Griðstaður vinylfjepparans

Gleðiligt at staðfesta at ein griðstaður fyri vinylfjepparar er risin aftur í kulastu garasju í eysturbýnum. Oceania Records hevur opið fríggja- og leygardagar. Einki meir tvætl. Hesuferð komu hin nýggja og álvarsama Depeche Mode plátan við rámandi heitinum Memento Mori (2023), og debutplátan hjá sardoniskt perfektionistisku dadrock kongunum Steely Dan - hin fimtieitt ára gamla Can’t Buy A Thrill (1972) - við í posan.

Uppafturlatingin í Klokkaragøtu er bert seinasti kapittul í sagaini. Sí eldri greinar og bloggar um Oceania:

Oceania Records í Klokkaragøtu (25. apríl 2020)

Vinylfinningar í Havn (1. mai 2021)

King's X (26. mars 2022)

Bestu plátur higartil í ár (13. juli 2022)

Hvørjum ringja klokkurnar fyri í Klokkaragøtu? (18. september 2022)

Oceaniskar løtur í Dr. Jakobsensgøtu (17. apríl 2023)

 

Comments