of anything but it probably was."

So passaliga dialektiskt, eins og maðurin sjálvur. Rock'nroll var sjálvsagt ein leinging av tí sum var áðrenn, men rock'n'roll var eisini eitthvørt eksplosivt og atomdrivið. "It didn't seem like an extension of anything but it probably was". Tað er tað, sum er.

Hvussu enn er og ikki, so er 1957 tíðin, tá jassur framvegis hevði krav uppá bæði hittlistar og árslistar. 1959 er enn sum áður hitt definitiva jass árið, men kortini eru fleiri framúrskarandi útgávur við her. Ben Webster, Billie Holiday, Blossom Dearie, John Coltrane, Miles Davis, Nat King Cole, Sun Ra og Thelonious Monk lótu øll dygdarútgávur úr hondum, onkur teirra enntá tvær.

Eisini komu fleiri virðingarverdar debutútgávur hetta árið, har vit altso tosa um veruligar legendur: B.B. King, Chuck Berry, The Coasters, Eddie Cochran, The Crickets feat. Buddy Holly, Johnny Cash, Little Richard, Martin Denny, Patsy Cline, Ruth Brown, Sam Cooke og Sun Ra albumdebuteraðu øll í 1957. Ófatiligt.

Landafrøðiliga samansetingin er eisini áhugaverd, í og við at næstan allar hesar pláturnar eru amerikanskar. Tað sigur nakað um tíðina aftaná 2. veraldarbardaga, har Evropa lá í sori og mátti byggjast uppaftur, alt meðan USA stórtreivst og tannáringurin var uppfunnin. Men tað er ein onnur og longri søga.

Hetta var sjeyndi og seinasti partur av hesi røðini av afturlítandi 7'ara plátulistum við 10 ára millumbilum. Var alt so betri fyrr? Livst so spyrst.

B.B. King: Singin' The Blues
Ben Webster: Soulville
Billie Holiday: Songs for Distingué Lovers
Blossom Dearie: Blossom Dearie
Carl Perkins: Dance Album
Chet Atkins: Hifi in Stereo
The Chordettes: The Chordettes
Chuck Berry: After School Session
The Coasters: The Coasters
The Crickets: The Chirping Crickets
Eddie Cochran: Singin' To My Baby
Elvis Presley: Elvis' Christmas Album
Gene Vincent: Gene Vincent & the Blue Caps
Herbert Eimert: Einführung
John Coltrane: Blue Train
Johnny Cash: Johnny Cash With His Hot and Blue Guitar
Little Richard: Here's Little Richard
Martin Denny: Exotica
Miles Davis: Birth of The Cool
Miles Davis: Round Midnight
Nat King Cole: After Midnight
Patsy Cline: Patsy Cline
Pete Seeger: American Ballads
Ricky Nelson: Ricky
Ruth Brown: Ruth Brown
Sabu: Palo Congo
Sam Cooke: Sam Cooke
Sun Ra: Jazz by Sun Ra/Sun Song
Thelonious Monk: Brilliant Corners
Thelonious Monk: Monk's Music

12/29/18

Plátur 1967

Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 200719971987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

Hvat er at siga um 1967, ið ikki longu er sagt? Sambært teirri eitt sindur útjaglaðu rokksøguni er 1967 eitt mýtologiskt tónleikaár - "the summer of love". Gamaní fevndi árið eisini um eina røð av frálíkum tónleikaútgávum.

Skal nakað yvirskipað rák úr árinum nevnast, so er psykedelia helst eitt upplagt boð. The Beach Boys, Captain Beefheart and His Magic Band, The Doors, Jefferson Airplane, Buffalo Springfield og Love stílaðu fyri sýraðum og psykedeliskum markloysi á vesturstrondini í USA. Har suðuri í Texas svumu The Red Crayola og 13th Floor Elevators í einum serliga naskum slagi av sýru, og handan hav stillaðu The Beatles, Cream og Pink Floyd somuleiðis inn á psykedeliskar bylgjulongdir. The Jimi Hendrix Experience ítøkiliggjørdu transatlantiska sambandið millum amerikansku vesturstrondina og London (umvegis Saturn).

Skaldið Leonard Cohen debuteraði sum fólkasangari, poppsangarin Scott Walker setti somuleiðis hol á kompromisleysa yrkisleið í egnum navni og Nico debuteraði bæði við The Velvet Underground og í egnum navni. Nina Simone var í blues hýri og Tim Buckley hækkaði støðið. Og tá er einki sagt um outsidarnar: hin bossanova brillianti Antonio Carlos Jobim í Brasilia, hin eksplosivt soulsyngjandi Aretha Franklin í Muscle Shoals, Elvis í fyrstaflokks gospel hýri, Faroe Boys við fyrstu føroysku popp/rokk LP-ini, hin ambitiøst fabulerandi Van Dyke Parks sunnarlaga í sólstatinum Kalifornia, anti-flowerpower asfalt dyrkandi The Velvet Underground í New York og hin æviga andsøgnin Bob Dylan, ið letur úr hondum hina tíðarráksnoktandi og anti-psykedelisku John Wesley Harding.

(Útgávutíttleikin var eisini ein annar tá: tvær knallgóðar plátur frá The Beatles, The Doors og The Jimi Hendrix Experience í sama kalendaraári. Tað var eftir øllum at døma gamalt).

Antonio Carlos Jobim: Wave
Aretha Franklin: I Never Loved A Man The Way I Love You
The Beach Boys: Smiley Smile
The Beatles: Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band
The Beatles: Magical Mystery Tour
Bob Dylan: John Wesley Harding
Buffalo Springfield: Buffalo Springfield Again
Captain Beefheart and His Magic Band: Safe as Milk
Cream: Disraeli Gears
The Doors: The Doors
The Doors: Strange Days
Elvis Presley: How Great Thou Art
Faroe Boys: Faroe Boys
Jefferson Airplane: Surrealistic Pillow
The Jimi Hendrix Experience: Are You Experienced?
The Jimi Hendrix Experience: Axis: Bold As Love
Leonard Cohen: Songs of Leonard Cohen
Love: Forever Changes
Nico: Chelsea Girl
Nina Simone: Nina Simone Sings The Blues
Pink Floyd: The Piper At The Gates of Dawn
The Red Crayola: The Parable of Arable Land
Scott Walker: Scott
Tim Buckley: Goodbye and Hello
Van Dyke Parks: Song Cycle
The Velvet Underground: The Velvet Underground & Nico
13th Floor Elevators: Easter Everywhere

12/23/18

Plátur 1977

Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 20071997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

1977 er eitt episkt tónleikaár. Eitt ár við rembingum innan m.a. punk, reggae og elektroniskt. Hetta endurspeglast í teirri eitt sindur øðrvísi landafrøðiligu samansetingini, har anglofoniski dominansurin eina løtu verður avloystur av týskum genialitetum. Ashra, Cluster & Eno, Giorgio Moroder (norðuritaliumaður, ið starvaðist í München um hetta mundið), Klaus Schulze, Kraftwerk, Michael Rother og Tangerine Dream lata øll klassa plátur úr hondum innan krautrock, kosmische, Berlin school og euro disco. Og Vangelis úr Grikkalandi speysar maksimalt út við kultplátuni Spiral.

Apropos Týskland, so brillierar David Bowie við tvinnum plátum úr síni navnframu Berlin trilogi. Iggy Pop letur somuleiðis tvær plátur úr hondum, og hetta eru stutt sagt tær bestu pláturnar í hansara solo diskografi. Ramones lata mín sann eisini tvær plátur úr hondum, og teir eru í punk hóslagi við debuterandi The Clash og The Sex Pistols. Fyri ikki at tala um "punk not punk" bólkarnar: Suicide (líka nógv synth sum punk), Talking Heads (líka nógv new wave sum punk) og Television (líka nógv ekvilibrisma sum punk).

Jamaika klokkar eisini inn á talvuna við tveimum av allarbestu reggae/dub útgávunum yvirhøvur, frá ávíkavist Bob Marley & the Wailers og The Congos. Í heimligum høpi skara Kristian Blak og Nicodemussarsangbólkurin framúr (um enn í hvør sínum samanhangi). Steely Dan prógva at "jazz rokkur" faktiskt kann vera ekstremt góður, og Weather Report prógva at tað í øllum førum finst ein góð fusion pláta (ein er, so segði hann, 100% meira enn eingin).

Tað konventionelt rokksøgukenda úr árinum er mín sann eisini framúrskarandi: Fleetwood Mac og Pink Floyd borga fyri góðsku. Dylan hevði fúlan niðurtúr hetta árið og gav tí einki út (sama skil í 1987). Hann sang tó kór saman við Allen Ginsberg á 'Don't go home with your hard-on' hjá Leonard Cohen. Av teirri hugtakandi, um enn í støðum rættiliga ivasomu, Death of A Ladies' Man. Framleidd av ongum øðrum enn Phil Spector. Apropos hard-on, latum okkum so ikki gloyma hard rock skapanarsøgu allegoriina hjá AC/DC: Let There Be Rock! (Um Marley plátan anno '77 eitur Exodus, kann AC/DC plátan fyri tað eita Genesis).

Eitt láturliga gott tónleikaár. Over and out...

AC/DC: Let There Be Rock
Ashra: New Age of Earth
Bob Marley and the Wailers: Exodus
The Clash: The Clash
Cluster & Eno: Cluster & Eno
The Congos: Heart of The Congos
David Bowie: Low
David Bowie: "Heroes"
Fleetwood Mac: Rumours
Giorgio Moroder: From Here To Eternity
Iggy Pop: The Idiot
Iggy Pop: Lust for Life
Klaus Schulze: Mirage
Kraftwerk: Trans-Europe Express
Kristian Blak: Nu ska vi u å sejle
Leonard Cohen: Death of A Ladies' Man
Michael Rother: Flammende Herzen
Nicodemussangbólkurin: Hann legði í munn mín nýggjan song
Pink Floyd: Animals
Ramones: Leave Home
Ramones: Rocket To Russia
Sex Pistols: Never Mind The Bollocks, Here's The Sex Pistols
Suicide: Suicide
Steely Dan: Aja
Talking Heads: Talking Heads 77
Tangerine Dream: Sorcerer
Television: Marquee Moon
Vangelis: Spiral
Weather Report: Heavy Weather

12/18/18

Sirkus 9 ár

Hendur í loft! Mynd: Sunneva Háberg Eysturstein.
Leygarkvøldið diskaði eg í Sirkus. Sirkus hátíðarhelt 9 ára føðingardag hetta kvøldið, og Bjórkovin í neðra fylti 2 ár. Tað var heilt fantastiska stuttligt og deiligt at standa handan pultin í hjørninum aftur. Ikki minst til eitt so serstakt og hugnaligt høvi sum 9 ára føðingardag. Teitur hevði gjørt eina framúr góða suppu, Sunneva og co. høvdu pyntað hølið til UG og nógv fitt fólk leitaðu sær oman. Gott lív í og eitt livandi dansigólv í fleiri tímar. Hvat meira kann man ynskja sær? Tillukku við teimum 9 árunum, Sirkus!

We've come a long, long way together
through the hard times and the good
I have to celebrate you baby
I have to praise you like I should



Hendur framhaldandi í loft! Mynd: Sunneva Háberg Eysturstein.

11/30/18

Plátur 1987



Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

Um 1987 kann sigast, at tað ljóðar sum 1987! Her eru upp til fleiri útgávur við, ið hava eitt sera eyðkent og tíðartýpiskt 80-ára ljóð. Bruce Springsteen, Bryan Adams, Def Leppard, Depeche Mode, Fleetwood Mac, Guns 'n' Roses og Inxs dyrka øll ein ávísan estetikk innan ljóðframleiðslu í hesum tíðarskeiðnum. Okkurt við rúmklangi og gate'aðum trummum. Við tílíkari tilgongd megna nevndu nøvnini eisini at lata dygdar rokk og popp/rokk útgávur úr hondum, so hví ikki?

Samstundis koma alternativ/indie/undirgrunds nøvn alsamt meiri í ljósmálan. The Cure, Dead Can Dance, The Jesus and Mary Chain, Pixies, R.E.M., The 77s, Siouxie and the Banshees, Spacemen 3, Sonic Youth og The Smiths hevja undirgrundsflaggið í húnarhátt. Úr aðrari legu vísa Erik B and Rakim og Public Enemy at rapp/hipp hopp eisini kann skapað sterkar plátuútgávur, meðan Michael Jackson, Prince og Pet Shop Boys prógva at tað seriøst popputa eisini kann vera seriøst gott!

Bathory, King Diamond og Pentagram útgeva hvør sín málmsins kultklassikara, og U2 skapa eina snøgt sagt mýtologiska rokk plátu um Josvatræið. Dylan tók eitt plátu time-out hetta árið, men lærusveinarnir Tom Waits, Warren Zevon og Bruce Springsteen tóku táttin upp við lít. Her er sanniliga ongin orsøk at keða seg.

Bathory: Under The Sign of The Black Mark
Bruce Springsteen: Tunnel of Love
Bryan Adams: Into The Fire
The Cure: Kiss Me, Kiss Me, Kiss Me
Dead Can Dance: Within The Realm of A Dying Sun
Def Leppard: Hysteria
Depeche Mode: Never Let Me Down Again
Erik B and Rakim: Paid in Full
Fleetwood Mac: Tango In The Night
Guns 'n' Roses: Appetite for Destruction
Inxs: Kick
The Jesus and Mary Chain: Darklands
King Diamond: Abigail
Michael Jackson: Bad
Pentagram: Day of Reckoning
Pet Shop Boys: Actually
Pixies: Come on Pilgrim
Prince: Sign o The Times
Public Enemy: Yo! Bum Rush The Show
R.E.M: Document
The 77s: The 77s
Siouxie and the Banshees: Through The Looking Glass
Spacemen 3: The Perfect Prescription
Sonic Youth: Sister
The Smiths: Strangeways, Here We Come
Tom Waits: Frank's Wild Years
U2: The Joshua Tree
Warren Zevon: Sentimental Hygiene

11/8/18

Plátur 1997


Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

1997 er eitt mikið spennandi tónleikaár. Eg havi serligan alsk til hetta árið, og havi leingi havt kensluna av at tað var óvanliga sterkt. Ein møgulig orsøk er tann, at í 1997 var momentum farið úr bæði grunge rákinum í USA og britpop rákinum í Stórabretlandi. Tí komu nøkur fesk rák og nøvn undan kavi. Nýggjar samansetingar og nógv skapan var í luftini.

Árið fevndi m.a. um frálíkar og í fleiri førum definitivar elektroniskar 90'ara útgávur frá Aphex Twin, Björk, The Chemical Brothers, Daft Punk, Primal Scream, Portishead og The Prodigy. Eins og atypisk men kortini sterk útspæl frá teimum gomlu í garði: Buena Vista Social Club, David Bowie, Depeche Mode, Nick Cave & The Bad Seeds og U2.

Máttmiklar og navnframar rokk útgávur frá Bob Dylan, Radiohead og Spiritualized. Eyðkent indie frá Blur og Elliot Smith. Góðsku útgávur frá skrøppu r'n'b damunum Erykah Badu og Janet Jackson. Ikoniskar post rock útgávur frá Godspeed You Black Emperor og Mogwai. Tíðartýpiskur men haldbarur málmur frá Deftones og Machine Head. Og ein tann besta føroyska útgávan yvirhøvur, Fýra nætur fyri jól hjá Enekk. Ikki hissini.

Aphex Twin: Come To Daddy
Ben Harper: The Will To Live
Björk: Homogenic
Blur: Blur
Bob Dylan: Time Out of Mind
Buena Vista Social Club: Buena Vista Social Club
The Chemical Brothers: Dig Your Own Hole
Daft Punk: Homework
David Bowie: Earthling
Deftones: Around The Fur
Depeche Mode: Ultra
Elliot Smith: Either/Or
Enekk: Fýra nætur fyri jól
Erykah Badu: Baduizm
Godspeed You Black Emperor: F♯A♯∞
Janet Jackson: The Velvet Rope
Machine Head: The More Things Change
Mogwai: Young Team
Nick Cave & The Bad Seeds: The Boatman's Call
Portishead: Portishead
Primal Scream: Vanishing Point
The Prodigy: The Fat of The Land
Radiohead: Ok Computer
Spiritualized: Ladies And Gentlemen We Are Floating In Space
Starflyer 59: Americana
Supergrass: In It For The Money
U2: Pop

(Aphex Twin: Come to Daddy er sum so ein EP, men hon inniheldur 8 skeringar og er 32 minuttir til longdar, so hon kann við góðum vilja kallast eitt "mini album"... og listin verður snøgt sagt verri um henda útgávan ikki er við).

10/31/18

Ræðusurfmiks vol. II

Í dag er 31. oktober, eisini kent sum allahalgannaaftan. Fyri trimum árum síðani - Allahalgannaaftan 2015 - var eg allahalgannaaftansdiskari - Halloween DJ - í Sirkus í Vágsbotni. Giggið veitti íblástur til eitt trølsligt DJ miks við surf og rockabilly tónleiki, ið fekk heiti Spooky Surf Mix.

Nú er tíðin so búgvin til Spooky Surf Mix vol. II. Í sambandi við fyrra miksið nevndi eg m.a. 'Mystery Train' hjá Elvis, ið ikki kom við tað ferðina, men hesuferð er hann komin við. Eisini eru nøvn sum ganga aftur frá undanfarna miksinum: Dick Dale & His Del-Tones, Screaming Lord Sutch, Link Wray, The Cramps, Sharkey Todd & The Monsters og The Sonics. Í so máta er hetta ein ordiligur 2'ari, akkurát sum við ræðufilmum.

Restin er so at siga nýtt, tvs. nøvn sum ikki hava verið við áður. The Phantom Five, Johnny Eager, The Tarantulas, The Rockin' Continentals, Duane Eddy, Baron Daemon, The Rebel Rousers, The Castle Kings, The Deadly Ones, The Blasters og Laika & The Cosmonauts. Tað mesta av tónleikinum er frá 50-unum og 60-unum, men sumt er nýggjari.
The Blasters komu t.d. fram á amerikansku vesturstrondini í 80-unum. Ein bólkur hvørs tónleikur sýnir djúpt søguligt medvit. Finski kultbólkurin Laika & The Cosmonauts hevur somuleiðis upphav í 80-unum.

Surf og rockabilly tónleikur hevði eina stórtíð báðumegin Atlantshav í 50-unum og 60-unum. Instrumentalir surf bólkar stóðu seg mangan væl, men fyrst í 60-unum var hesin tónleikur troðkaður av trúnuni av The Beatles og British Invasion rákinum. Kortini livir henda sjangran víðari sum submentanarligt og undirgrunds fyribrigdi. Psychobilly og hvat tey annars kalla tað. Tað spøkir enn!

Spooky Surf Mix vol. II inniheldur surf, rockabilly og garasju klassikarar um ólátaðan óhugna, retro ræðuleikar og øtiligan ørskap - til eitthvørt høvi, tað verið seg gaman ella álvara!

10/25/18

Plátur 2007

Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 í KVF spurdist burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

2007 var eitt, so segði hann, eklektiskt tónleikaár. Shoegaze, indie, metal, elektroniskt, dubstep, folk og so góði gamli rokkurin, ið framvegis hevði pondus. Hesin listin inniheldur m.a. persónligar rokk favorittar frá teirri tíðini, m.a. Arcade Fire og Band of Horses, ið eg seinni misti áhugan fyri og The White Stripes, ið góvust ikki so langt aftaná.

Innan tað elektroniska vóru tað Justice sum stjólu yvirskriftirnar í árinum 2007, men í dag er tað Untrue hjá Burial sum stendur eftir sum suverent størsti elektroniski tónleikavarðin úr árinum. The Field, LCD Soundsystem, Ricardo Villalobos og Dälek gjørdu tað eisini gott innan elektroniska tónleikin, meðan Stars of The Lid lótu ein reguleran drone/ambient nýklassikara úr hondum.

Árið fevndi eisini um frálíkar debutplátur frá A Place To Bury Strangers, Bon Iver, Eddie Vedder, The Good The Bad & The Queen, Grinderman, The Field, Justice og Orka. Og so ikki at gloyma tey drúgvu sum hava verið góð bæði áðrenn og aftaná, men sum eisini gjørdu tað gott í 2007: Björk, Machine Head, PJ Harvey, Radiohead, Robert Plant & Allison Krauss og Teitur. Torført at bera eygað við nakran ávísan tendens, men eitt gott tónleikaár kortini.

A Place To Bury Strangers: A Place To Bury Strangers
Arcade Fire: Neon Bible
Band of Horses: Cease to Begin
Björk: Volta
Burial: Untrue
Bon Iver: For Emma, Forever Ago
Dälek: Abandoned Language
Eddie Vedder: Into The Wild
The Good, The Bad & The Queen: The Good, The Bad & The Queen
Grinderman: Grinderman
The Field: From Here We Go Sublime
Justice: Cross
LCD Soundsystem: Sound of Silver
Machine Head: The Blackening
PJ Harvey: White Chalk
Orka: Livandi Oyða
Radiohead: In Rainbows
Ricardo Villalobos: Factory 36
Robert Plant & Alison Krauss: Raising Sand
Stars of The Lid: And Their Refinement of the Decline
Teitur: Káta Hornið
The White Stripes: Icky Thump

8/17/18

Tá Aretha Franklin bergtók

Jerry Wexler og Aretha Franklin í upptøkuhølinum. Mynd: GAB Archive/Redferns
Navnframa soul drotningin Aretha Franklin (1942-2018) er farin í annað ljós.

"Soul" er eitt hugtak sum verður brúkt at lýsa afrikanskt-amerikanska populertónleikin sum mentist í USA frá 1950’unum upp í 60’ini og 70’ini. Summi síggja soul sum eitt nýtt hugtak fyri tað sum áður æt “rhythm & blues”. Rhythm & blues er eitt felagsheiti fyri ymisk sløg av afrikanskt-amerikanskum populertónleiki frá aftaná 2. veraldarbardaga.

Tað var Jerry Wexler, ið kom við hugtakinum “rhythm & blues” í 1947. Hetta var meðan hann starvaðist sum blaðmaður fyri Billboard Magazine. Hann helt at heitini á hittlistunum vóru niðursetandi og óhóskandi: “Harlem Hit Parade”, “Sepia” og “Race”. Í 1949 broytti Billboard navnið á hittlistanum fyri svartan tónleik til “Rhythm & blues”. Jerry Wexler venda vit aftur til.

Tey slóðandi rhythm & blues nøvnini vóru svørt, teirra tónleikur gjørdist vælumtóktur millum hvít og var so líðandi umskapaður til tað sum var kent sum “rock’n’roll”. Elvis Presley verður tá tann stóra rock’n’roll stjørnan. Eftir hetta kemur eitt nýtt ættarlið av svørtum artistum, sum endurtulkar tað sum rhythm & blues slóðarnir gjørdu. Um vit siga at rock’n’roll er ein “hvít” lesing av rhythm & blues, vendur soul aftur til røturnar í svarta tónleikinum - gospel og blues. Soul er “sekulert gospel” sambært summum.

Hetta umskiftið stendur í fullum blóma í tónleikinum hjá Aretha Franklin. Mamman var gospel sangari og klaverleikari, pápin var pastorur og prædikumaður. Tað eru ótrúliga nógvar afrikanskt-amerikanskar sangarinnur í 20. øld, ið eru komnar úr kirkju/samkomu høpi. Aretha er einki undantak. 18 ára gomul skifti hon yvir til “sekuleran” tónleik. Frá 1960 og nøkur ár fram var hon á Columbia Records, har hon gjørdi respektablan tónleik, men hon var ikki serliga populer. Hon var hampað og snøggað til at vera ein jazz/popp sangarinna.

Í 1966 skifti hon til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records og tá kom ferð á. Jerry Wexler, ið nú starvaðist sum tónleikaframleiðari, fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. soul tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll yvir sínum úttrykki. Hon slapp at sameina tað spirituella og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.

Her eru 10 løtur, har Aretha Frankin bergtók:

1. 'You Grow Closer'

Tá hon 14 ára gomul sang gospel í New Bethel Baptist Church í Detroit, har pápi hennara var pastor. Her í eini inniligari tulking av 'You Grow Closer'.

2. 'I Never Loved A Man (The Way That I Love You)'

Tá hon saman við Jerry Wexler og framúrskarandi Muscle Shoals toyminum slapp sær úr nydeliga jazz/popp haftinum og fór undir at gera rátt, sveittut og sprongkvæmt soul! Fyrsta lagið tey festu á band var 'I Never Loved A Man (The Way I Love You)'. Her sleppur hon bókstaviliga teymunum, og restin er, so segði hon, søga. Sí lýsing av hendingini úr heimildarfilminum Muscle Shoals frá 2013:

Aretha Franklin at Muscle Shoals from Course Media on Vimeo.

3. 'Respect'

Tá hon tók ein útmerkaðan Otis Redding sang og umskapaði hann til ein tíðaranda fevnandi fylkingarsang. Aretha legði sjálv henda partin afturat: "R-E-S-P-E-C-T, find out what it means to me". Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Jerry Wexler segði seinni um sangin:

“Respect” had the biggest impact, truly global in its influence, with overtones for the civil-rights movement and gender equality. It was an appeal for dignity combined with a blatant lubricity. There are songs that are a call to action. There are love songs. There are sex songs. But it’s hard to think of another song where all those elements are combined. [...] Otis came up to my office right before “Respect” was released, and I played him the tape. He said, “She done took my song.” He said it benignly and ruefully. He knew the identity of the song was slipping away from him to her."

4.'A Change Is Gonna Come'

Tá hon tulkaði máttmikla og definitiva civil rights fylkingarsangin 'A Change Is Gonna Come' somikið væl, at hennara tulking stendur mát við upprunaútgávuna hjá Sam Cooke. Slíkt hevði lættliga enda heilt galið hjá minni stórbærum sangarum.

5. 'Spirit In The Dark'

Tá hon svaraði aftur uppá persónliga mótgongd við inniligu og fantastisku plátuni Spirit In The Dark (1970). Í 1968 sang hon til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr. Í 1969 var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Í 1970 kom Spirit In The Dark, ið kanska er hennara besta pláta. Fimm av sangunum hevur hon sjálv skrivað.

6. 'Rock Steady'

Tá hon skrúvaði upp fyri funk botninum á hinum láturliga væl svingandi 'Rock Steady' av plátuni Young, Gifted and Black frá 1972. Havi onkuntíð diskað henda sangin og undrast á hvussu groovy hann er. Tá eg so lesi credits og tjekki hvør spælir við, so undrist eg ikki meir:

Aretha Franklin – sang, klaver, sangskrivari
Donny Hathaway – elektriskt klaver, orgul
Bernard Purdie – trummur
Cornell Dupree – gittar
Richard Tee – orgul
Chuck Rainey – bass
The Sweethearts of Soul (Brenda Bryant, Margaret Branch, Pat Smith) — kórrøddir
Robert Popwell, Dr. John – percussion
The Memphis Horns
Wayne Jackson – trompet
Andrew Love – tenor saksofon
Gene Paul – tøkningur
Jerry Wexler – framleiðsla
Tom Dowd – horn útseting, framleiðsla
Arif Mardin – framleiðsla

7. 'Amazing Grace'

Tá hon við teirri máttugu gospel live plátuni Amazing Grace (1972) slerdi fast við sjeytummaseymi, at óansæð hvat hon annars sang um og hvar hon annars fór á lívsleiðini, so var gospel bæði byrjanin og endin.

8. 'Think'

Tá hon stjól showið í kultfilminum Blues Brothers frá 1980.

9. 'Sisters Are Doin' It For Themselves'

Tá hon í 1985 sang stuttliga og skrappa feministiska fylkingarsangin 'Sisters Are Doin' It For Themselves' í duett við Annie Lennox úr Eurhytmics.

10. '(You Make Me Feel Like) A Natural Woman'

Tá hon rørdi øll og blásti takið av Kennedy Center á Kennedy Center Honors í 2015. Hetta er eitt árligt tiltak, ið heiðrar listafólkum fyri lívlangt ískoyti innan útinnandi leiklistir. Í 2015 var sangskrivarin Carole King millum tey heiraðu, og sum ketta úr høvdatrog kom Aretha á pallin og framførdi 'You Make Me Feel Like) A Natural Woman', ið Carole King skrivaði saman við Gerry Coffy afturi í 1967. Carole King var ovfarin, rørd og bergtikin av hesum og fekk illa rúma upplivingini, ið innihelt fleiri yvirraskilsi: Franklin legði fyri við at spæla klaver, og tað var hon mestsum givin við tá. Hon sang við eini ómetaligari nervu og nærveru, og fekk sjálvan Obama at tára áðrenn fyrsta vers var yvirstaðið. Franklin reistist síðani, tveitti pelsin frá sær, sang við ófatiligum souldiva yvirskoti og vísti øllum heiminum hvar skápið skuldi standa. 74 ára gomul. Ótrúligt.

Takk fyri sangin, Ms. Aretha Franklin.

Samrøða, ið Finnur Koba hevði við meg í Summartímanum í ÚF:
Til minnis: Souldrotningin lagt gull eftir seg

Onkrar keldur:
https://www.britannica.com/art/rhythm-and-blues 
https://www.britannica.com/art/soul-music
https://pitchfork.com/reviews/albums/aretha-franklin-spirit-in-the-dark/

7/9/18

Mítt Roskilde 2018


Myndin omanfyri er "Mítt Roskilde" í plakat formi. Hetta vóru nøvnini, ið eg upplivdi. Í ár sáldaði eg nógv frá. Tað er jú við tónleiki sum við mati: fyrr ella seinni verður tú mettur, og heldur tú á við at eta, ja so fært tú vaml! Eisini kunnu logistikkur og praktiskar umstøður gera seg galdandi. Kortini gjørdist tað til 21 konsertir tilsamans (inkl. eina har eg spældi við sjálvur).

Besta konsertin: Massive Attack
Ein intens, vøkur, døpur, upplyftandi og - ikki minst - vælljóðandi konsert! Tað ljóðaði snøgt sagt ófatiliga væl. Sum heild var ljóðið suverent á Roskilde í ár, men henda konsertin á Orange seint fríggjanátt ljóðaði klíp-meg-í-armin væl! Visuelt var konsertin eisini totalt í serflokki. Hetta var eisini tað navnið sum eg gleddi meg mest til, tí eg havi ongantíð áður sæð Massive Attack live. Ein nærum perfekt konsertuppliving við einum frálíkum settlista. Tað er í lagi at droppa 'Teardrop' um Elizabeth Frasier ikki er við, tí hvør ólukkan skal koma í hennara stað? Eg meini so við: Horace fokking Andy var har. Bergtakandi konsert úr enda í annan.

Vánaligasta konsertin: Bruno Mars
Tak ikki feil: Bruno Mars er ekstremt professionellur og konsertin var "leverað" við øllum sum hoyrir til av showi og fýrverki (!) Eisini kundi eg staðfesta at túsundtals fólk rundanum meg sungu við uppá sangirnar. Men einki av tí sum gekk fyri seg flutti nakað sum helst í mær. Tað kendist tómt og fremmandagerðandi at standa har. Og so er tað forrestin fínasta slag at stjala við hond og fót frá Michael Jackson, Prince, 80'unum o.s.fr., men tú skalt sgu eisini brúka tað stolna til okkurt feitt. Tú mást leggja teg sjálvan afturat. Tað haldi eg als ikki at Bruno Mars ger. Tómar kaloriur.

Konsertir/nøvn sum eg var glaðast at síggja aftur á palli:
My Bloody Valentine - Tað var djúpt rørandi at síggja tey live á Arena seint hósnátt - 10 ár eftir at eg sá tey á sama palli í 2008 (og fimm ár eftir at eg sá tey live í Store Vega í 2013). Heilt fantastiska góð og eisini svakliga vælljóðandi konsert! Best ljóðandi MBV konsertin eg havi verið til. Verðins besta shoegaze navn - live og á plátu!
Nick Cave & The Bad Seeds - Eisini triðju ferð eg síggi teir live. Fyrstu ferð á Roskilde í 2009. Nú eru tað eini 4 ár síðani seinast, so tað var stórt at síggja og hoyra aftur. Fantastisk konsert!
Gorillaz - Somuleiðis triðju ferð eg síggi tey live. Fyrstu ferð var á Roskilde í 2010 og síðani í Royal Arena í fjør. Frálík konsert, ið fekk ein dumman enda, tá rapparin Del The Funky Homosapien datt av pallinum júst sum 'Clint Eastwood' byrjaði. Vónandi kemur hann skjótt fyri seg aftur.

Størstu surprise konsertirnar:
Eminem - jú jú, ein hevði góðar vónir til konsertina, men tað eru hóast alt eini fimtan ár síðani Eminem var í hæddunum. Tí var spurningurin hvussu hann fór at roynast í 2018? Ein kendi tað tó í luftini longu undan konsertini. Her var okkurt serligt í væntu. Har hava ongantíð verið so nógv fólk frammanfyri Orange sum mikukvøldið. Yvir 100.000 fólk lýddu á. Henda konsertin hevði alt tað sum Bruno Mars manglaði. Her var show, fýrverk og buldur og brak, men eisini nerva, intensitetur og persónligar frásagnir. Hetta gjørdi at eg sum ein út av 100.000 kendi meg aftur í tí sum gekk fyri seg á pallinum. Eisini ljóðaði henda konsertin suverent væl.
BCUC - stytting fyri "Bantu Continua Ubuntu Consciousness". Frálíkur bólkur úr Suðurafrika. Á Facebook siga tey at íblásturin kemur frá Fela Kuti og James Brown. Spot on!
Gamelan Salukat - eitt gamelan emsemble úr Bali í Indonesia. Gamelan er eitt slag av polyrútmiskum percussion tónleiki sum er sera hypnotiskt og meditativt at lurta eftir. Vesturlendsk tónaskøld sum t.d. Claude Debussy, Eric Satie, John Cage, Steve Reich v.fl. hava heintað sær nógvan íblástur úr gamelan tónleiki. Gamelan Salukat hava støðið í siðbundnum gamelan, men royna eisini at bróta upp úr nýggjum. Konsertin hjá teimum kl. tólv hósdag var snøgt sagt genial! (ein dani sum vit búðu í leiri saman við kallaði tað "gammel sur kat". Tað flentu vit eftir nakrar ferðir).

Feitar konsertir generelt:
Dona Onete - ein 79 ára gomul dama úr Amasonas frumskógnum sum syngur frekar og lívligar sangir og knevrar á portugisiskum millum sangirnar. What's not to like?
Anda Union - ein bólkur úr Mongolia sum spældi tað sum eg vildi kallað "mongolskt kontri". Sjálvandi við eini rúgvu av siðbundnum "throat singing", t.e. yvirtónasangi! Stikk den.
Black Star - tvær rapp legendur á palli við einum skrøppum DJ afturat sær.
First Aid Kit - svensku folk systrarnar hava peppað sín tónleik upp við meira groovy lótum, uttan at sleppa sambandinum við kontri. Hetta klæðir teimum væl. Skrøpp konsert.
Pablo Moses - jamaikansk roots reggae legenda. Rørandi at hoyra hann syngja inniliga og vakurt um sítt "mother Africa". Tað tendraði nakrar viðkomandi tankar um útlegd og diaspora.
Kali Uchis - kolombiansk-amerikansk sangarinna, ið hevur latið eina fína og laidback popp/r'n'b/funk plátu úr hondum (Isolation frá fyrr í ár). Feitt at hoyra hana live á hennara fyrstu Evropa tour.
C.V. Jørgensen - tað finst í so nógvur vánaligur danskur tónleikur (so er tað sagt), men CV hoyrir so apsolutt uppí tann góða partin. "Det regner i mit hjerte, og det smager lidt af smerte" syngur hann einastaðni. Tað er ikki øllum beskorið at pulla eitt so gott "hjerte-smerte" rím av. Feitt at sleppa at hoyra hesa legenduna live. Sýrugrønir evergreens ein sólríkan leygardagsseinnapart.
Anderson Paak & The Free Nationals - hyperaktivt og hyperfeitt. Síðsta konsertin í ár. Man var troyttur, men tað var upplivingina vert.

Fínasta slag konsertir:
Boris & Merzbow (ov nógv Boris, ov lítið av Merzbow)

Konsertir sum eg hoyrdi ov lítið av til at hava eina greiða meining um, men sum ljóðaðu kul meðan eg var har:
Ben Frost
James Holden & The Animal Spirits
Vince Staples

Konsertir sum eg havi mest FOMO yvir ikki at hoyra í ár:
Nine Inch Nails og Charlotte Gainsbourg máttu lúta hóskvøld, tí tey sum eg fylgdist við vildu heldur til suðurafrikanska BCUC, ið vísti seg at vera heilt fantastiskt! (eg havi sæð NIN á Roskilde tvær ferðir áður: í 2000 tá teir vóru øðiligir, og í 2009 tá teir vóru fínasta slag. Charlotte má bíða til eina aðru ferð).
David Byrne mátti lúta fríggjakvøld, tí millum Nick Cave og Massive Attack var tað neyðugt at fara oman í leirin at skifta í heitari klæðir! (men eg havi sæð hann live í Keypmannahavn í 2009 og tað var suverent).
Mogwai máttu lúta leygarkvøld, og eg havi ikki ordiliga nakra góða undanførslu (annað enn at tað er langt síðani at ein Mogwai pláta hevur fingið meg upp úr stólinum og eg havi sæð teir live nakrar ferðir).

At enda hetta: í ár gjørdi eg rættiliga nógvar mentalar tilsipingar til undanfarnar konsertir á Roskilde. Konsertir sum eg var til fyri 10 og 20 árum síðani. Á Roskilde og aðrastaðni. Eg veit ikki ordiliga hvat tað merkir, annað enn at eg havi eina søgu sum konsertgangari og eri eldri enn eg plagdi at vera. Tónleikur er enn sum áður mítt drug of choice.

Hatta var hattar, nú kemur G! Festival!

6/11/18

Trap á føroyskum



Í morgun lótu BYRTA sítt fyrsta stak- og sjónbandalag í trý ár úr hondum. 'Hennara dansigólv' er eitt gjøgnumført og tíðartýpiskt popp lag við greiðum íblástri úr trap tónleiki. Rútmiski bulurin við kompaktari basstrummu, insisterandi hi-hatti og synkoperaðum rappi frá bæði Guðrið og Silvurdrongi bendir alt á sama bógv: hetta er trap! Á føroyskum.

'Hennara dansigólv' var til umrøðu í Kvørnini seinasta hósdag. Hetta var tað fyrsta, sum føroyski almenningurin hoyrdi til lagið. Hvørki vertur ella ummælarar høvdu tó nakað ítøkiligt at siga um sjangru og stíleyðkenni. "Hetta ljóðar øgiliga soleiðis altjóða" var eitt skoðsmál. "Ljóðar mega modernað, tónleikurin ljóðar ordiliga modernaður" var eitt annað. Slíkar miðalvarpingar eru kortini ov óítøkiligar til at kunna metast sum greiðar perspektiveringar til altjóða tónleikarák. Júst henda fráveran av altjóða perspektivi er ein afturvendandi trupulleiki í føroyskum tónleikaummælum, tí uttan hetta perspektivið fær viðgerðin skjótt dám av dunnuhyli.

Tískil ein stutt innleiðsla í trap tónleik:

"Trap" byrjaði um aldarskiftið (sein-90'ini og fyrst í 00'unum) sum eitt frábrigdi innan amerikanskt suðurstats hipp hopp. Trap ljóðið er m.a. eyðkent av tungum, djúpum, sub-bass stórtrummum úr teirri eyðkendu Roland TR-808 trummumaskinuni, "double time" og "triple-time" hi-hattum, løgum av synthesizarum og kanska mest av øllum av einum myrkum, ófrættakendum og døprum huglagi. Orðið "trap" sipar til støð, har rúsevni vera seld. Nógvir trap rapparar komu upprunaliga úr slíkum umhvørvi.

Við tíðini er trap kortini seyrað inn í meginstreymin og hevur av tí sama gjørt um seg á hittlistunum. Eitt dømi er lagið 'Trap Queen', ið amerikanski rapparin Fetty Wap lat úr hondum í 2015. Lagið gjørdist nr. 2 á amerikanska Billboard Hot 100 listanum.


Í 2016 gjørdist 'Black Beatles' hjá Rae Sremmurd nr. 1 á Billboard Hot 100 listanum:


Í 2017 kom kanska størsta trap/hip hop lagið higartil, nevniliga 'Bodak Yellow' hjá amerikanska rapparanum Cardi B, ið lá tríggjar vikur á nr. 1 á Billboard Hot 100. Cardi B er fimti kvinnuligi rappari í heimssøguni at liggja ovast á hittlistanum.


Seinnu árini hava popp og r'n'b artistar eisini heintað sær íblástur úr trap. Her sæst tað hvussu trap ljóðið spjaðir seg víðari í mentanini og gevur afturljóð í ymsum samanhangum. Hitt kanska størsta navnið, ið hevur innarbeitt trap í sín tónleik, er amerikanska r'n'b sangarinnan Beyoncé. Á plátuni BEYONCÉ (2013) finnur ein trap íblást løg sum 'Drunk in Love', 'Flawless' og '7/11' (og stutt eftir at hesin bloggurin var postaður lótu Beyoncé og Jay-Z úr hondum trap íblásta lagið 'Apeshit' undir heitinum The Carters).


Fyri kortum lat amerikanska sangarinnan, sangskrivarin og sjónleikarin Janelle Monáe sína triðju plátu Dirty Computer (2018) úr hondum. Eisini her finna vit løg við trap íblástri, eitt nú 'Django Jane'.


Mest aktuella dømið um trap íblástur í meginstreyminum anno 2018 er lagið 'This is America' hjá amerikanska rapparanum, sangaranum og sjónleikaranum Childish Gambino/Donald Glover. Lagið skiftir aftur og fram millum tveir stílar, har tann eini ber brá av glaðum vesturafrikanskum tónleiki, meðan hin ber brá av døprum trap tónleiki. Í kontrastunum og skiftunum millum hesar báðar stílarnar manar Childish Gambino fram eina kritiska lýsing av lívinum hjá teimum svørtu í Amerika.


Og so vóru vit aftur í Føroyum í juni 2018, har ein reindyrkað føroysk trap framleiðsla hevur sæð dagsins ljós við BYRTA feat. Silvurdrongur og 'Hennara dansigólv'. Deiliga ósmæðið og tíðartýpiskt við effektivari nýtslu av trap ljóðinum. Sjónbandalagið er ein søga fyri seg. "Larger than life" í Tórshavn by night!

P.S. Tað tók mær 1/2 tíma at seta henda bloggin saman.

(Edit: ein eldri útgáva av blogg postinum segði at 'Hennara dansigólv' var fyrsta føroyska trap framleiðslan. Hetta er kortini ikki heilt rætt. Eitt nú arbeiddu Hulda og framleiðarin Jens L. Thomsen við trap beats á plátuni Huldasound frá 2015, og herfyri komu Longutong við trap lagnum 'Á Toppinum'. Nýggja BYRTA lagið er kortini fyrsta dømi eg veit um, har eitt kent føroyskt navn skrivar seg inn í ein so reindyrkaðan og tíðartýpiskan trap samanhang sum tann, ið er frammi í løtuni).

5/12/18

Burt Bacharach, The Posies og White Flag


Í dag fyllir hansara easy listening hátign, Burt Bacharach, 90 ár. Í tí sambandi leitaði eg aftur á slóð.

Í 2002 spældi amerikanski punk bólkurin White Flag tvær konsertir í Føroyum saman við Clickhaze. Eina í Losjuni í Gøtu og eina í Lognbrá í Klaksvík. Grót skipaði fyri. Báðar konsertirnar vóru nokkso klikkaðar og høvdu dám av tí legendariska. Hvat hevur hetta við Burt Bacharach at gera? Jú, tað koma vit til. White Flag høvdu verið í Íslandi og spælt konsertir sum Kristin "Kiddi" Sæmundsson og aðrir skipaðu fyri. Kiddi og teir høvdu samband við Sólarn Solmunde og Jón Tyril úr Grót, og so var lag á monnum at skipa fyri konsertum. Hetta var partur av eini heimstúring, har White Flag túraðu við útgávuni History Is Fiction, ið var útgivin á Tutl!

Á konsertini í Losjuni manifesteraði ein blaðungur Benjamin Petersen seg sum gittarhetja, tá hann fór upp at jamma við White Flag. Hann spældi m.a. við gittaranum aftanfyri ryggin, og blakaði eisini gittaran upp í loft. Hetta var gittarin hjá Eric Erlandson, ið spældi við White Flag. Erlandsson var ikki ovurfegin um hendingina. Erlandsson spældi annars við í amerikanska bólkinum Hole, har navnframa Courtney Love var sangarinna. 

Konsertin í Klaksvík hevði ein skítsvakan enda, har White Flag geilaðu fólkið upp til eitt monstrøst jamm, sum endaði við at tað vóru fleiri fólk á pallinum enn úti á gólvinum. Ein blaðung hondbóltsgenta tók mikrofonina frá sangaranum Pat Fear, improviseraði scat sang og gjørdi spagat í meðan. Haldi ikki hon nakrantíð hevði staðið á palli áður. Eftir lokna konsert tók Pat í økslina á mær, hugdi meg í eyguni, og segði álvarsliga "You are a lead singer. You just have to make a deal with Satan!" Javel, javel. Pat Fear, hvørs kristna navn var Bill Burtell, andaðist í 2013. Hann festi seg í minnið.

Bassleikarin í White Flag æt Ken Stringfellow. Hann er multi-instrumentalistur og hevur leikt gittar, bass og tangentar í fleiri ymsum bólkum. Hol var sett á yrkisleiðina við power pop bólkinum The Posies, og Stringfellow og Jon Auer úr The Posies vóru í fleiri ár limir í Big Star. Stringfellow spældi og túraði eisini við R.E.M. í eitt áramál. Stringfellow spælir m.a. frálíku synth solo'ina í 'Imitation of Life' (Reveal, 2001). 

The Posies gjørdu m.a. eina innspæling av 'What The World Needs Now Is Love' saman við Burt Bacharach. Hendan útgávan endaði á soundtrackinum til fyrsta Austin Powers filmin. Eg spurdi Stringfellow um nokkso nógv av hesum ymiska, tá hann var í Føroyum á sinni. Minnist tó ikki um eg spurdi hann um Bacharach, men nú finnur man jú alt á internetinum. 

Tað er ein góð versión teir hava gjørt her. Hon ljóðar sum ein "spleysa" útgáva av ávikavist Bacharach og The Posies innspælingunum, men tað riggar. Sangurin er framúr góður. Tá Bobby Kennedy bleiv skotin spældu útvarpsrásirnar í Los Angeles henda sangin á tamb (í útgávuni hjá Jackie DeShannon frá 1965). 

What the world needs now is love, sweet love
It's the only thing that there's just too little of
What the world needs now is love, sweet love
No, not just for some but for everyone

Fulla útgávan hoyrist her:

4/26/18

Tankar um tónleik #25 (Karl Aage Rasmussen)


”Modernismen i det tyvende århundrede var fra fødslen et uhyre sammensat og flertydigt fænomen, nøje sammenhængende med kultursituationen: På én gang romantisk og klassisk, revolutionær og konservativ, svingende mellem yderpunkter, naturalisme, symbolisme og futurisme, det subjektive og det objektive. Hvad der kan se ud som abstraktion, konstruktion eller matematik i den moderne musik var i virkeligheden en vedholdende bestræbelse på at finde noget stabilt, et nyt, fælles forpligtende grundlag til afløsning af det smuldrede gamle. Og hvad der kan ligne regelløshed eller nihilisme, var ofte stædige forsøg på at finde udtryksmuligheder som anerkender og giver plads til modsigelserne; eller på at skabe en musik der stimulerer det enkelte menneske til øget nærvær og åbenhed over for alle de æstetiske sansepåvirkninger der når os gennem ørerne."

-Karl Aage Rasmussen. 2011. Musik I Det Tyvende Århundrede, Keypmannahavn: Gyldendal s. 16.

"Tankar um tónleik" er bloggrøð við áhugaverdum og viðkomandi tankum, ið onkur hevur skrivað ella sagt um tónleik. 

4/12/18

Tankar um tónleik #24 (Kodwo Eshun)


"Kraftwerk are to Techno what Muddy Waters is to the Rolling Stones: the authentic, the origin, the real. Techno therefore reverses the traditional 60s narrative in which the Rolling Stones stole the soul and vulgarized the blues of Waters et al. Kraftwerk epitomize the white soul of the synthesizer, die Seele der Synthesizer, the ultra whiteness of an automatic, sequenced future. To Model 500, '[Kraftwerk] sounded straight up like they were living in a computer. I even had doubts to whether they were actually human.' Happy to be the interloper, the latecomer, Bambaataa steals the synthetic soul from Dusseldorf, bastardizes it into Planet Rock. Kraftwerk happily called their sound Industriell Volk Musik, Folk Music for the Industrial Age. For Techno, Dusseldorf is the Mississippi Delta."

-Kodwo Eshun. 1998. More Brilliant Than The Sun: Adventures in Sonic Fiction, London: Quartet Books Limited, s. 107.

"Tankar um tónleik" er framhald av bloggrøðini "Thoughts on music". Innihaldið er framvegis áhugaverdir og viðkomandi tankar, ið onkur hevur skrivað ella sagt um tónleik. 

Tjekka forrestin hesa savnsútgávuna.

1/22/18

Tankar um tónleik #23 (Susan McClary)


"Tankar um tónleik" er framhald av bloggrøðini "Thoughts on music". Innihaldið er framvegis áhugaverdir og viðkomandi tankar, ið onkur hevur skrivað ella sagt um tónleik. 

”…rap artists turn machines invented for preserving music into musical instruments. Technology itself is subjected to the practices of signifying. The romantic search for authenticity is thus frustrated in advance by this music that foregrounds its own fundamental mediation. Yet any attempt at writing it off as the mechanical result of automatic devices runs up against a whole network of African American practices: namely the emphasis on powerful physical rhythms, on call/response, on individual virtuosity enfolded in community. In fact, one of the most important features of rap involves its intense concern with reference – the actual incorporation of moments from the history of recorded black music, made possible through sampling. While this device has sometimes been dismissed as evidence of rap’s lack of originality, most samples principally act as pretexts for the intertextual signifying so central to African-based practices. More than that, they reflect an obsession with cultural memory, a desire to transmit traces of the past as still-vibrant elements of the present. Rap offers the black community its own version of music history texts.”
-Susan McClary. 2000. Conventional Wisdom: The Content of Musical Form s. 160.

Tankarnir hesuferð eru viðkomandi fyri henda bloggpostinhesa samrøðuna og kanska serliga henda bloggpostin.

1/17/18

No Need To Argue

Framleiðarin Stephen Street (The Smiths, Morrissey, Blur, The Cranberries) hevur minningarorð í Rolling Stone um Dolores O'Riordan úr The Cranberries, ið 46 ára gomul er farin foldum frá. Stephen Street framleiddi m.a. fyrstu tvær útgávurnar hjá bólkinum - Everybody Else Is Doing It, So Why Can't We? (1993) og No Need To Argue (1994).

Eg ognaði mær seinnu útgávuna á fløgu tá í tíðini. Tíðliga í '95 hevur tað allarhelst verið. Debutin frá '93 er sum frá líður tann besta, men eg skuldi hava No Need To Argue, tí har var 'Zombie' á. 'Zombie' var allastaðni, eg var 14-15 ár og sangurin var grunge uppá tann ordiliga mátan. Restin av fløguni var kortini nakað annað og meira friðarligt. Eg lurtaði nógv eftir henni, ja hon var satt at siga slitin tunn.

Triðja útgávan To The Faithful Departed (1996) festi seg ongantíð á sama hátt, hóast hon var bæði eitt sindur harðari og meira meginstreymskend. Hon var framleidd av kanadiska hard rokk framleiðaranum Bruce Fairbairn (Aerosmith, Bon Jovi, AC/DC v.fl.), og tað var eitt ikki hissini skifti frá áðurnevnda Stephen Street. Tekstirnir vóru eisini meira "politiskir", men ikki uppá tann sannførandi mátan.

Fjórða útgávan Bury The Hatchet (1999) var tann seinasta, ið eg gav mær far um. Hon var framleidd av hinum relativt ókenda Benedict Fenner, og hevði onkur fín løg, eitt nú hin frálíkt rokkandi 'Promises' og byrjunarlagið 'Animal Instinct'. Húsin var eftir navnframa plátuhúsasniðgevan Storm Thorgerson, ið eisini sniðgav húsan til fimtu útgávuna Wake Up And Smell The Coffee (2003). Eftir hetta havi eg ikki reiðiliga givið mær fær um The Cranberries. Heldur ikki hóast at Stephen Street vendi aftur sum framleiðari á teirri síðstnevndu og á Roses (2012).

Tað ber tó sjálvsagt til at geva teimum báðum fyrstu - the early stuff - eitt lurt, og tær hava framvegis sína sjarmu. Eitt sum sum eg hoyri nú, men ikki gáaði um tá, er tónlistaligu sambondini millum The Smiths og The Cranberries. The Smiths úr Manchester í útnyrðings-Onglandi og The Cranberries úr Limerick í Vestur-Írlandi. Stephen Street var tann, ið kom tættast uppá The Smiths í upptøkuhølinum, og hann megnaði okkurt líknandi við The Cranberries. Johnny Marr og Noel Hogan eru heldur ikki heilt ólíkir í síni tilgongd til gittarbrettið. 

Morrissey og Dolores sungu kortini við hvør sínum nevi, og nú er hon farin, songfuglurin. Fyri tey sum hava lurtað nógv eftir The Cranberries vóru hetta syrgin tíðindi. Hvíl í friði.